mánadagur 12. september 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
S
íðani 2003 hava Regin og
Heidi Guttesen við familju búð
í Italia, har tey arbeiða sum
samkomukveikjarar. Fyrstu trý árini
búðu tey í Napoli og lærdu seg málið,
men síðani hava tey búð í landsluti
num Molise, sum liggur í suður-Italia,
nærindis Napoli.
Regin Guttesen sigur, at í sam
komuarbeiðinum fáast tey nógv við
tónleik og sosialt arbeiði. Millum
annað undirvísa tey bygdafólki í ensk
um. Seinastu árini hevur flóttafólka
kreppan í Sýra og Norðurafrika tó fylt
nógv í gerandisdegnum.
- Leysliga mett eru eini 200 flótta
fólk komin til hetta økið, sum vit
virka í. Talan er um 10 smáar bygdir,
hvør teirra á stødd við Fuglafjørð, so
flóttafólkini síggjast skjótt aftur á
gøtunum. Eg vil meta, at um helvtin
av flóttafólkunum eru úr miðeystri
og norðurafrika, meðan hin helvtin er
frá Afrika sunnan fyri Sahara, greiðir
hann frá.
Yvir 100.000 flóttafólk eru komin
til Italia úr norðurafrika í ár. Síðani
borgarakríggið í Sýria brast á í 2014
eru 400.000 flóttafólk komin til
Italia. Tey vera slúsað út til øll øki í
landinum, eisini smærru bygdirnar,
greiðir Regin Guttesen frá.
- Vit nýta nógva tíð at hjálpa teim
um við integrering. Vit royna at læra
tey málið og at hjálpa teimum við frí
tíðarítrivi. Nøkur teirra eru heilt illa
fyri og hava tørv á mati og klæðum.
Uppgávurnar eru nógvar og krevja
nógv, sigur Regin Guttesen.
Her í Føroyum kenna vit best
Regin Guttesen sum tónleikara, og
hann hevur ikki lagt tónleikin heilt frá
sær. Hann spælir við lokalum bólkum
og ferðast nakað runt í Italia við tón
leikinum.
Nú eru skjótt sjey ár síðani, at
Regin Guttesen seinast lat eina fløgu
úr hondum í Føroyum, men seinni í
ár kemur ein nýggj útgáva á mark
naðin. Vanliga fæst hann við lættan
rytmiskan tónleik, men fløgan Mo
mento, sum verður útgivin 2. novem
bur, skilir seg burtur frá hinum. Hon
er nevniliga fyri tað mesta ein instru
mental útgáva.
- Hóast eg vanliga fáist við lættan
rytmiskan tónleik, so havi eg altíð
fingist við at spæla klaverstykkir. Eg
lurti nógv eftir instrumentalum tón
leiki. Alt frá jazzi til klassiskt, hóast
eg hvørki eri jazz ella klassiskur tón
leikari. Útgávan eitur “Momento”, sum
merkir “løta” ella “eygablik”. Tey 14
løgini, sum verða á fløguni, eru ein
samling av løgum, sum eru gjørd í
teimum stillu løtunum tey seinastu
20 árini, sigur hann.
Regin Guttesen gjørdist lands
kendur sum tónleikari, tá hann í
1992 gjørdi útgávuna Ein Glotti Fyri
Framman saman við M. C. Restorff.
Hendan fløgan og kanska serliga
sangurin við sama heiti, vóru nógv
spæld í útvarpinum komandi árini. Í
1997 kom Writing You a Song, í 2001
kom Xenos og í 2009 kom Fjakkari
og í 2012 italska fløgan Straniero.
Momento verður sostatt sætta út
gáva hansara.
Eins og vanligt hevur Regin Gutte
sen fingið dugnaligar tónleikarar aftur
at sær, men á hesi fløguni fær hann
eisini hjálp frá makedónska symfoni
orkestrinum.
- Tað er ein gamal dreymur at
spæla hesi løgini saman við ein
um symfoniorkestri. Men tað er ikki
bara at siga tað, at fáa eitt heilt
symfoniorkestur við á eina fløgu. Mát
in, ið makedónska symfoniorkestrið
arbeiðir, ger tað meira atkomiligt, sig
ur Regin Guttesen. Umframt orkestr
ið, eru tað eisini føroyskir og ameri
kanskir tónleikarar og sangarar við á
Momento. Upptøkurnar eru gjørdar í
Italia, Makedónia, Amerika og í Før
oyum.
- Í løtuni verður seinasta hond
løgd á tónleikin. Vit sita júst nú í
Keypmannahavn og ljóðblanda út
gávuna. Tað er vinmaðurin Óli Poul
sen sum ljóðblandar, sigur Regin
Guttesen.
Fløgan kemur út í Føroyum tann
2. novembur, og verður eisini at fáa
á iTunes.
Stillu løturnar
fangaðar á fløgu
Regin Guttesen skiftir stíl, tá hann í vetur sleppur instrumentalu útgávuni Memento