Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Neli Heldarskarð Kvinnuliðið hjá Neistanum, ið hevur vunnið føroyska meistaraheitið 41. ferðir, luttekur í ár í evropeiskum hondbólti eftir greipusigurin í farna kappingarári. Fyrri dysturin ímóti rumenska CSM Ploiesti var í høllini á Hálsi leygarkvøldið. Tíverri fyri neistakvinnur og før­ oysk­an hondbólt, so vann rum­enska mótstøðuliðið 26-24 eftir hálvleiksstøðuna 12-12. Neistin á odda Tað vóru annars neista­ kvinn­ur, ið byrjaðu dystin best. Eftir 10 minuttir var Neistin á odda 5-3, men rum­ enska mótstøðuliðið svar­aði aftur og kom á 5-5. Neist­ in kom eisini á odda 8-6, men enn einaferð svar­aði Ploiesti sterkt aftur og legði seg á odda 11-8. Í end­a­num av fyrra hálvleiki gjørdu neistakvinnur tó eitt stórt hál, og sostatt gjørdist hálv­ leiks­støðan 12-12. Í seinna hálvleiki var so at siga ongin munur á lið­ unum. Liðini skiftust um at leggja seg á odda, men tað var ikki fyrr enn seint í dyst­inum, tá ið Ploiesti kom á odda 24-22, at munurin ímill­um liðini bleiv størri enn eitt mál. At enda rakk avrikið hjá neistakvinnum, ið stríddist væl, hvørki til javnleik ella sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 26-24 til CSM Ploiesti. Marjun toppskjútti Hjá Neistanum var tað ser­ liga Marjun Danberg, ið skaraði framúr. Stóri profil­ urin skoraði nevniliga helvt­ ina av málunum hjá Neist­ anum - 12 mál. Eisini var tað merkisvert, at CSM Ploiesti ikki hevði tikið fleiri enn átta leikarar við til dystin. Einasti spæl­ arin á bonkinum hjá CSM Ploiesti var ein eyka­mál­ maður. Gitast kann, at tað eru fíggjarligar orsøk­ir til, at rumensku mót­støðu­kvinn­ urnar vóru so illa mannaðar. Neistin spælir returdyst ímóti CSM Ploiesti í Rum­ enia komandi leygardag. Tey tvey málini, ið neistakvinnur taptu við í kvøld, skulu hálast inn, um Neistin skal røkka enn longur í Evropa. Neistavenjarin nøgdur við avrikið Til hetta kappingarárið hava neistakvinnur fingið nak­að so sjáldsamt sum ein brasilskan hondbóltsvenj­ ara. Hann eitur Danilo Gagli­ ardi, og eftir dystin sigur brasiliumaðurin, at hann er væl nøgdur við avrikið hjá sínum kvinnum. - Munurin á liðunum var tann, at vit tóku nakrar skeiv­ ar avgerðir. Okkara kvinnur eru ikki vanar við at spæla í slíkum, stórum evropeisk­um dystum, men vit spældu sera væl, og dysturin var ógv­uliga javnur. Í einum slíkum dysti eru tað smáir marginalar, ið gera munin. Í nøkrum av­ gerandi løtum tóku vit nak­ rar skeivar avgerðir, og tað kostaði. Onki óvanligt er í tí. Vit hava fingið nakrar virðismiklar royndir í kvøld, og eg eri sera væl nøgdur við avrikið hjá gentunum, sigur Danilo Gagliardi. Í næstu viku spælir Neist­ in returdyst í Rumenia. Hóast heimadysturin varð taptur, so trýr Danilo Gagliardi uppá, at neistakvinnur kunnu venda tapinum til ein saml­aðan sigur. - Eg vænti, at retur­dyst­ urin eisini verður javnur. Hin­vegin veit eg ikki, um Ploi­esti fer at hava nakrar spælarar við afturat, men um vit spæla ímóti umleið tí sama liðnum, sum vit gjørdu í kvøld, og vit halda okkara støði, so ber tað til at vinna ímóti Ploiesti, sigur Danilo Gagliardi. Merkisvert við kvøldsins dysti var, at rumenska mót­ støðu­liðið bert hevði átta leikarar við til dyst. Danilo Gagliardi væntar, at Ploiesti hevur ein breiðari hóp við næstu ferð. Hann sigur eis­ini, at hann gleðir seg til kom­ andi kappingarárið. - Helst hevur Ploiesti nak­ rar fleiri leikarar við í næsta dysti, tí at dysturin í kvøld var so javnur. Vit taka ein fullan hóp við til Rumenia. Umhvørvið í felag­num er sera gott, og eg vóni og vænti, at vit hava eitt gott kapp­ing­ arár framman fyri okkum, segði Danilo Gagli­ardi at enda. Aftur í Evropa Føroyskur hondbóltur hev­ur ikki verið støðugur í eina tíð í Evropa. Í 2014 fór Kyndil so í Evropa. Tær spældu móti belgiska Femia Visa, sum kom til Føroya at spæla báð­ ar dystirnar. Nú hevur Neistin eisini víst seg í Evropa. Hugsa vit eisini um A-lands­liðini og U-lands­lið­ ini, so er stórur aktivitetur í før­oysk­um hondbólti í løt­ uni. Hetta er uttan iva ein spenn­andi tíð at vera hond­ bólts­spælari í Føroyum. MARJUN Í SERFLOKKI Neistin tapti tepurt í fyrstu evropeisku royndini móti rumenska CSM Ploiesti í Evropa Cup. Marjun Danberg var í serflokki og skoraði ikki færri enn 12 ferðir FAKTA Neistin-CSM Ploiesti 24-26 (12-12) Neistin: Marjun Danberg 12, Bára Hansen 4, Brynja Høj 3, Birita Jacobsen 2, Lilja Mohr 1, Eir Berg 1 og Fríða á Dunga 1. CSM Ploiesti: Marina Dmitrovic 12, Carmen Daciana Balaban 4, Carmen Gheorghe 4, Ionela Greta Dinu 3, Elisa Andreea Chiricuta 2 og Flabela Mitrescu 1.