Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 175 - 15. september 2004 Nr. 175 - 15. september 2004 3 Ikki norskt flagg Stóra norska reiðaríið Wilh. Wilhelmsen hevur saman við øðrum bílagt 24 farmaskip, men einki teirra fer at sigla undir norskum flaggi. Wilh. Wilhelmsen hevur 23 skip í norsku altjóða skipaskráseting- ini, NIS, og trý sigla undir amerikonskum flaggi. Stjórin í reiðarí- num, Sjur Galtung, sigur við Aftenposten, at tey hava ongar ætlanir um at taka nakað av skipunum úr NIS, men hinvegin hava tey heldur ongar ætlanir um at skráseta fleiri skip har. Hann sigur, at treytirnar eru ikki nóg góðar saman- borið við treytirnar, sum reiðaríið kann fáa aðra- staðni. Fyribils er av- gjørt, at sjey av teimum nýggju skipunum verða skrásett í Bretlandi, Fraklandi og Singapore. Samstundis er tað ein sannroynd, at skipatalið í norsku altjóða skipa- skrásetingini minkar støðugt. Á nýggjárinum vóru skip upp á tilsam- ans 25,9 milliónir tons deyðvekt skrásett í NIS, og tað er 35 prosent minni enn í 1991, tá skipatalið var upp á tað mesta, skrivar Aften- posten. Bara kanningar hjálpa Í Danmark eru Ráðið fyri Ferðslutrygd og løgreglan á einum máli um, at kanningar á veg- unum er tað einasta, sum kann fáa fólk at lata bilin standa, tá tey hava drukkið í meira lagi. Í síðstu viku gjørdi ferðsluløgreglan eitt átak á vegunum nógva- staðni í Danmark, og frá hósdegnum til leygar- dagin tók løgreglan 143 fólk, sum koyrdu við kenning. Tað er á leið sama tal sum í einum tilsvarandi átaki í fjør. Asger Lund Kristensen hjá ferðsluløgregluni sigur, at har høvdu tey ikki væntað, at so nógvir bilførarar koyrdu ávirk- aðir, tí myndugleikarnir hava ferð eftir ferð ávarað fólk ímóti at seta seg í bilin, tá tey hava drukkið ov nógv. Á Ráðnum fyri Ferðslutrygd eru tey kortini sannførd um, at kanningar eru tað ein- asta, sum kann fáa fólk at lata bilin standa. Um jóltíðir vita fólk, at løg- reglan er á vegunum, og tá verða færri tikin enn eitt nú í síðstu viku, og tað sigur, hvønn týdning kanningarnar hava, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Løgreglan tekur undir við hesum, men sigur seg ikki hava møguleika at gera fleiri kanningar, enn hon ger. Forsetin skrivar bøkur Í Turkmenistan hava fólk fingið boð um at lesa eina bók, sum júst er komin út, tí sambært høvundinum fara tey at fáa gagn av at lesa bók- ina. Høvundurin er turk- menski forsetin, Sapa- murat Niyazov, og hann hevur givið bókini heitið "Sálarinnar bók". Sam- bært BBC greiðir bókin frá landsins søgu, so- leiðis sum forsetin tulk- ar hana, og hon er longu vorðin lesibók í skúlun- um. Harafturat hava allir turkmenar fingið boð um at taka bókina fram hvønn leygardag. Sapamurat Niyazov hevur stýrt Turkmeni- stan við harðari hond, síðani hann tók valdið í 1995. Í 1999 gjørdi hann av, at hann verður sit- andi í forsetaembætin- um, so leingi hann livir. Fyrr í ár setti hann ungum monnum forboð fyri at bera skegg og at ganga við síðum hári, og í summar kunngjørdi hann, at hann hevði gjørt av at byggja eitt slott úr ísi mitt í landinum, sum er eitt tað heitasta staðið á Jørðini. Víkingalutir heimaftur Eftir tógvið stríð hevur Tjóðarsavnið í Keyp- mannahavn fingið fatur á nøkrum myntum, sum stava frá víkingatíðini, men sum vóru endaðar í Týsklandi. Myntirnar eru frá 1060, men eingin visti nakað um tær, fyrr enn tær stóðu til sølu uttan- lands. Í 1997 frætti Tjóðarsavnið um mynt- irnar, og savnið bað alt fyri eitt løgregluna um hjálp, tí tað var greitt, at onkur hevði flutt myntir- nar av landinum, og tað er ólógligt. Á marknað- inum eru myntirnar umleið eina millión krónur verdar, men sambært Politiken hevur Tjóðarsavnið í Keyp- mannahavn ikki goldið so nógv fyri at fáa tær aftur. Myntirnar eru 413 í tali, men eingin veit, hvar tær vósu, áðrenn tær vórðu seldar av landinum. Nú kunnu amerikan- ararnir aftur fara í handilin at keypa sær vápn VÁPNASØLA Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanarar, sum kunnu vísa handilsmanninum, at teir hava ikki gjørt nakað revsivert, kunnu nú aftur keypa sær eina AK-47, ein Uzi ella okkurt