Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Filip. Hvussu kennist tað at skora avgerandi málið í útidystinum móti HB? Tað kennist frálíkt. Tað var ein harður dystur, so tað var um­ ráðandi at fáa tey 3 stigini – higar­ til 3 tey týdningarmestu stigini í ár. Og at skora avgerandi málið ger tað bara betur Um eina viku spæla tit FM-brak móti KÍ, sum er títt fyrrverandi felag. Hvussu kennist tað? Eg gleði meg altíð at spæla móti KÍ, tí tá er man eyka uppsettur, av tí at eg havi spælt har fyrr. Tað verður ein harður dystur, tí bæði liðini eru í góðum formi, sjálvt um vit ikki hava vunnið móti teimum í ár. Vit eru serstakliga svangir eftir at geva teimum hevnd fyri finaluna! Hvussu sært tú møguleikarnar hjá tykkum í FM-stríðnum? Alt er møguligt. Sum støðan er nú, er tað upp til okkum, so tað ræður um at gera okkara besta, og at vinna fimm teir seinastu dystirnar. Men allir dystirnir sum eru eftir, eru serstakliga truplir. Hvussu væl nøgdur ert tú við títt kappingarár persónliga? Eg varð skurðviðgjørdur í knæ­ num í januar, so eg var eitt sindur stúrin undan kappingini. Men hetta hevur verið besta árið hjá mær higartil. Havi skora 10 mál, og ætli mær at fáa nøkur afturat, so eg eri nøgdur. Hvussu gongur tað við at fáa føroyskt pass, soleiðis at tú kanst spæla á landsliðnum? Tað gongur seint, tí alt tekur so langa tíð. So í løtuni bíði eg bara eftir góðum nýggjheitum, men eg veit ikki um tað verður í næstu viku ella í næsta ár. Eg hopi ikki at tað verður ov leingi til eg kann spæla fyri Føroyar. Vikan ið fór Krista Mørkøre, sum umboðar Føroyar, luttekur í paraolympisku leikunum. Hon kemur ikki víðari í fyrstu kappingini Føroyska A-landsliðið spælir málleysan javnleik móti Ungarn í fyrsta dystinum í HM 2018 undankappingini. Føroyar eru nærri sigrinum og raka millum annað stongina Føroyska U21 landsliðið fær sítt fyrsta stig í næst seinasta dystinum í EM 2017 undankappingini við 1-1 javnleiki móti Aserbadjan. Ári Mohr Jónsson skorar føroyska málið Neistakvinnur tapa við tveimum í fyrra Evropa Cup dystinum móti rumsenska CSM Ploiesti, ið bara hevði átta spælarar við til dystin B71 og AB flyta niður í 2.deild, meðan uppflytingarveitslan hjá 07 Vestur er útsett í eina viku, eftir at Giza Hoyvík vann á Dungasandi Føroyska talvlandsliðið ger um seg í talvolympiaduni í Baku í Aserbadjan. Serliga Helgi Dam Ziska stendur seg væl á fyrsta borðið ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR »Sum venjari havi eg ongantíð hitt nakran, ið kann samanberast við Ray Parlour. Orsøkin er einføld – øll elskaðu hann.« Soleiðis skrivar venjarin hjá Arsenal, Arsène Wenger, í for­ orð­unum til sjálvsævisøguna hjá Ray Parlour, ið spældi við Arsenal frá 1992-2004. Afturat at vera ein sannur slítari á miðvøllinum, so dugdi Parlour sanniliga eisini at stuttleika sær uttanfyri vøllin. Bókin byrjar við, at Parlour for­ telur, at hann drakk seg skít dagin eftir, at hann við einum dreyma­ máli hevði skorað eina málið í FA Cup-finaluni ímóti Chelsea í 2002, ið Arsenal vann 2-0. Hetta var tó ikki so smart, tí at bert