mikudagur 15. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 175 - 15. september 2004
Nr. 175 - 15. september 2004
7
– Vit hava øll tølini
frá øllum skúlakann-
ingum, sum hava
verið í landinum.
Men tølini eru ikki
savnað til hagtøl, og
tað er spell, tí vit fáa
ikki nýtt tey, sum nú
er, sigur Bjørghild
Djurhuus, sum er
formaður fyri áhuga-
bólki fyri børnum og
heilsu. Áhugabólk-
urin hevur júst skip-
að fyri einum góðum,
norðurlendskum
samstarvsfundi í
Havn
SAMSTARVSFUNDUR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í Føroyum hava vit fimm
áhugabólkar innan heilsu-
røkt. Til dømis arbeiðir ein
innan eldraøkið, ein ar-
beiðir fyri sálarsjúk og ein
áhugabólkur er so eisini, ið
arbeiðir fyri børnini.
Hesin síðstnevndi hevur
einar 40 limir, sum allir
dagliga arbeiða við børnum
og heilsu, t.d. sjúkrarøkt-ar-
frøðingar á barna- og føði-
deildum og heilsufrøðingar,
sum arbeiða við smá-børn-
um
og
skúlabørnum.
Barnaáhugabólkurin eitur
FÀ 5, ið merkir fakligur
áhugabólkur nummar 5.
Norðurlendskt
samstarv
Bjørghild Djurhuus, heilsu-
frøðingur, er formaður í FÁ
5. Hon greiðir frá, at tað
eru slíkir áhugabólkar fyri
børnum og heilsu í øllum
norðurlondunum, og at tað
er eitt sera gott og tætt
samstarv ímillum nøkur av
londunum.
Føroyar, Ísland, Dan-
mark, Noreg og Svøríki
møtast
einaferð
árliga.
Grønland og Finnland eru
ikki komin við í samstarvið
enn, men Bjørgild vónar, at
tað ikki verður so leingi,
fyrr enn øll norðurlondini
verða umboðað.
Norðurlendska samstarv-
ið byrjaði í 1994, og FÁ 5
kom við í 2001.
– Vit møtast einaferð um
árið í skiftandi vertslond-
um. Annaðhvørt ár er ein
ráðstevna, har vit viðgera
eitthvørt evni í samband
við børn og heilsu, og
annaðhvørt ár møtast vit til
ein samstarvsfund, sigur
hon.
Árligi samstarvsfundur-
in, og 10 ára jubileum fyri
samstarvinum, hevur júst
verið hildin her í Havnini,
og Bjørghild sigur, at tær
fingu allar sera nógv burt-
urúr.
– Vit í Føroyum eru so
isoleraðar til dagligt, langt
burtur frá hinum, og tí er
tað ómetaliga gott at kunna
møtast, og greiða fra hvat
rørir seg hjá hvørjum
øðrum. À henda hátt frætta
vit um øll hini norðan-
londini, og ikki bert um
Danmark, greiðir Bjørghild
frá.
Til slíkar samstarvsfund-
ir sum hesar, hava øll lond-
ini fyrireikað eina fram-
løgu, um hvat rørir seg
innan børn og heilsu júst
nú. Fríggjadagurin verður
nýttur til framløgur og kjak,
soleiðis at fyrimunir og
vansar við ymisku skipan-
unum kunnu verða funnir.
– Vit eru væl og virðiliga
við, tá tað kemur til
heilsurøkt hjá børnum, tað
er so heilt víst. Vit hava
avgjørt einki at skammast
av, heldur Bjørghild.
– Sjálvsagt eru vit aftan
fyri á nøkrum økjum, men
vit eru frammaliga á øðrum
økjum, so vit skulu als ikki
smæðast burtur ímillum
hesi stóru londini, heldur
hon.
Eingi føroysk hagtøl
Bjørghild sigur, at tað kom
sera nógv av skafti á fund-
inum, sum júst varð hildin í
Havn.
– Til samstarvsfundirnar,
sum eru annaðhvørt ár, eru
bert formenn í ymsu áhuga-
bólkunum við. Vertslandið
hevur tó alla nevndina við á
fundunum. Men hóast vit
bert vóru eini 20, so hava
vit allar fingið nógv burtur-
úr.
