mánadagur 12. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1 til 6
FÓTBÓLTUR
JONAS FÓR ÚT VIÐ SKAÐA Liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen,
mátti lata seg útskifta í hálvleikssteðginum. Orsøkin var, at hann fekk
eina forstrekning í leggin. Tað er ógreitt, um hann verður við ímóti Víkingi,
men tað fara liðtíðindini í Sosialinum at dagføra seinni í vikuni
DYSTURIN
HESA VIKUNA
4
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Hevði sum heild ein róligan dag
í málinum, har tað var langt
millum bjargingarnar. Men var
sannførandi í luftspælinum tá
innlegg komu, og stóð annars
sannførandi allan dystin.
4
TOBIAS WITTUS
OLESEN
Hevur loyst Jóhan Jacobsen væl
av á høgra bakki, og hevur eina
ótroyttiliga orku. Spældi ein
sannførandi dyst
4
PER LANGGAARD
Kom heldur óvæntað
á máltalvuna eftir gott
langskot, og var eisini tryggur
í verjuspælinum, har KÍ
hevði torført við at koma til
møguleikar.
4
JENS JOENSEN
Var sannførandi á bóltinum
í uppspælinum, og hevði annars
ófatuliga gott tak á tí annars
vandamikla álopspartinum hjá KÍ.
4
EINAR
TRÓNDARGJÓGV
Kom ongantíð í trupulleikar
í verjuspælinum, og kom væl
framvið fleiri ferðir í seinna
hálvleiki. Spældi sum restini av
NSÍ verjuni sannførandi.
3
BETUEL HANSEN
Spældi sum heild skilagott
á miðvøllinum hjá NSÍ, men var
ikki eins eyðsýndur sum nakrir av
hinum leikarunum.
4
NIKOLAJ KØHLERT
Vísti styrki í nærdystinum, og
var óvanliga tryggur á bóltinum.
Var avgerandi fyri spælið hjá NSÍ
og var eyðsýndur á miðvøllinum.
4
ÁRNI
FREDRIKSBERG
Punkteraði dystin við 2-0
málinum og var ein støðug
hóttan í álopspartinum. Kundi
havt fingið meira burturúr ávísum
støðum í seinna hálvleiki, men
var millum bestu leikararnar á
vøllinum.
3
JANN MARTIN
MORTENSEN
Arbeiddi væl gjøgnum allan
dystin, og kom í fleiri góðar
støður í seinna hálvleiki, har tað í
ávísum førum skuldi spurst meira
burturúr.
4
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Hóast tað ikki altíð sær polerað
út, er hann altíð týdningarmikil.
Fylti ómetaliga nógv á NSÍ liðnum
og var ein snúningsdepil á liðnum
fyri spælið.
4
KLÆMINT A. OLSEN
Hóast hann ikki kom á
máltalvuna, var hann við í
teimum flestu góðu støðunum,
og arbeiddi sum ein hestur í NSÍ
álopinum.
PETUR KNUDSEN
Inni ov stutt til at fáa meting
SPÆLARAMETING
KÍ líktist ikki sær sjálvum í 2-0-tapinum ímóti NSÍ, men
KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, vil ikki hoyra talan
um gummibein. - Tað er ikki aktuelt, sigur hann
Pætur Albinus
Tað er gott lag í Runavík og
har um vegir, nú NSÍ við
2-0-sigri ímóti oddaliðnum
KÍ hevur styrkt um støðuna í
oddastríðnum í Effodeildini.
NSÍ var undan dystinum
eitt av fáu liðunum, sum
hevði megnað at vunnið
ímóti KÍ hetta kappingar
árið, og við heimavallarfyri
muninum mundi talan vera
um ein ógvuliga javnan
og spennandi dyst. Ein av
spurningunum, sum skuldu
svarast, var hvussu liðini
vóru komin ígjøgnum lands
liðssteðgin, og hvussu KÍ er
fyri eftir steypagullið og tað
viðvarandi trýstið, ið er á
teimum sum oddalið.
Vindurin
Hóast ódnin frá leygar
morgninum hevði lagt seg,
so var framvegis fitt av vindi
við Løkin. Tað var eitt frískt
lot oman ímóti Runavíkini,
og hetta ávirkaði fyrra
hálvleik.
