mikudagur 15. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 175 - 15. september 2004
Nr. 175 - 15. september 2004
5
Ódnarveður herjaði
landið mánakvøldið
og eins og í restini av
landinum merktist
hetta í Vági. Vindurin
var nógvur og m.a.
merktist tað í skúla-
garðinum í Vági, har
regntungu graslíkis-
mátturnar fóru
uppfrá og langa leið
VINDUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ódnarveðrið mánakvøldið
merktist kring alt landið.
Regn og vindur. Í Vági
vóru áirnar um at fara um
áarbakkarnar
og
nógvi
vindurin tók ymiskt við
sær, so sum takplátur og
annað. Menn sóust úti í fer
við at bjarga tekjum og
leysagóðsi.
Í skúlagarðinum í Vági, á
skúlalagnum, liggja tungar
graslíkismáttur, sum komu
at liggja har í fjør, eftir at
vágbingar fingu nýggjan
fótbóltsvøll á Eiðinum.
Mátturnar eru tungar og
seymaðar saman tvær og
tvær. Fleiri mans máttu til
at bera tær, tá tær skuldu
leggjast. Nógv regn hevur
eisini verið seinnu dagarnar
og ger tað mátturnar tyngri.
Men stormurin mána-
kvøldið var harður og regn-
tungu grasmátturnar í utt-
ara enda av garðinum máttu
víkja. Tær fóru við vindin-
um og upp um hegnið og
hetta sigur eitt sindur um
vindmegina, sum hevur
verið upp á spæl mána-
kvøldið.
Tilboðið
Hetta er tilboðið,
sum Vágs Býráð
fekk frá lands-
stýrinum leygar-
dagin
Á fundi leygardagin,
gav landsstýrið Vágs,
Býráð eitt tilboð. Tað
var at flyta ætlaða
miðnámsskúlan
til
Hovs og leggja hann
har sum ein part í
einum skúladepli í
Hovi,
sum
eisini
skuldi rúma heilsu-
skúlanum og kanska
øðrum skúlum við.
Afturfyri skuldi eitt
røktarheim til 35 fólk
byggjast á stykkinum í
Vági, sum grivið út til
miðnámsskúlan.
Eitt røktarheim er
ógvuliga starvsfólka-
krevjandi og har eru
run troknað eitt starvs-
fólk til hvørt búfólk.
Sostatt hevði talan
verið um at sett 35
nýggj, almenn størv á
stovn í Vági. Hetta er
talan um føst størv,
sum krevja útbúgving-
ar og har lønin er
hampuliga góð. Og
her er talan um fastar
inntøkur, sum eru full-
komiliga óávirkaðar
av vánaligum fiski-
skapi og sveiggjum í
búskapinum annars.
Sostatt er talan um
sera støðugar inntøkur
antin tíðirnar so eru
góðar ella ringar.
Harumframt er í
nógv mestan mun tal-
an um konufólkastørv,
sum stórt trot er á
frammanundan.
Men Býráðið tók
ikki av hesum tilboði!
Borgarstjórin segði
við Sosialin í gjár, at
ongar ætlanir eru um
røktarheim og tað er
ein kommunal upp-
gáva, ið eigur at koma
frá
kommununum
sjálvum.
Harafturat
hevur Vága Býráð
stríðst fyri at fáa mið-
námsskúlan. Men vil
landsstyrið
byggja
røktarheim,
hava
vágbingar onki ímóti
tí, sama hvar tað verð-
ur bygt, tí tá eru vágb-
ingar eisini við, tí
kommunurnar eru fel-
ags um røktarheim,
segði Jógvan Krosslá
við Sosialin í gjár.
– Hevði Tvøroyrar
Býráð fingið sama
tilboð frá Landsstýr-
inum sum Vágs Býráð
fekk leygardagin,
høvdu vit gleðiliga
tikið av, sigur borgar-
stjórin
MENNINGARÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg skilji ikki, at vágb-
ingar kunnu siga nei til
flyta miðnámsskúlan til
Hovs afturfyri at fáa 35
almenn arbeiðspláss til
Suðuroyar.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, er
hálvgum skelkaður av at
Vágs Býráð ikki vildi taka
av tilboðnum, sum tað fekk
frá landsstýrinum leygar-
dagin.
Hann sigur, at fekk Tvør-
oyrar Býráð eitt tilboð frá
landsstýrinum um at fingið
35 almenn størv til oynna
afturfyri at flutt heilsuskúl-
an til Hovs, hevði Býráðið
gleðiliga tikið av.