Eitt av evnunum, sum
tosað varð um, var um
heilsurøkt á skúlunum.
Danmark hevur í seinastuni
skorið ógvuliga nógv niður,
hvat í heilsurøkt í skúlun-
um viðvíkur.
Í Svøríki harafturímóti
ganga
skúlabørnini
til
heilsufrøðing líka til tey
fara úr studentaskúlanum.
Føroyar liggja væl við á
tí økinum, tí her ganga
skúlabørnini
til
skúla-
heilsufrøðingin til og við 9.
flokk.
Eitt økið, har Føroyar tó
halta aftaná, er innan
hagtøl.
– Tað er ógvuliga spell
ikki at hava nøkur tøl at
samanbera við, fyri at
síggja hvønn veg rákið fer
hjá okkum. T.d. innan vekt.
Tað verður jú ógviliga nógv
talað um etingarólag, eisini
hjá børnum. Stórur partur
av børnunum verður sagdur
annaðhvørt at vera ov
lættur ella ov tungur. Vit í
Føroyum hava tó eingi tøl
at meta okkum eftir. Vit
hava bert danskar talvur at
samanbera okkum við, og
tað er jú ikki tað sama,
sigur Bjørghild.
Hon leggur dent á, at vit
jú ikki eta kost, ið kann
samanberast við kostin í
nøkrum øðrum landi. Hon
sigur, at hóast danski og
føroyski døgverðamaturin
er vorðin líkari tey seinastu
árini, eta føroyskar familjur
enn nakað av føroyskum
mati, sum ikki kann saman-
berast við tann danska.
– Tað, sum er so forferdi-
liga spell, er, at øll tølini
finnast. Heilsufrøðingar á
skúlunum hava altíð skriv-
að øll neyðug tøl upp, fyri
hvørt einasta barn, sum
hevur gingið í skúla. Onkur
má bara gera tað arbeiðið,
sum tað er, at savna tølini
og gera talvur og dia-
gramm, staðfestir Bjørghild
Djurhuus.
Hon dugir tó ikki at siga
hvør ið skuldi gjørt hetta
arbeiðið, tí heilsufrøðing-
arnir sjálvir hava ikki tíð til
tess.
– Kanska man kundi sett
onkran, ið var undir hægri
viðkomandi lestri, at skipa
tølini, heldur hon. Tað
kundi kansk verið eitt
lestrarprojekt.
– So vórðu tølini til taks,
og vit kundu fingið nyttu av
teimum, líkasum hini lond-
ini hava nyttu av sínum
tølum, staðfestir Bjørghild
Djurhuus.
Yvirlýsing
Á fundinum settu áhuga-
bólkarnir sær eisini eitt
mál.
– Vit ætla okkum at
standa saman um eina yvir-
lýsing, ið júst skal snúgva
seg um etingarólag hjá
børnum. Hon skal sendast
til Norðurlendska Ráð-
harraráðið, eins væl og til
tær norðurlendsku stjórn-
irnar. Á henda hátt ætla vit
at seta fokus á nøkur ting
og markera okkum, greiðir
Bjørghild frá.
Hon sigur at yvirlýsingin
ætlandi skal vera send út
seinast í hesum árinum.
– Hetta bleiv avgjørt á
fundinum, sum var óal-
mindiliga
konstruktivur.
Tað er heilt sikkurt, at hetta
nógva og stóra arbeiðið
dryppar av onkustaðni, so
tað ger ein mun, staðfestir
Bjørghild.
Øll londini ganga høgt
uppí hetta samstarvið, og
øll síggja nyttuna av tí. Tí
leggja vertslondini seg altíð
eftir at velja eitt so gott og
viðkomandi evnið sum
gjørligt, og at samskipa
ráðstevnurnar so væl sum
yvirhøvur tilber.
Bjørghjild sigur, at FÁ 5
longu er farin undir at
fyrireika næstu ferð, tær fáa
vitjan av norðurlendska
samstarvsbólkinum.