NSÍ hevði í mótvindinum
ilt við at fáa gott spæl
upp í lag – nógvir bóltar
vórðu bæði lorkaðir og
blástir burtur – men lítið
vandameiri var KÍ, sum av
natúrligum orsøkum var
meiri á NSÍ-hálvuni. Lítið av
møguleikum spruttu burtur
úr tí rótuta fyrra hálv
leikinum, men fýra minuttir
undan hálvleiksbríkslinum
fekk Páll A. Klettskarð ein
risa møguleika. Innleggið frá
vandamesta liðfelaganum,
Jóannesi Bjartalíð, sat væl
í pannuni á 9-aranum, men
stútari hansara fór fáar
sentimetrar upp um málið.
Málið
Í
seinna
hálvleiki
slapp
NSÍ at royna seg í undan
vindinum. Ein náddi ikki
at gera sær eina meting av
hvussu NSÍ fór at standa seg
í undanvindinum, áðrenn
tað nærum alt fyri eitt, eftir
tríggjar minuttir, brádliga
brast fyri nev hjá heimalið
num, sum annars ikki hevði
skotið eitt mál á heimavølli í
tríggjar hálvleikir.
Eftir eitt innlegg úr høgru
datt bólturin fyri føturnir á
NSÍ-miðverjanum, Per Lang
gaard, og staddur við brots
teigarmarkið gjørdi hann
ikki mætari enn at langa
bóltin eftir jørð inn við
handaru stong. 1-0 til NSÍ við
einum vøkrum og ikki minst
týdningarmiklum máli frá
miðverjanum, sum annars
ikki er nakar málrevur. Hetta
var hansara annað mál í 63
dystum í Effodeildini.
– Eg eri faktiskt á veg
út aftur úr feltinum, tá ið
eg broyti meining og vendi
meg við. Bólturin kemur
beint har, sum eg komi, og
eg smekki til. Tíbetur fór
hann í málið, sigur 25 ára
gamli verjuleikarin.
– Eg visti hvar málið var,
so tað einasta eg hugsaði
um, var at raka málið, sigur
Per, sum fyrr í ár eisini skeyt
eitt týdningarmikið mál, tá
ið hann gjørdist sigursharri í
2-1-steypasigrinum ímóti TB.
–
Høvdu
vit
vunnið
steypakappingina, so hevði
tað málið verið meira um
ráðandi, tí vit komu víðari
upp á tað málið, men eg má
siga, at hetta man vera tað
týdningarmesta málið eg
havi skotið, sigur Per um
1-0-málið ímóti KÍ, sum var
við til at lata ein annars
læstan dyst upp.
Gummibein?
Eftir leiðslumálið royndi
KÍ at leggja seg longri fram
Trýst á KÍ, men:
VILJA IKKI H
TALAN UM G
Anders Gerber:
Tað taktiska riggaði
Eftir at hava megnað at syft KÍ á
heimavølli, spurdu vit NSÍ-venjaran,
Anders Gerber, hvør uppskriftin er at
vinna ímóti KÍ.
– Tja, tað er ikki soleiðis bara ein
uppskrift. Tað snýr seg um marginalar,
ein góðan hugburð og nógv onnur
ting. Tað eru eisini nakrir taktiskir
partar, sum eg haldi eydnaðust væl í
dag. Vindurin gjørdi, at tað blivu tveir
ymiskir hálvleikir, men eg haldi vit
megna væl at spæla runt um teir, sigur
Anders og peikar á, at tað skjóta málið
í seinna hálvleiki var við til at gera, at
alt bleiv sum tað bleiv.
– Í hálvleikinum royndu vit at
hugsa lítið um tað, sum var hent,
men heldur hugsa um tað, sum skuldi
henda. Vit skuldu finna nøkur rúm at
spæla í og lata vera við at gera langar
sendingar. Tað vóru høvuðsevnini
í
hálvleikssteðginum,
sigur
NSÍ-
venjarin, sum ikki hevur hug at tosa
um FM-vónir.
– Eg kann siga tær, at eg longu
fokuseri upp á næsta dyst ímóti TB. Eg
visti illa nokk hvussu stigatalvan sá út
eftir dystin í dag, sigur Anders Gerber,
og undirstrikar, at dysturin ímóti TB
verður sera trupul. Tað veit hann, tí at
NSÍ hevur tapt tvær ferðir ímóti TB í
ár.