Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. september 2016 · Nr. 104 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge Tað tók Cristiano Ronaldo bara seks minuttir, at skjóta mál í 5-2 sigrinum á Osasunua um vikuskiftið. Tey mundu vera mong, ið vóru stúrin, tá Cristiano Ronaldo mátti lata seg skifta út við at síggja til álvarsamum knæskaða í EM finlauni. Ein slíkur skaði kann blíva drúgvur. Fyrstu boðini vóru, at landsliðsferðin til Føroya var í vanda. Nú er so greitt, at fyribils er Cristiano Ronaldo klárur aftur. Ronaldo á máltalvuna Cristiano Ronaldo var í gjár á vøllinum aftur fyri fyrstu ferð síðani EM finaluna, tá hann fór skaddur av vøllinum. Hann kvittaði við at skjóta mál. Real Madrid hevði vitjan av Osasuna. Undan dystinum boðaði Cristiano Ronaldo frá, at hann var tøkur at spæla ein tíma. Hann spældi 66 minuttir í 5-2 sigrinum og skoraði eitt mál. Málið kom longu aftaná seks minuttir. Hinir málskjúttarnar vóru Danilo, Sergio Ramos, Pepe og Luka Modric. Sostatt er endaliga greitt, at Cristiano Ronaldo er komin seg eftir knæskaðan í EM finaluni móti Fraklandi, og er fyribils tøkur til landsdystin móti Føroyum á Tórsvølli 10. oktober. Landsliðið úttikið um tvær vikur Tað kemst ikki uttan um, at Cristiano Ronaldo verður stóra snúningspunktið, tá komandi landsliðsvikan verður. Fyri Lars Olsen og okkara menn, so snýr hetta seg um tveir landsdystir. Fyrst úti móti Lettlandi og síðani heima móti Portugal. Fyri Føroyar, so hevur dysturin í Lettlandi helst størri týdning, tí tað er heldur teimum og Andorra vit eru í beinleiðis kapping við, meðan evropameistararnir eru í kapping við Sveis og Ungarn at koma til HM endaspælið. Tað er hørð kapping um at koma á landsliðið. Tað er eisini hørð kapping um plássini á vøllinum. Lars Olsen hevur longu boðað frá, at verða broytingar millum dystirnar. Føroyska landsliðið verður úttikið mánadagin 26. septembur klokkan 10. trondur@sosialurin.fo Tað var ein tíð tá atgongumerkini kostaðu fleiri hundrað krónur til ein landsdyst. Tað var ómøguligt at fara til landsdyst við familjuni, um tú hevði vanligt arbeiði. Tað kostaði væl yvir túsund krónur. Síðani er nógv broytt. Atgongumerkjaprísurin er farin heilt niður á hundrað krónur, umstøður til dyst blivnar nógv betri, og landsliðið við. Nú er bara trupulleikin, at atgongumerki kostar so lítið, at tey sum keypa tað ikki leggja í, um tey ikki brúka tað. Tað verður heldur ikki selt víðari, tí tað er ikki ómakin vert. Hvat er ein hundraðkrónuseðil verdur í dag? Tað sæst tíverri aftur á áskoðaraplássunum, tá føroyska landsliðið spælir. Nógv tóm setur sjálvt um tak nú er yvir tveimum triðingum av Tórsvølli. Hetta var ikki bara móti Ungarn, har fólk settist aftur av veðrinum – serliga har tað ikki er landfast. Tað er til at skilja. Men hetta hendi eisini til dystin móti Grikkalandi farna summar. Hetta er eitt risa irritatiónspunkt fyri allar partar. Tey, sum ikki fáa atgongumerki eru sjálvandi ørg um tað, tá tað er útselt. Men mest av øllum, so gevur tað ein ótrúliga ringt signal til umheimin, tá okkara dystir verða sjónvarpaðir kring allan heimin. Ein samanbering hevur verið við eitt nú Atlantic Airways, har tú við at bíleggja tveir mánaðar framanundan kann fáa einvegis flogferðaseðlar fyri 799,-. Nú bíleggja fólk sær setur – soleiðis inn case tú fær brúk fyri tí, men til ta tíð er okkurt broytt. Tað kostar eins nógv at broyta seðilin, so tað endar við at flúgvarin er ”fullur”, men øll møta ikki upp. Vandin í hesum er, at tað ein loysn upp á sleppa undan at fólk keypa uttan at brúka, er at seta prísin á atgongumerkjunum upp. Tað munnu verða fægstu, ið halda tað er rætta leiðin.Okkurt má gerast fyri at koma hesum til lívs, tí tað verður ikki til at halda at síggja fleiri tóm setur til dystin móti Portugal. trondur@sosialurin.fo Pengar hava einki virðið longur CRISTIANO RONALDO KLÁRUR TIL TÓRSVØLL Heimsins besti fótbóltsspælari er aftur á vøllinum. Tað merkir, at hann í verandi løtu er tøkur til landsdystin móti Føroyum 10. oktober, sum verður á Tórsvølli