– Tað verður ikki fyrr enn
í 2007, men tað er ongantíð
ov tíðliga at byrja at
fyrireika. Vit fara at seta
okkum í samband við
áhugabólkin fyri sálarsjúk,
tí tær hildu eina so óal-
mindiliga væleydnaða ráð-
stevnu
herfyri,
greiðir
Bjørghild frá.
Hon sigur, at tað til ráð-
stevnurnar koma eini 200-
300 fólk, ið arbeiða innan
børn og heilsu, so tað
verður eitt størri tiltak enn
samstarvsfundurin var.
– Tað er eitt stórt arbeiði,
men tað gevur eisini úrslit.
Og so havi eg nakrar ungar,
deiligar og dynamiskar
sjúkrasystrar afturat mær í
nevndini. Nanna Kallsberg,
Mari Johannesen, Gunnvá
Viderø, Rúna Wardum,
Minna Poulsen og Petra
Arge eru í nevndini afturat
mær. Tær eru veruliga
nakrar eldsálir, sum brenna
fyri tí, vit gera. Tá verður
arbeiðið lættari av sær
sjálvum, sigur Bjørghild
Djurhuus at enda.
Okkum vantar hagtøl
um føroysk børn
Tað var ein ógvuliga
konstruktivur fundur, og vit
fingu nógv av skafti, eins og
vit lærdu sera nógv, sigur
formaðurin fyri áhugabólkin,
Bjørghild Djurhuus, sum her
sæst sita fyri endan á
fundarborðinum.
Samanborið við hini
norðanlondini eru vit sera
væl við, sigur hon
Mynd: Jens Kr. Vang
Fín byrjan í Atlantis
Seinasta leygarkvøld
var og komandi trý
leygarkvøldini verða
beinleiðis undir-
haldssendingar úr
Atlantis í Klaksvík í
Útvarpi Føroya. Leist-
urin er lætt prát, und-
irhald, tónleikur og
so eitt hvørt óvæntað.
Og tann fyrsta send-
ingin seinasta leygar-
kvøld má sigast at
vera ein fín byrjan
ÚTVARP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Salurin í Atlantis er fullur av
fólki. Úr hátalaranum hoyr-
ist Leif Láadal í Útvarp-
inum, hann er í ferð við at
fáa V4 dráttin avgreiddan.
Á pallinum í Atlantis sita
nakrir tónleikarar klárir at
taka yvir, tá V4 drátturin er
liðugur. Útvarpsverturin,
Gunnar Nolsøe, stendur
púra klárur. Hóast talan er
um beinleiðis sending og
fullan sal, sær ikki út sum
at teir heilt stóru nervarnir
eru upp á spæl.
V4 drátturin er av, og
tónleikararnir
byrja
at
spæla. Eitt gott og flótandi
byrjunarlag, og Gunnar
byrjar so at tosa. Lógva-
brestir hoyrast úr salinum,
og so er støðið sett fyri ein-
ari
beinleiðisundirhalds-
sending í útvarpinum.
Valið av luttakarum, sum
Gunnar hevur gjørt, til hesa
fyrstu sendingina, er væl-
troffið. Talan er um fólk,
sum lutfalsliga eru kend í
lokalsamfelagnum í Klaks-
vík, so harvið fangar hann
áhoyrararnar, men hartil
hava tey, kanska serliga
talkshow-gesturin, Kristian
Fríðrik Olsen, nógv gott
upp á hjarta, sum ein og
hvør kann seta seg inní.
Óansæð hvar í landinum
lurtarin býr.
Sendingin koyrir sum
eftir ánni. Alt gongur upp á
stás, og fólk lata eisini væl
at aftaná. Gunnar fær nógv
herðaklapp frá teimum
mongu, sum lurtaðu í salin-
um. Eisini koma fólk, sum
hava sitið heima og lurtað,
ein túr í Atlantis at takka
honum og hansara mongu
hjálparfólkum.
Fýra sendingar
Gunnar sigur, at ætlanin í
fyrstu atløgu er at gera fýra
slíkar sendingar.