annað vápn. Forboðið ímóti vápna- sølu fór úr gildi á midnátt fyrrakvøldið. Demokrat- arnir og teir amerikonsku løgregluovastarnir hava roynt at fáa forboðið longt, men Kongressin, har repu- blikanararnir hava meiri- luta, vildi ikki taka stig til tess. Forboðið ímóti vápna- sølu kom í gildi í 1994 aftan á nakrar sera álvars- samar tilburðir í Kalifornia, har fleiri fólk vórðu skotin. Tey, sum taka undir við at loyva vápnasøluni, vísa á, at forboðið hevur ikki havt stórvegis ávirkan, og tað er eisini partvíst rætt, skrivar AP. Tey seinastu tíggju árini hevur tað víst seg, at vápna- verksmiðjurnar hava broytt fleiri vápn, soleiðis at tey sluppu uttan um forboðið, og harafturat vóru eisini fleiri hol í forboðslógini. Men amerikanska løg- reglan er ímóti, at forboðið nú er sett úr gildi, og hon vil hava George W. Bush, forseta at leingja lógina. Sjálvur hevur forsetin sagt, at hann er til reiðar at skriva undir eitt longri forboð, um Kongressin biður hann gera tað. Men tann republi- kanski meirilutin í Kon- gressini vil ikki senda for- setanum eina slíka áheitan. Í einari nýggjari bók verður George W. Bush, forseti, lagdur undir at hava brúkt rúsevni BÓK Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn einaferð hevur ameri- kanski rithøvundurin Kitty Kelly gjørt vart við á ein slíkan hátt, at navn hennara er í øllum amerikonskum fjølmiðlum. Hon er kend fyri sínar ævisøgur og hev- ur millum annað skriva bøkur um Frank Sinatra, Elizabeth Taylor, Nancy Reagan og Elisabeth breta- drotning. Felags fyri bøk- urnar er, at høvundurin fer sera nær teimum, sum hon skrivar um, og at hon skrivar ymiskt, sum eingin ella í hvussu er fáur annar hevði tikið upp á tunguna. Nú hevur hon skrivað eina bók um George W. Bush, forseta, og heldur ikki í hesari bókini leggur høvundurin fingrarnar ímillum. Eitt nú vil Kitty Kelly vera við, at tá George Bush eldri var forseti frá 1989 til 1993, plagdu George yngri og bróðurin Marvin at nýta rúsevnið kokain, tá teir vóru og vitjaðu pápan í Camp David. Hetta hendi ikki bara einaferð, men fleiri ferðir, skrivar hon. Hvaðani hon hevur upp- lýsingarnar? Jú, Kitty Kelly so líkt hevur hon upplýs- ingarnar frá Sharon Bush, sum er fyrrverandi kona Neil Bush, sum er bróður forsetans. Síðani bókin kom út, hevur Sharon Bush roynt at avsanna tað, sum stendur í bókini, men hon tóktist ikki serliga sann- førandi, skrivar Jyllands- posturin. Hvítu Húsini hava av- sannað alt, sum stendur í bókini. Talsmaðurin hjá Bush, forseta segði mána- dagin, at einki hald er í tí, sum Kitty Kelly skrivar. Sambært Jyllandspost- inum er tað ivasamt, um bókin um Bush fer at fáa nakra ávirkan á forsetavalið í heyst, men hansara ráð- gevar fáa eitt sindur afturat at gera. UTTAN ÚR HEIMI Nýggj bók kemur Bush illa við Hesin handilsmaðurin í Dallas í Texas vísir ein part av úrvalinum, sum hann nú aftur kann selja Mynd: Reuters Kunnu aftur keypa vápn í handlinum George W. Bush hevur fyrr sagt, at hann hevur ikki brúkt rúsevni síðani 1974, men sambært einari nýggjari bók brúkti hann kokain í nítiárunum Mynd: Reuters Fólk í Húsavík kundu bara standa og eygleiða, at trý áttamannafør í bygdini fóru til botns í bátahylinum mána- dagin, tá ið illveðrið var av tí ringasta SKAÐAVEÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein ræðulig løta hjá húsavíkingum um fýratíð- ina seinnapartin mánadag- in, tá ið ógvusligt brim sendi trý áttamannafør, sum lógu inni í bátahylinum, til botns, meðan bygdarfólk hjálparleyst stóð og hugdi at. Aldrin upplivað líknandi kreftir Ein av teimum trimum bát- unum, sum fór til botns, var »Jens Pauli«, sum hjúnini Liljan og Janus Sørensen í Húsavík eiga. Liljan, sum er ættað úr Havn, greiðir frá, at tey 17 árini, sum hon hevur búð í bygdini, hevur hon aldrin upplivað nakað líknandi. – Tað vóru einar øgiligar kreftir, sum tá vóru upp á spæl. Brimbrotini vóru sum húsaveggir, og tey skolaðu inn yvir báta- hylin, greiðir Liljan Søren- sen frá. Nógva brimið í Húsavík byrjaði longu leygardagin, men sunnudagin eydnaðist tað monnunum í bygdini at fáa tríggjar smábátar, sum eisini