mánadagur 12. september 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 37 • 12. SEPTEMBER 2016
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Nes Kommuna
16
TEMA
Vilmund Jacobsen
Í
Nes kommunu er nógv og fjølbroytt
vinnulív.
Umframt alt, sum hevur við sjógv
in at gera, eru her byggifyritøkur, entre
prenørar, bilaverkstaður, el-innleggjarar,
handlar við matvørum, klæðum, tógvi
og virkaðum føroyskum pløggum - fyri
at nevna nøkur ting úr rúgvuni.
Fjølbroytt virksemi
Fiskamarknaður Føroya, sum er hin
einasti marknaðurin av sínum slag í
Føroyum, hevur altíð havt sína støð
á Toftum.
Heimahoyrandi í kommununi eru
skip og bátar, og her er landingar
miðstøð, kassamiðstøð, saltfiskavirki,
saltsøla, og her er plattavirki.
Bygningurin, har Landingarmiðstøð
Føroya áður helt til, er seldur Bakka
frosti, sum skal brúka bygningin til eina
stóra meginlandstøð í laksavinnuni.
Landingarmiðstøðin á Toftum,
sum seinni er stovnað, læt upp aftur
landingarvirksemi í bygninginum, har
Valhalla áður hevði sítt virksemi.
Umstøður broytast
Tíðin stendur ikki í stað. Umstøður
broytast, og tað gera fiskiflotin og
útróðrarflotin eisini.
Botnfiskaveiðan undir Føroyum
hevur verið svikalig seinnu árini, og
útróðrarvinnan hevur heldur ikki sæð
sínar bestu dagar. Samstundis er
kappingin innan landingarvirksemi
økt, og fyri nøkrum árum síðan læt
eisini landingarmiðstøð upp í Havn.
Føroyar hava fingið fleiri frysti
línuskip og trolarar sum frysta veiðina
umborð.
Við minkandi skipagrundarlagi hev
ur verið trupult at fáa lønsemi í land
ingarvirksemi, og tí er tað at fegnast
um, at menn í Nes kommunu trúgva
upp á, at her kortini er ein framtíð.
Nú eru tíbetur batar at hóma, bæði
hjá línuskipaflotanum og útróðrar
flotanum.
Ringvirkningar
Í Nes kommunu verður vónað, at
nýggja virksemi hjá Bakkafrosti á Toft
um, sum verður meginlandstøð fyri
nærmastu aliøkini hjá felagnum, fer
at geva arbeiði til nakrar hendur í Nes
kommunu, umframt at kommunan
fær lut í partafelagsskattinum hjá
stóru alifyritøkuni.
Vónað verður eisini, at virksemið
fer at geva nakrar ringvirkningar kring
um í kommununi.
Skrúva vit tíðina nakrar mánaðir
aftur, hevði fáur droymt um, at Bakka
frost fór at leggja eina meginlandstøð
á Toftum
At havnalagið eisini kann rúma
slíkum virksemi, merkir tó ikki neyð
turviliga, at hetta nýtist at ganga út
yvir annað virksemi á havnalagnum.
Ber saktans til
Tað ber saktans til at skipa og inn
rætta seg, so pláss er fyri øllum.
Nes kommuna roynir sum best at
skapa karmarnar, og so er tað upp til
vinnuna at síggja møguleikarnar og
skapa virksemi av ymiskum slag.
At annað virksemi enn tað traditio
nella stingur seg upp, nýtist ikki at
merkja, at møguleikarnir við traditio
nellu vinnuni verða skerdir.
Nes
kommuna
eigur
nógvan
bryggjukant og stórt uppland á
havnalagnum, og tá farið verður at
bora Eysturoyartunnilin, spyrjast iva
leyst nógvir møguleikar við tí gróti,
sum kemur frá tunnilsbyggingini.
Trúgvir á slóðini
Í fleiri ár hava partrolararnir, Eystur
búgvin og Vesturbúgvin, lagt gulllaks
in upp á Toftum í vertíðini, og soleiðis
hevur eisini verið í vertíðini hesaferð.
Nógv og fjølbroytt
vinnulív í Nes kommunu
Nes kommuna roynir sum best at skapa
karmar fyri fjølbroyttum vinnulívi, og so er
tað upp til vinnuna at síggja møguleikarnar
og skapa virksemi av ymiskum slag
Í Nes kommunu er nógv ymiskt vinnuvirksemi, og framvegis eru
fleiri skip og bátar heimahoyrandi í kommununi
Við havnalagið á Toftum eru nógv vinnuvirki - alt frá saltfiskavirki, saltgoymslu, kassamiðstøð, plattavirki og landingarmiðstøð til timbur-og bilaverkstað
Nes kommuna hevur eitt gott havnalag og nógv uppland. Nú Eysturoyartunnilin
verður boraður, fer hetta eisini at geva nýggjar avbjóðingar