– Tær verða sendar kom-
andi trý leygarkvøldini, og
so fáa vit at síggja, hvussu
tað hevur gingið, sigur
hann og leggur afturat, at
hann var sjálvur vælnøgdur
við fyrstu sendingina.
Onkur barnasjúka var,
sambært honum, men onki,
sum ikki kann rættast til
næstu ferð.
Sendingin komandi leyg-
arkvøld býður upp á ein
gest, sum eitur Ólavur
Samson, skemtarin verður
Øssur Hentze, sum mangan
hevur staðið á palli í
Atlantis fyrr og á tónleik-
arasíðuni verður tað antin
Arnfríð Lützen ella Mása
Tróndheim, sum fara at
syngja.
Gunnar sigur, at orsøkin
til, at tað bert eru fýra
sendingar í fyrstu atløgu er,
at hetta er ein roynd.
– Tað er altíð gott at
kunna royndarkoyra eitt
konsept, og tað meti eg, ein
fær gjørt við fýra sending-
um, sigur hann. Men dylir
tó ikki fyri, at tað er væl
hugsandi, at fleiri fara at
verða seinni, um hetta
eydnast væl.
Gamalt hugskot
Gunnar greiðir frá, at
hugskotið um at gera eina
beinleiðis undirhaldssend-
ing úr Klaksvík, er eitt
gamalt hugskot. Hann hev-
ur hugsað um tað í fleiri ár,
men tað var ikki fyrr enn í
vár, at hann veruliga fór
undir at gera nakað við tað.
Tá so hugskotið varð lagt
fram fyri leiðsluna í útvarp-
inum, vóru tey beinanvegin
við upp á tað og hildu
hugskotið vera gott.
Og nú ber so til at hoyra
hetta hugskotið tey trý
komandi
leygarkvøldini
afturat. Tað fyrsta livdi í
øllum førum upp til sítt
heitið, sum undirhalds-
sending.
Skóta-
hjálpin
av bakka-
stokki
Nú fer skótahjálpin
2004 av bakka-
stokki. Í døgunum
frá 18. til 25. sept-
ember fara skótar
at ganga runt og
bjóða húsarhaldum
hjálp til eitthvørt
SKÓTAHJÁLPIN
2004
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Peningurin, sum kemur
inn til Skótahjálpina, fer
vanliga til eina føroyska
og eina útlendska verk-
ætlan.
Í ár er tað sjálvhjálpar-
bólkarnir fyri børn og
ung í Føroyum, sum
hava mist foreldur við
deyða, ið fær pengar frá
Skótahjálpini.
Tann útlendska verkætl-
anin er arbeiðið hjá ein-
um kolumbianskum bis-
kuppi, ið eitur Tito Jesus
Mora Esquerra. Hann
hevur stovnað barna-
heim í Kolumbia fyri
børn hjá familjum, sum
ofta eru flýdd frá lítla
garði sínum, tí narko-
harkalið hava tikin hann
til sína óhugnaligu fram-
leiðslu. Mangan er talan
um einligar mammur við
stórum barnaflokki, tí
pápin er myrdur.
Endamálið við Skóta-
hjálpini er, at frísk og
røsk børn ella ung
kunnu verða við til at
hjálpa øðrum menniskj-
um bæði í heimlandi og
útlandi, sum av eini ella
aðrari orsøk ikki hava
tað so gott.
Eisini ber til at stuðla
Skótahjálpini peninga-
liga beinleiðis á eina av
teirra kontum í peninga-
stovnunum.
Hetta er 21. árið, at tær
fýra skótasamskipanir-
nar í felag skipa fyri
Skótahjálpini.
Kristian Fríðrik Olsen var
gestur í fyrstu beinleiðis
undirhaldssendingini í
útvarpinum, Leygarkvøld í
Atlantis, sum Gunnar Nolsøe
skipaði fyri
Leif Waag Høgnesen var skemtarin og hermarin leygarkvøldið
Steinvør Fonn var á
tónleikakaféini í sendingini.
Hon sang tvey vøkur løg, og
var tað ein fínur endi upp á
sendingina
C
M
Y
K
7
6