lógu í bátahylinum, drignar upp á turt, men tað eydnaðist ikki at fáa tey trý áttamannaførini upp, sigur Liljan Sørensen. Fóru við stuttum millumbili Klokkan fýra seinnapartin mánadagin var brimið so mikið ógvusligt, at tey trý áttamannaførini ikki megnaðu at halda tørn móti øgiligu náttúrukreftunum. – Okkara bátur var tann fyrsti, sum fór. Tað var ræðuligt at síggja. Hann stóð beint upp og niður, áðrenn hann fór til botns, greiðir Liljan Sørensen frá. Tað gingu heldur ikki meiri enn einir fimm minuttir, so fór tann næsti báturin, sigur Liljan, og lítla løtu seinni fór tann seinasti. – Tað varð ræðuligt bert at standa og hyggja at, men samstundis kann man gleð- ast um, at talan einans er um materiellan skaða, og at eingin mansskaði var. At gera eina roynd at bjarga bátunum, áðrenn teir fóru til botns, hevði verið óða- mannaverk, tí líkindini vóru so ring, sigur Liljan Sørensen. Vóru allir tryggjaðir Tíbetur vóru allir tríggir bátarnir, sum fóru til botns, tryggjaðir, men missurin er sjálvsagt stórur. Í gjár kom fólk frá tryggingini suður at meta um skaðarnar, og ætl- anin var at fáa froskmann niður at kanna bátarnar nærri. Allir tríggir bátarnir liggja framvegis á botnin- um í bátahylinum, og tá ið tryggingin hevur gjørt sínar kanningar, verður avgjørt, hvat síðani skal henda við bátunum. Bátahylurin í Húsavík liggur rættuliga ábart, og tryggingarfeløgini tryggja bert hylin í tíðarskeiðinum frá mai til oktobur, sigur Liljan Sørensen. – Bátarnir liggja tí ikki í hylinum í hesum tíðarskeiðinum, men vit hava eisini upplivað, at okkara bátur hevur verið fullur av sjógvi orsaka av illveðri, sum hevur verið á jóansøku, sigur Liljan Sørensen at enda. Eftir ætlan skuldi Norrøna lagt at bryggju í Havn mánamorgunin klokkan átta, men orsaka av illveðrinum fekk skipið ikki lagt at fyrr enn klokkan fimm týsmorgunin. Nógva seinkanin hevur tó onga ávirk- an á ferðaætlanina hjá Norrønu ILLVEÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var av ringasta veðri kring alt landið mánanátt- ina og mánadagin. Hetta førdi millum annað við sær, at Norrøna ikki fekk lagt at í Havn mánamorgunin, tí eystanættan er ein tann ringasta hjá skipinum at sleppa til bryggju í. Norrøna royndi um døg- urðatíð mánadagin, men komin inn á Eystaru Vág, gjørdist tað greitt, at tað fór ikki at bera til at leggja at bryggju, og tí var farið út í Nólsoyarfjørð aftur. Leiðin gekk síðani inn á Skála- fjørðin at kroka, og seinni seinnapartin mánadagin bar til at fáa lagt at bryggju í Runavík, soleiðis at tey fleiri enn 600 ferðafólkini sluppu í land. Tó noyddust bilar og farmur at verða verandi umborð. Viðraði betur á náttartíð Veðurforsøgnirnar søgdu, at vindurin fór at minka út á týsnáttina, og tí varð av- gjørt at gera eina roynd at leggja at í Havn um fimm- tíðina týsmorgunin. Tá viðraði eisini væl betur, og skipið hevði ongar trupul- leikar av at koma til bryggju. Teir okkurt um hálvthundrað bilarnir og allur farmurin var síðani flutt í land, og gjørt varð klárt til at fara víðari til Íslands. Sambært ferða- ætlanini skuldi Norrøna til Íslands klokkan sjey, og tann ætlanin bleiv hildin, verður upplýst á Smyril Line. Hepni í óhepni Mánadagurin var annars fyrsti dagurin í sonevndu vár/heyst ferðaætlanini hjá Norrønu, at tað kann ikki sigast annað enn at verða hepni í óhepni. Áki Jesper- sen, leiðari á skipsedeildini hjá Smyril Line, sigur, at sambært nýggju ferðaætl- anini skuldi Norrønu ikki av Havnini aftur fyrr enn týsmorgunin, og tískil førdi seinkanin á Havnina ikki við sær, at skipið var komið langt afturút í mun til ferða- ætlanina. – Hevði tað verið í summarsiglingini, at seink- ingini hevði komið fyri, hevði støðan verið ein heilt onnur, sigur Áki Jespersen. – Tað hevði tikið okkum langa tíð at siglt tað inn aftur, sigur hann. Stóðu hjálparleys og hugdu at Tað tók sína tíð Sum tað sæst á myndini vóru brimbrotini øgilig, sum skolaðu yvir bátahylin í Húsavík mánadagin Mynd: Oskar Oskarsson Tað tók sína tíð hjá Norrönu at sleppa at bryggju í Havn, men hóast hetta so heldur ferðaætlanin hjá skipinum Savnsmynd C M Y K 3 2