mánadagur 12. september 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD TÍÐINDI
BLANDAÐ VIKUSKIFTI
HJÁ ÚTISETUNUM
Allir fótbóltsútisetarnir í Íslandi fingu góð úrslit hetta vikuskiftið, meðan úrslitini hjá
útisetunum í Danmark vóru meira misjøvn. Stuttsøgdu ítróttartíðindini vita eisini um eitt
sera sjáldsamt met í kroatiskum fótbólti, sum náddi sínum enda hetta vikuskiftið
Neli Heldarskarð
FÓTBÓLTUR
Gunnar Nielsen og Kaj Leo
í Bartalsstovu tóku enn eitt
fet ímóti íslendska meist
araheitinum, tá ið heima
dysturin hjá FH Hafnafjørði
ímóti Breiðabliki í gjár end
aði 1-1. FH er oddalið í deild
ini, meðan júst Breiðablik
er nummar tvey, fimm stig
aftanfyri. Gunnar Nielsen
stóð í mál allan dystin, með
an Kaj Leo í Bartalsstovu
varð skiftur inn eftir 55 min
uttir. Fýra umfør eru eftir av
íslendsku Pepsideildini.
Sonni
Ragnar
Nattestad
spældi allan dystin í mið
verjuni hjá Fylkir, tá ið ís
lendska felag hansara vann
trý
sera
týdningarmikil
stig ímóti Víkingi. Dysturin
endaði 2-1 til Víking. Fylkir
er framvegis næstaftast í
Pepsideildini, men nú er
bert eittans stig upp til nið
urflytingarstrikuna.
Hallur Hansson og liðfelag
arnir framdu eitt rimmar
comeback leygardagin, tá
ið AC Horsens vann 4-2 á
útivølli ímóti Viborg eftir
at hava verið aftanfyri 2-0.
Hallur Hansson spældi allan
dystin.
Jóan Símun Edmunsson var
inni í 79 minuttum, tá ið OB
á útivølli tapti 2-0 ímóti FCK
í Parkini. Jóan Símun Ed
mundsson fekk gult kort,
og bæði málini vórðu skorað
aftaná, at føroyski landsliðs
áleyparin var skiftur út.
Viljormur Davidsen og Vejle
tapti sín fyrsta dyst í hesum
kappingarárinum, tá ið HB
Køge sigraði 2-0 á Vejle Stad
ion.
Viljormur
Davidsen
spældi inni í allar 90 min
uttir.
Eisini Bárður Jógvansson
Hansen og Heini Vatnsdal
fóru av vøllinum sum tap
arar, tá ið Fremad Amager
tapti 1-0 á útivølli ímóti FC
Roskilde.
Men betur gekk tað hjá
Vendsyssel og René Shaki
Joensen, sum á útivølli vann
3-1 ímóti Næstved. Vend
syssel er framvegis undir
niðurflytingarstrikuni, men
hevur sama stigatal sum
Fremad Amager, ið hevur
betri málmun.
Í Premier League var stór
dystur leygardagin, tá ið
Manchester United tók ímóti
Manchester
City.
Undan
dystinum høvdu bæði liðini
fult stigatal eftir tríggjar
dystir, og tískil var talan
um satt oddabrak. Í fyrra
hálvleiki
sat
Manchester
City fullkomiliga á dyst
inum, og tað var onki løgið
í, at Kevin de Bruyne og
Kelechi
Iheanacho
løgdu
Manchester City á odda
bæði 1-0 og 2-0. Beint undan
hálvleikssteðginum var tað
nýggja superstjørnan hjá
United, Zlatan Ibrahimovic,
sum minkaði um munin
eftir stóra villu frá nýggja
málmanninum
hjá
City,
Claudio Bravo. Fleiri mál
vórðu ikki skorað í dystinum
- Manchester City vann 2-1.
