Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3 KRISTIAN JOENSEN Kundi sum heild ikki lastast fyri málini, og hevði eisini onkra fína bjarging í seinna hálvleiki. 3 SØRMUNDUR KALSØ Spældi sum heild ein góðan fyrra hálvleik, men var ikki eins eyðsýndur í seinna hálvleiki, har hann var í nógvum trýstum støðum. 3 AHMED MUJDRAGIC Taldist millum bestu leikarar á KÍ liðnum, og var hjálparsleysur við bæði NSÍ málini. 3 JONAS F. RASMUSSEN Spældi fyrra hálvleik, og tað sást týðuliga tá hann fór út í hálvleikinum. Liðið skramblaði saman, men vindurin hevði eisini eina ávirkan. 3 MAYOWA ALLI Er ein hin besti leikarin fysiskt í deildini, og var sannførandi í sínum duellum. Var sum heild millum teir frægu á KÍ liðnum. 2 DÁVID LANGGAARD Spældi fyrra hálvleik á høgra kanti, og seinna hálvleik á vinstra bakki. Fekk sum heild lítið burturúr í báðum støðum, har hann ikki megnaði stórvegis frameftir í fyrra hálvleiki, og tóktist útsettur defensivt í seinna hálvleiki. 2 JÁKUP B. ANDREASEN Fekk gult kort tíðliga í dystinum, sum merkti hann eitt sindur. Var sum heild við undirlutan móti NSÍ miðvøllinum. 3 SEMIR HADZIBULIC Var ein hin størsta hóttanin á KÍ liðnum, og var við í tí mesta sum teir skaptu frameftir. 2 HJALGRÍM ELTTØR Var arbeiðssamur í fyrra hálvleiki, tó uttan at hann kom í tær heilt vandamiklu støðurnar. Datt fullkomiliga út úr dystinum í seinna hálvleiki. 3 JÓANNES BJARTALÍÐ Var ein av teimum fáu KÍ leikarunum sum royndi. Hevði møguleika í fyrra hálvleiki, og spældi eisini Páll Klettskarð leysan. 2 PÁLL A. KLETTSKARÐ Hevði tað trupult yvirfyri NSÍ verjuni, sum hevði gott tamarhald á honum. Brendi eisini risa møguleika í fyrra hálvleiki 2 TÓRUR JUSTESEN Kom inn í hálvleikinum, og var útskiftur 20 minuttir aftaná. Tað broytti tó ikki dystargongdina at taka hann út, og tað tóktist sum ein merkisverd avgerð. 2 NIELS PAULI DANIELSEN Kom inn seinastu tjúgu minuttirnar, men var ikki serliga eyðsýndur. HEÐIN KLAKSTEIN Inni ov stutt til at fáa meting tíman, sum bara var við til at staðfesta, at KÍ bara fyri aðru ferð í 24 dystum – allar kappingar íroknað – mátti leggja rygg til eitt tap. Men júst hetta stigið kom sera illa við. Við einum sigri hevði KÍ nærum verið tryggjað í minsta lagi silvur, men við gjárdagsins úrslitum er tað veruleikin, at KÍ nú hevur størri trýst á sær enn nakrantíð við Víkingi og NSÍ beint í hølunum. Hóast tað, so vil Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, ikki hoyra talan um gummibein. – Gummibein er ikki aktuelt, tí um vit áðrenn kappingar­árið høvdu tosað um eitt ligið nummar eitt, so høvdu fólk flent eftir okkum. Vit hugsa bara um at fáa so nógv stig sum gjørligt, sigur Mikkjal. Tað legst bara afturat við spenningi, tí næsta umfar fer KÍ á vitjan hjá júst Víkingi. albinus@sosialurin.fo SPÆLARAMETING 1 til 6 FÓTBÓLTUR Bláa Bylgjan, sum hevur verið einaráðandi uttanfyri vøllin í ár, fekk mótspæl frá Guliganz. Tá ið NSÍ var á odda 2-0 og klaksvíkingar vóru nakað kúrrir, sungu runavíkingar “Bláa Bylgjan, Bláa Bylgjan, hvar ert tú?”. Gott við kapping Gaman í var tað vindur, men so nógvur var tað nú heldur ikki, at liðini kundu brúka tað sum umbering fyri at spæla illa í fyrra hálvleiki. Nógv var upp á spæl og tey tóktust læst – tíbetur, so varð hondbremsan slept eftir 1-0-málið FYRSTUFERÐ KÍ VAR MÁLLEYST Tá ið KÍ tapti 2-0 ímóti NSÍ í gjár, var tað fyrstu ferð í landskappingini í ár, at KÍ ikki kom á máltalvuna. Klaksvíkingar hava annars verið raskir at skjóta mál – nevniliga 2,27 mál í miðal pr. dyst. NSÍ hevur eftir dystin í gjár sama miðaltal NSÍ-KÍ 2-0 (0-0) 1-0: Per Langgaard 48. 2-0: Árni Frederiksberg 64. Dómari: Lars Müller NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Tobias Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Betuel Hansen, Nikolaj Køhlert, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Jann Martin Mortensen (Petur Knudsen, 85.) Gult kort: Betuel Hansen, Jann Martin Mortensen Venjari: Anders Gerber KÍ: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Jonas Flindt Rasmussen (Tórur Justesen, 46./Niels Pauli Danielsen, 69.), Mayowa Oladele Alli – Dávid Langgaard, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (Heðin Klakstein, 83.), Hjalgrím Elttør – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð Gult kort: Jákup B. Andreasen, Sørmundur Kalsø Venjari: Mikkjal Thomassen OYRA UMMIBEIN Mikkjal Thomassen: NSÍ var eitt vet betri Mikkjal Thomassen, KÍ-venjari, hevði ikki hug at koma við nakrari umbering fyri 2-0-tapið. – Eg haldi yvirordnað, at NSÍ var eitt vet betri enn vit. Ikki nógv betri, men betri. Í fyrra hálvleiki høvdu vit ein risa møguleika, og fór hann inn, so kundi tað sæð øðrvísi, sigur Mikkjal og heldur fram: – Vit mistu takið á dystinum fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og tað kláraðu vit ikki at hondtera. Vit komu rímiliga væl inn aftur í dystin, tí NSÍ gav okkum nakað av initiativ, men hetta var fyrstu ferð í ár vit ikki klára at skora í landskappingini, og tað uppsummerar dagin fyri okkara viðkomandi, sigur hann. Mikkjal Thomassen hevur áður vunnið meistaraheitið sum venjari við B36, og hann man tískil hava uppskriftina upp á hvat er umráðandi fyri KÍ, nú farið verður undir teir síðstu avgerandi dystirnar. – Vit skulu halda okkum til nøkur grundleggjandi ting, sum vit duga, og sum vit vita rigga. Vit skulu minimera feilir, men heldur ikki blíva læstir. Tað royna vit at tosa saman um, uttan at gera tað til ein trupulleika, sigur Mikkjal, sum leggur afturat, at hann gleðir seg til dystin ímóti Víkingi, og at hann væntar tað fer at vera stavn um stavn í oddastríðnum.