tríggjar dagar eftir, at Parlour hevði gingið í ørviti, skuldi Arsenal spæla avgerandi dyst ímóti Manchester United á Old Trafford. Vann Arsenal hendan dystin, so vann felagið meistaraheitið á heima­ vøllin­um hjá sínum arvafígginda. Ray Parlour líkt, so spældi hann sín lívs dyst hendan dystin, og Arsenal vann 1-0. Men Wenger hevði ikki ánilsi av, hvussu kúlla­ sligur Ray Parlour hevði verið bara tríggjar dagar framman­undan. Saman við besta vinmanni sínum í Arsenal, Tony Adams, drakk Ray Parlour illa uttanfyri vøllin. Mangt broyttist tó, tá ið Arsène Wenger kom til sum venjari í 1996. Wenger koll­velti enskan fótbólt við sínum høgu krøv­um um venjing og sunnan lívs­stíl. Parlour tók krøvini hjá Wenger til eftirtektar, og góðu úrslitini vóru har­eftir. Við Ray Parlour á liðnum vann Arsenal Premier League tríggjar ferðir og FA Cup tríggjar ferðir. Hæddar­ punktið hjá Ray Parlour á yrkis­ leiðini var í hansara síðsta kappingar­ári sum Arsenal- leikari, tá ið hann var við á lið­ num hjá Arsenal, sum fór ósigrað ígjøgnum Premier League í 2004.. LES UM: Tú ert áhugaður í lívinum hjá yrkisleikarum uttanfyri vøllin IKKI LES UM: Tú hatar Arsenal HVUSSU ER AT LESA: Bókin er skemtilig, áhugaverd og erlig HVAT SIGUR TÚ: Bókin er viðkomandi at lesa fyri tey, sum hava stóran áhuga fyri enskum fótbólti NELI HELDARSKARÐ Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ INFO: Ray Parlour er tann leikarin, sum hevur spælt flestar dystir fyri Arsenal í Premier League. Dystartalið hjá honum er 333 Tað sigur Ole Gunnar Solskjer, sum heldur at tað er ov lætt at spæla fótbólt á graslíki í mun til grasi Lucas Leiva, sum kosaði mál fyri Liverpool móti Leicester, tók sær av løttum aftaná 4-1 sigurin – Graslíki skaðar menningina av norskum fótbóltsspælarum – Hatta var mítt fyrsta upplegg í tíggja ár Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Filip Djordjevic Aldur: 22 Starv: Fótbóltsleikari (Víkingur) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Borussia Dortmund vinnur Champions League, B36 vinnur FM og føroyska A-landsliðið vinnur tvær ferðir á Malta í HM undan kapping. Hvat er árið? 2 Jens Martin Kundsen, Uni Arge, Jens Erik Rasmussen, John Petersen og Sámal Joensen hava allir spælt við íslendskum felagi, ið ikki er til longur. Hvat er navnið á felagnum? 3 Nær vann Liverpool seinast enska meistaraheitið? 4 19 ára gamli Kelechi Iheanacho skoraði í Manchester grannadystinum. Hvørjum landi er áleyparin hjá Manchester City frá? 5 Nær danska stórfelagið FCK sett á stovn? 6 Tveir føroyskir fótbóltsspælarar hava spælt við Brøndby IF í Superlinguni. Hvørjir eru teir báðir? 7 Hvussu eitur týska stjørnuskotið í tennis hjá kvinnum, sum júst hevur vunnið US Open? 8 Hvør er spælarin á myndini? (Vel liðmyndina hjá landsliðnum móti Ungarn og strika ein spælara út) ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 1997 2: Leiftur 3: 1990 4: Nigeria 5: 1992 6: Jón Rói Jacobsen og René Shaki Joensen 7: Angelique Kerber 8: Hans Jørgen Djurhuus ÍTRÓTTAR UMMÆLI BÓKIN: The Romford Pelé - it’s only Ray Parlour’s autobiography