mánadagur 12. september 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nes Kommuna
12
TEMA
Seinastu tíðina hevur hann rokast
við at fáa grundstykkini klár, soleiðis
at tey kunnu asfalterast í næstum.
Og talan er um eitt arbeiði, ið hann
kennir væl. Eyðfinn Johannesen hevur
nevniliga arbeitt við maskinum alt sítt
lív.
– Eg byrjaði, tá eg var 18 ára
gamal og eri 52 ára gamal í dag. So
eg havi verið í gongd í góð tretivu ár.
Eg byrjaði fyrst við maskinum, men
keypti ein kranabil seinni, greiðir
Eyðfinn Johannesen frá.
Nokk at gera
Sostatt eru 34 ár síðan, at Eyðfinn
Johannesen byrjaði sítt virksemi, ið
hevur heimstað á Toftum. Hóast fleiri
kreppur hava verið hetta tíðarskeiðið,
so letur hann væl at.
– Eg byrjaði í teimum góðu
tíðunum í 1982. So tað gekk væl
beinanvegin og hevur gingið fínt
síðan. Men sjálvandi svingar tað
sum hjá øllum øðrum, sigur Eyðfinn
Johannesen.
Sjálvur metir Eyðfinn Johannesen,
at nýggi tunnilin fer at økja um
eftirspurningin.
– Eg haldi, at tað sær gott út. Tað
verður lættari at koma til Havnar,
har fleiri kundar eru, sigur Eyðfinn
Johannesen.
Hóast EJ Maskinur hevur havt mest
at gjørt í Nes kommunu í seinastuni,
so átekur fyritøkan sær at gera
uppgávur um alt landið.
– Fyritøkan bjóðar seg fram til alt
møguligt arbeiði. Vit kunnu planera,
drena og leggja ristir í til eitt nýtt
grundstykki, og so laða vit eisini
garðar, sigur Eyðfinn Johannesen,
ið vanliga arbeiðir einsamallur, men
viðhvørt hevur fólk aftrat sær.
Tað er Fróði Lamhauge, ið einsamallur
eigur og rekur fyritøkuna, ið liggur við
havnarlagið í bygdini. Aftrat sær hevur
hann tveir persónar í starvi.
– Vit hava nokk at takast við. At
byrja við var minni at gera, men nú
fólk hava hoyrt um okkum, so hevur
tað vundið upp á seg, soleiðis at vit í
dag hava ríkiligt at gera, sigur stjórin.
Allar vanligar umvælingar
Sjálvur er Fróði Lamhauge útbúgvin
bilsmiður, og bjóðar verkstaðið eisini
allar vanligar tænastur til bileigarar.
– Vit gera allar vanligar um
vælingar, mekaniskt og elektroniskt,
so sum motorskift, bremsur, dekkskift
og oljuskift. Vit kunnu gera allar
umvælingar á vanligum bilum og
smærri
lastbilum,
greiðir
Fróði
Lamhauge frá.
At kundarnir eru nøgdir við veittu
tænastuna er týdningarmikið fyri
eina nýggja fyritøku, ásannar Fróði
Lamhauge.
– Vit royna at geva kundunum eina
so góða tænastu sum gjørligt, so at
teir vera glaðir. Tað tykist at virka,
tí kundarnir koma aftur og vit hava
fingið ein fastan kundaskara.
Eru til reiðar
Í løtuni koma flestu kundarnir av
Runavík og Toftum, men um ikki so
langa tíð, so kemur Eysturoyartunnilin
upp nærhendis verkstaðnum. Tað
kann bæði hava fyrimunir og vansar
við sær, metir Fróði Lamhauge.
– Vit eru til reiðar tá tunnilin
kemur. Tað er ringt at siga hvørja
ávirkan tunnil fær, men eg vænti,
at tað hjálpir upp á grundarlagið, tí
Strendur og Skála verður knýtt nærri
okkum. Men tað kann ganga hinvegin,
at kundarnir fara til Havnar, sigur
Fróði Lamhauge.
Nýggju grundstykkini hjá Nes Kommunu við Lýðarsvegin á Toftum hava seinastu
vikurnar verið arbeiðsplássið hjá 52 ára gamla Eyðfinn Johannesen, ið eigur og rekur
fyritøkuna EJ Maskinur, ið er ein fyritøka, ið tekst við ymiskt maskinarbeiði
19. september verður eitt ár síðan, at Bilverkstaðið á Toftum lat upp dyrnar á fyrsta
sinni við Rætt 6 á Toftum. Talan er um einasta bilverkstaðið í kommununi
Tunnilin fer at økja
um eftirspurning
Hevur havt bilverkstað á Toftum í eitt ár