– Tað einasta, sum hevur
týdning, er at skúlin verður
verandi í oynni.
Hann sigur, at fastar,
almennar inntøkur hava
serstakliga stóran týdning
fyri eitt pláss.
– Tað eru í veruleikanum
tær føstu inntøkurnar, sum
bera øllum uppi.
Hann nevnir at í Kvívík
búgva 200 færri fólk enn í
Hvalba, men í Kvívík er
inntøkan av kommunu-
skatti kortini tvær milliónir
hægri enn í Hvalba.
Borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at tað er eitt dømi
um, hvussu stóran týdning
tær almennu lønirnar hava
fyri kommunukassarnar, tí
flestu kvívíkingar arbeiða í
Havn, har teir hava fastar
lønir, sum í nógvum førum
eru almennar.
Vágs Býráð heldur, at
hóast tað blivu 35 almenn
størv í Vági, er tað ikki vist,
at tað hevði komið Vági til
góðar, tí talan hevði bara
verið um, at vágbingar, sum
arbeiddu á Ellis- og Røktar-
heiminum á Tvøroyri og á
Suðuroyar
Sjúkrahúsi,
høvdu skift starv og høvdu
komið suður at arbeitt.
Slíka grundgeing skilir
Kristin Michelsen ikki.
– Vágs Býráð kann ikki
fáa trygd fyri, at tað bara
skulu vera vágbingar, sum
skuldu fingið starv á einum
nýggjum
røktarheimi
í
Vági. Men eg ivist ikki í, at
onkur hevði búsetst seg í
Vági. Og annars hevði talan
verið um at stovna 35
nýggj, almenn størv í Suð-
uroy. Tað hevði havt sera
stóran týdning, so tað er
trupult at skilja, at Vágs
Býráð havnaði tilboðnum,
sigur Kristin Michelsen.
Og so er hann fullkomi-
liga ósamdur við Vágs
Býráð í, at eldraøkið er eitt
kommunalt málsøki.
– Tað er tað ikki. Tað er
tvørturímóti
100%
ein
landsuppgáva, tí kommun-
urnar hava ikki yvirtikið
eldraøkið.
– At fleiri kommunur so
hava gjørt eina dáragerð og
hava bygt sambýli, er tað
sama sum at sleppa lands-
stýrinum undan ábyrgdini,
sigur borgarstjórin á Tvør-
oyri.
Skuldu fingið sama
tilboð
Annars fýlist hann á, at tað
bara er Vágs Býráð, sum
hevur fingið slíkt tilboð frá
landsstýrinum.
Og nú vágbingar ikki
tóku av, er vandi fyri, at
ætlanin dettur niðurfyri.
– Tað kann ikki vera
meiningin, at tað skal vera
Vágs Býráð, sum einsamalt
ger av, hvat skal henda í
Suðuroynni.
Tí vónar hann heldur
ikki, at Landsstýrið sleppur
ætlanini, bara tí Vágs
Býráð er ímóti, tí Suður-
oyggin er annað og meiri
enn Vágs Býráð.
Sostatt heldur hann eis-
ini, at tað var ikki meiri enn
rímiligt,
at
Tvøroyrar
Kommuna fekk sama tilboð
Vindur í Vági
Vit høvdu gleðiliga sagt ja takk
– Tað kann ikki vera meiningin at Vágs Býráð skal vera einsamalt um at avgera, hvat skal henda
í Suðuroynni. Hinar kommunurnar mugu eisini sleppa upp í part, sigur Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri
Verður rætt atborið,
verður ein
miðnámsskúli ein
nógv størri vinningur
fyri Vág enn eitt
røktarheim, heldur
Dennis Holm,
samfelagsfrøðingur
MENNINGARÆTLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var rætt av Vágs Býráð
at havna tilboðnum frá
landsstýrinum.
Tað heldur Dennis Holm,
samfelagsfrøðingur.
Hann ivast í, at tilboðið,
sum býráðið fekk frá lands-
stýrinum leygardagin, er
nakar vinningur fyri Vág.
Kortini heldur hann, at
tað er positivt, at arbeitt
verður
við
ítøkiligum
menningarætlanum.
Á fundi leygardagin vildi
Landsstýrið
hava Vágs
Býráð at góðtaka, at ætlaði
miðnámsskúlin í Vági verð-
ur fluttur til Hovs.