Við biti og sliti eydnaðist
tað Arsenal at vinna 2-1
á heimavølli ímóti Sout
hampton. Gestirnir løgdu
seg annars á odda tíðliga í
dystinum, tá ið eitt fríspark
frá Dusan Tadic brast í yvir
leggjaran og niður í svørðin,
áðrenn bólturin fór í ryggin
á Petr Cech og í mál. Laurent
Koscielny javnaði tó mið
skeiðis í fyrra hálvleiki við
framúrskrandi
saksara.
Síðani varð onki mál skorað
fyrr enn í yvirtíðini, tá ið
Olivier Giroud varð hildin í
brotsteiginum. Brotssparkið
var í tunnara endanum, men
hetta nervaði ikki Santi
Cazorla, ið trygt setti bóltin
í netið.
Í vikuskiftinum spældi Liv
erpool fyri fyrstu ferð á
heimavølli, tá ið meistara
liðið, Leicester, kom á vitjan.
Orsøkin til, at Liverpool ikki
hevur spælt heima fyrr enn
nú er, at eina tribunan á
Anfield, Main Stand, er blivin
umvæld, so hon tekur 8.000
fleiri áskoðarar enn áður.
Liverpool
vísti
stórspæl
framman fyri nógvu áskoð
arunum við at vinna 4-1.
Málini hjá Liverpool skoraðu
Sadio Mané, Adam Lallana
og Roberto Firmino, sum
skoraði tvey mál. Einsamalla
málið hjá Leicester skoraði
Jamie Vardy.
Í Spania eydnaðist tað púra
óvæntað spanska uppflyt
araliðnum, Alavés, at vinna
2-1 á útivølli ímóti máttmikla
Barcelona. Barcelona spardi
fleiri av sínum føstu leik
arum til Champions League-
dyst í miðvikuni, og hetta
gagnnýtti Alavés til fulnar.
Betur hilnaðist hjá Real
Madrid, ið vann trygt, 5-2, á
heimavølli ímóti Osasuna.
Cristiano
Ronaldo
legði
kongafelagið á odda, og
hini málini skoraðu Pepe,
Luka Modric, Danilo og
Sergio Ramos. Hetta var
fyrsti dysturin hjá Crist
iano Ronaldo í hesum kapp
ingarárinum eftir skaðan,
sum hann fekk í EM-finaluni,
og tískil røkist alt fyri, at
hann verður klárur til dystin
ímóti Føroyum á Tórsvølli 10.
oktober.
Hetta vikuskiftið hendi nak
að sjáldsamt í kroatiskum
fótbólti. Undan heimadyst
inum ímóti Osijek hevði
Dinamo Zagreb ikki tapt í
103(!!!) heimadystum í heim
ligu landskappingini, men
hetta varð broytt, tá ið Osijek
vann 1-0 ímóti Dinamo Zag
reb. Seinast Dinamo Zagreb
tapti ein heimadyst undan
hesum dystinum var í juli
2010. Síðani hevur Dinamo
Zagreb vunnið 90 heima
dystir og spælt 13 javnleikir,
áðrenn kroatiska høvuðs
staðarfelagið loksins varð
bast í egnari holu.
HONDBÓLTUR
Føroyska
hondbóltskapp
ingarárið byrjar komandi
vikuskiftið. Hjá monnum
tekur KÍF á heimavølli ímóti
StÍF og í Hoyvík tekur H71
ímóti Team Klaksvík. Hjá
kvinnum spæla StÍF og
VB í høllini á Skála, meðan
Stjørnan og Kyndil hittast í
KÍ-hølllini.
SVIMJING
Føroyska Krista Mørkøre
luttekur í hesum døgum í
paralympisku leikunum í
Rio de Janeiro. Fríggjadagin
svam Krista Mørkøre í 50
metra
frísvimjing.
Tíðin
hjá Kristu var 32.54 sekund.
Hennara besta tíð í hesi grein
er 31.69. Tíverri endaði Krista
Mørkøre aftast ímillum teir
sjey svimjararnar, sum hon
svam saman við.