mánadagur 12. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Góða omma, nú er tað eitt hálvt ár
síðan tú fór frá okkum og tað er
enn ringt at skilja. Eg hugsi ofta
um teg og alt tú hevur givið mær
og okkum, tú var so klók omma og
so smekkfull av kærleika til øll.
Eg hugsaði um, ein dagin eg legði
lak á songina, at tú lærdi meg bæði
væl og virðiliga, hvussu man gjørdi,
so tað bleiv pent og ongar rukkur
vóru nakrastaðni, og eg prøvaði
umaftur og umaftur til tað bleiv
ordiliga perfekt. Hetta var í 1987, tá
eg og Sóleyð vóru við tær og abba
í Assens umborð á Heldarstindi.
Tað var ein so deiligur og stuttligur
túrur, sum eg ongantíð gloymi.
Grand Prix konsert hjá mær og
Sóleyð á dekkinum, túrarnir vit
gjørdu, kanska serliga tann niðan
til bakaran, har vit keyptu kaku
og tú ansaði so væl eftir okkum og
kakuni, tá vit skuldu yvir um vegin,
at kakan endaði í fanginum hjá
einum súkklara. Hesum hava vit
flent so nógv eftir síðan. Eg sakni
tín látur, omma.
Á ólavssøku, tá eg læt meg í tey
føroysku klæðini, helt eg meg lukta
teg. Eg hopi at tað minni fer at
hanga við, at eg lukti teg, tá eg lati
meg í tey. Tú hevur altíð latið meg
í føroysk klæðir, síðan eg fekk tey
frá tær og abba, tá eg var 16 ár, men
eg havi funnið útav, at eg dugi sjálv.
Tú var so dugnalig í hondunum,
haldi tú dugdi alt, man kundi
altíð spyrja teg um tað var okkurt
man ivaðist í og tú segði ongantíð
nakrantíð nei til at hjálpa. Vit
hava so nógv og góð kerlig minnir
frá barndóminum og tá vit blivu
vaksin. Heimið og tínir armar vóru
altíð opnir, ketilin bleiv kókaður til
hvíttdrekka og kaka ella breyð við
sjokolatapálegg bleiv sett á borðið
og so fekk mann altíð eitt gott prát.
Hetta minni hava børnini hjá mær
tíbetur eisini fingið.
Seinastu ferðina eg tosaði við
teg var tveir dagar áðrenn tú doyði,
vit tosaðu og flentu eina góða løtu,
tað eri eg glað fyri. Eg fari altíð at
minnast teg fyri tín óbegrensaða
kærleika og títt deiliga glaða lyndi
og altíð tað tú kallaði okkum øll
»evalsignaða«.
Hvíl í friði góða omma
Miriam
Minningarorð
um ommu mína
NØVN
50 ára føðingardagur
Fríggjakvøldið 16. september
haldi eg mín føðingardag í
starvsmannafelagnum,
J.
H.
Schrøtersgøta 9, Tórshavn. Øll,
familja, vinir og kenningar eru
hjartaliga vælkomin. Opið hús
verður frá kl.19.00 og úteftir.
Tey, ið ynskja at feiðra dagin
saman við okkum, eru vælkomin
at siga frá innan mikukvøldið
14. september á tlf. 583388 ella
solfrid12@hotmail.com
Sólfríð Højgaard
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 23. sept. fyllir
Rannvá Samuelsen Vágur 80
ár. Dagurin verður hildin á
Hamragarði frá kl. 16.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin
90 ára føðingardagur
Mánadagin 12. september, verð
ur Maria Jacobsen á Sýnuni,
Glyvrar, 90 ár. Dagurin verður
hildin heima frá kl. 17.00
Øll eru vælkomin
70 ára føðingardagur
Nú eg fari at runda tey 70 árini,
hevði tað glett meg, at sæð familju,
vinir og kenningar til ein betri
bita í VB húsinum leygardagin 01.
oktober frá kl. 14.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tit ynskja at vera við, hevði
verið gott um tit søgdu okkum frá
innan leygardagin 24. september á
tlf. 573660 ella 272669.
Heilsan Hilmar
2 x 70 ára
føðingardagur
15. oktobur halda Simona
Vágsá og Páll Gunnhardar
Poulsen Klaksvík 70 ára
føðingardag
Tað hevði glett okkum um
tit, vilja halda føðingardagin
saman við okkum í Skálanum
frá kl 19
Sig frá á 226804 ella 228466
innan 5. oktobur
Elskaða Barbara
(Dóttir og systir.)
Hjartaliga tillukku við 31 ára
degnum í dag 12. sept. Vit ynskja
tær ein góðan og deiligan dag við
massar av kærleika og gleði. Vit
leingjast so illa eftir tær og vón
andi hevur tú tað gott.
Herfrá senda vit eitt stórt
HUUURRA!
Muss & klemm
Mamma, Babba og Sigmundur
Andlát
Maria Jacobsen, í Sundinum Kollafjørður, vanliga nevnd Mia,
andaðist á landsjúkrahúsinum leygardagin 10. septembur, 79 ára
gomul.
Esther Knudsen, fødd Eidesgaard, ættað av Eiði, búsitandi á
Glyvrum, andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjakvøldið 9.
september 93 ára gomul.
Elisabeth Matras, Klaksvík, ættað úr Haraldssundi, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi hósdagin 8. september, 86 ára gomul.
Andreas Danielsen, ættaður úr Syðradali í Streymoynni,
búsitandi í Runavík andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 7.
september, 80 ára gamal.
Mina Knudsen, Saltangará andaðist 8. september á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi, 94 ára gomul.
Peter Jacob Poulsen, ættaður av Leiti, andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi mikukvøldið 7. september, 73 ara gamal.
Lizzy Rosendahl, fødd Jensen, ættað úr Vági, búsitandi í Brønshøj
andaðist 7. september, 85 ára gomul.
Celinda Andreasen, búsitandi í Aalborg, ættað úr Klaksvík,
andaðist týsdagin 6. september, 78 ára gomul.
Óli Finnsson, búsitandi á Glyvrum, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 3. september, 86 ára gamal.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin
18
september
verður Poul Jóhannes Poulsen,
Ljósá 85 ár. Dagurin verður
hildin
saman
við
teimum
nærmastu.