Afturfyri skuldi lands-
stýrið byggja eitt røktar-
heim á stykkinum, sum
varð ætlað til miðnáms-
skúlan í Vági.
Hetta skuldi verið eitt
røktarheim til 35 búfólk og
tað hevði eisini kravt 35
starvsfólk.
Agnið hjá landsstýrinum
var sostatt, at við at flyta
miðnámsskúlan til Vágs,
hevði Vágur fingið 35
nýggj, almenn størv.
Men Býráðið havnaði til-
boðnum. Og tað heldur
Dennis Holm, samfelags-
frøðingur á Granskingar-
deplinum fyri Økismenn-
ing í Vági, var ein røtt av-
gerð.
– Tað er ein nógv størri
vinningur fyri Vág at fáa
ein miðnámsskúla enn tað
er at fáa eitt røktarheim,
heldur hann.
Annars dugur samfelags-
frøðingurin ikki at síggja,
hví ein miðnámsskúli í
Vági og eitt røktarheim
skulu vera slíkir mótsetn-
ingar, at teir útihýsa hvønn
annan.
– Heldur landið at tað er
tørvur á einum røktarheimi
í Suðuroy og at tað kundi
verið ein framstig í roynd-
unum at ment økið, so er
bara bar byggja eitt røktar-
heim, uttan at blanda mið-
námsskúlan uppí, sigur
hann.
– Eg sakni rætt og slætt
eina góða grundgeving fyri
at annað útihýsir hitt, tí tað
kann ikki vera rætt, at
landsstýrið hevur ta støðu,
at siga vágbingar nei til at
flyta skúlan til Hovs, siga
teir samstundis nei til eitt
røktarheim.
– Skal miðnámsskúlin
flytast til Hovs, skal øll
ætlanin broytast og tað
kostar pening. Samstundis
skal fimleikarhøll og aðrar
umstøður til ítrótt gerast í
Hovi og tað kostar eisini
nógv.
– Og annars haldi eg, at
tað er nátúrligt, at heilsu-
skúlin er nær við sjúkrahús-
inum og ellis- og røktar-
heiminum, sigur samfel-
agsfrøðingurin úr Vági.
Ein kraftig dynamo
Dennis Holm sigur, at verð-
ur hugt eftir, hvørji øki í
Evropa tað eru, sum veksa
og mennast, so eru tað tey
økini, sum hava útbúgving-
ar.
Annars heldur hann, at
fyri arbeiðskraftina hevur
tað lítlan týdning fyri Suð-
uroynni, hvar stovnar eru, tí
Suðuroyggin er ein arbeiðs-
marknaður og fólk koyra
nógv meiri ímillum bygdir í
sambandi við arbeiði enn
vit kanska geva okkum far
um. Og tá ið Hovstunnilin
er gjørdur, er ógvuliga
skjótt at koyra ímillum.
– Sostatt ger tað at kalla
tað sama, hvar í Suður-
oynni, eitt røktarheim verð-
ur bygt, tí tað verður ein
styrkur fyri alla oynna.
– Hinvegin, so má út-
gangspunktið fyri at byggja
eitt røktarheim verða, at
tørvur er á tí, og ikki tað at
skapa arbeiðspláss.
Hann heldur, at ein mið-
námsskúli kundi verið ein
kraftig dynamo fyri Vág og
alt økið rundanum hann og
fyri alla oynna sum heild.
– Tað verður eitt heilt ser-
ligt lív rundanum ein slíkan
skúla og tað hevði ikki giv-
ið somu ávirkan at flutt
hann til Hovs.
– Eg haldi, at tað yvir-
høvur hevur stóra undir-
tøku, at skúlin er í Vági.
Tað vísur tann stóra til-
gongdin av næmingum úr
allari oynni.
– Tað er eisini gott fyri
oynna og fyri suðuroyingar,
at teir koma hvørjum øðr-
um við og ganga inn til
hvønn annnan, so at siga.
Eg haldi, at tey ungu, sum
hvønn dag ganga í Vági í
miðnámskúlan, hava ein
heilt annan hugburð til eina
samansjóðing av oynni, enn
tey gomlu. Eg haldi eisini,
at teir suðuroyingar, sum
arbeiða í øðrum bygdum,
hava ein heilt annan hug-
burð til at samansjóða
oynna, enn tey hava, sum
bara eru innanfyri ongjar-
garðarnar.
– Verður skúlin lagdur í
eitt púra óheft stað í onga-
mannalandi, sum í Hovi,
kann verða, at hendan
ávirkanin ikki verður eins
stór.
– Tann stóra avbjóðingin
verður at fylla karmarnir í
miðnámsskúlanum. Enda-
málið við honum var nevni-
liga at hann skuldi verða
ein miðdepil fyri útbúgving
og mentan. Tað merkir, at
eftir vanliga skúlatíð er ætl-
anin, at skúlin skal brúkast
til kvøldskúla, eftirútbúgv-
ingar, skeiðsdepil og til
mentanartiltøk.
– Serliga nú møguleik-
arnir fyri fjarundirvísing
eru vorðnir so góðir, eru
heilt góðir møguleikar fyri
at
fylla
karmarnir
í
skúlanum, so at hann ikki
bara verður ein studenta-
skúli, sum er opin frá 8-15,
men ein útbúgvingar- og
mentanarmiðdepil, sum er
opin og fullur av lívi langt
út á kvøldið.
– Tí var tað eitt álvarsligt
bakkast fyri ætlanina, at
ætlaða meginbókasavnið
varð av ongum, tí tað kundi
havt stóan týdning fyri ein
slíkan depil, sigur Dennis.
í sambandi við heilsuskúl-
an.
Annars heldur borgar-
stjórin á Tvøroyri, at tað er
langt úti, at Landsstýrið
samráðist við Vágs Býráð
um eina ætlan, sum eisini
umfatar heilsuskúlan á
Tvøroyri, uttan at spyrja
Tvøroyrar Býráð eftir.
– Og tað ger landsstýrið
aftanfyri ryggin á Tvøroyr-
ar Kommunu, hóast vit
hava siti á fundi eftir fundi
við skiftandi mentamála-
ráðharrar um viðurskiftini
hjá heilsuskúlanum. Og so
fáa vit onki at vita, fyrrenn
vit frætta tað í fjølmiðlun-
um. Tað er ov langt úti, hel-
dur borgarstjórin á Tvør-
oyri.
Hann sigur eisini, at vil
Landsstýrið byggja røktar-
heim á Tvøroyri, skulu teir
saktans fáa øki at byggja
tað á.
– So nú sita vit spent og
bíða, um Tvøroyrar Býráð
eisini fer at fáa eitt tilboð
frá landsstýrinum, leggur
Kristin Michelsen afturat.
Ongan týdning hvar
hann er
Nú sigur borgarstjórin í
Vági, at vil landsstýrið gera
ein skúladepil, kunnu teir
gera hann í Vági. Hvat
hevði Tvøroyrar Býráð
sagt, um tað fekk tað tilboð
frá landsstýrinm, at eitt
røktarheim til 35 fólk varð
bygt á Tvøroyri afturfyri at
heilsuskúlin verður fluttur
til Vágs til ein skúladepil
har?
– Ein skúladepil í Vági er
ikki er sambæriligur við
tað, sum hevur ligið í kort-
unum um at savna oynna í
færri kommunur. Eftir tí
upplegginum skuldu skúl-
arnir vera í Hovi, sum er
mitt í oynni.
– Kortini vænti eg, at bý-
ráðið hevði tikið undir við
tí. Sjálvur haldi eg, at tað,
sum hevur størstan týdning,
er, at skúlin verður varð-
veittur í oynni. Og við tí
fyrivarni, at býráðið ikki
hevur viðgjørt spurningin,
vænti eg, at støðan hjá
øllum býráðnum hevði
verið tann sama.,
– Høvdu vit fingið
okkurt afturfyri, høvdu vit
uttan iva verið sinnað til at
slept skúlanum – um hann
so endaði í Vági, hóast.
sigur Kristin Michelsen.
– Tað er ikki bara støðan
í Vági, sum er hættislig.
Hon er hættislig í allari
oynni, leggur hann afturat.
Hann fýlist eisini á, at
Hendrik Old og Johan Dahl
skuldu vera við á fundinum
í Vági sum eygleiðarar.
– Vit hava tveir aðrar løg-
tingsmenn í oynni, Sverra
Midjord og Hergeir Nielsen
og sjálvsagt skuldu eisini
teir fingið fundarboð, held-
ur Kristin Michelsen.
Heldur miðnámsskúla
í Vági enn røktarheim
– Ein miðnámsskúli í Vági, sum væl útnyttaður, er ein nógvstørri vinningur fyri Vág, enn eitt
røktarheim hevði verið, heldur Dennis Holm, samfelagsfrøðingur á franskingardeplinum fyri
økismenning í Vági
C
M
Y
K
5
4