Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 175 - 15. september 2004 Nr. 175 - 15. september 2004 9 Tað er mín avgerð – Dagstovnalógin hevur roynst hampi- liga væl, men hon hevur eisini nakrar manglar, og tí skal hon endurskoðast. Tú kanst siga siga, at ósemjan við Tvør- oyrar býráð hevur sent skump í ar- beiðið, sigur Hans Pauli Strøm PEDAGOGSTRÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er mín leiklutur sum politiskur mynd- ugleiki at taka avgerð um lógir skulu endur- skoðast. Tá tað skal gerast av, hvussu innihaldið í lógini skal síggja út, verða in- volveraðu partarnir tiknir upp á ráð. Hans Pauli Strøm skilir ikki stóru ónøgd- ina hjá Føroya Peda- gogfelag í samband við tilsøgnina, sum hann hevur givið Tvør-oyar býráð í samband við setanina av leiðaranum á frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Nevnd-in í Føroya Peda-gog-felag er rættiliga vónsvikin av, at landsstýr- ismaðurin í sjálvdrátti boðar frá í útvarpin-um, at dagstovnalógin skal endurskoðast utt-an, at felagið er tikið upp á ráð. – Eg kann vissa Peda- gogfelagnum, at tey fáa hvørt nikk og prikk at vita. Sjálvsagt verður endurskoðanin av dagstovnalógin send út til hoyringar hjá teimum involveraðu pørtunum, s i g u r landsstýrismaðurin. Arbeiðið farið í gongd Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumál- um, Hans Pauli Strøm, sigur, at embætisfólk á almanna- og heilsumálaráðnum hava arbeitt í nakrar vikur við endurskoðanini av lógini um dagstovnar. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta arbeiðið fór av bakkastokki, áðrenn ósemjan við Tvøroyar býráð kom undan kavi. – Dagstovnalógin hevur roynst hampiliga væl, men hon hevur eisini nakrar manglar, og tí skal hon endur- skoðast. Tú kanst siga siga, at ósemjan við Tvøroyrar býráð hevur sent skump í arbeiðið, sigur Hans Pauli Strøm. – Hatta er einki minni enn ein rossahandil, hann hevur gjørt við Tvøroyar býráð. Tað er undir alt lágmark, at vit skulu hoyra í útvarpinum, at lands- stýrismaðurin ætlar at endurskoða dagstovnalógina uttan, at vit verða tikin upp á ráð, sigur Ann Elisabeth Joensen, næstfor- maður í Føroya Pedagogfelag PEDAGOGSTRÍÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hann hevur stungið okk- um dyggiliga í bakið, og hetta fer at fáa álvarssamar avleiðingar. Vit eru 1500 limir í felagnum, og vit góðtaka ikki hendan rossa- handilin, sum Hans Pauli hevur gjørt við Tvøroyar býráð. Vit kunnu ikki bara lata landsstýrismannin syndra dagstovnalógina, bara tí hann ikki veit, hvat munurin er á einum lærara og pedagogi. At kalla Hans Paula Strøm fyri keisarans vin í Føroya Pedagogfelag í løt- uni er ein grov undir-met- ing. Føroya Pedagogfelag er rættiliga vónsvikið av leiklutinum hjá honum í málinum um setanina av leiðaranum á Frítíðar-skúl- anum á Tvøroyri. Týsmorgunin viðgjørdu formaðurin og næstformað- urin í felagnum, Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen, so- nevndu semjuna, sum landsstýrismaðurin og Tvøroyrar býráð komu á- samt um sunnudagin. Klaga landsstýris- mannin Í tíðindunum í Útvarpi Føroya mánakvøldið kundi landsstýrismaðurin í al- mannamálum, Hans Pauli Strøm, boða frá, at Tvør- oyrar býráð og Almanna- og heilsumálaráðið hava funnið eina semju í trætuni um setanina av leiðara á Frítíðarskúlanum á Tvør- oyri. Partarnir vóru samdir um at ógilda setanina av lær- aranum í leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum, og lands- stýrismaðurin gav eisini Tvøroyrar býráð tilsøgn um, at hann í næstum fer undir at endurskoða dag- stovnalógina. Lógin skal endurskoðast soleiðis, at tað ikki longur verður eitt krav, at leiðarin á einum frí- tíðarskúla skal vera náms- frøðingur. Formaðurin og næstfor- maðurin í Føroya Peda- gogfelag hvukku bæði við mánakvøldið, tá tey hoyrdu í útvarpinum, at landsstýr- ismaðurin ætlar at endur- skoða dagstovnalógina. – Hatta er einki minni enn ein rossahandil, hann hevur gjørt við Tvøroyar býráð. Tað er undir alt lág- mark, at vit skulu hoyra í útvarpinum, at landsstýris- maðurin ætlar at endur- skoða dagstovnalógina utt- an, at vit verða tikin upp á ráð. Lógin er grundarstein- urin undir okkara virksemi, og hann kann ikki í sjálv- drátti gera hasa semjuna uttan um okkum. Tað gevur púrt onga meining, at landsstýrismaðurin ger eina avtalu við eina kommunu, sum hevur forbrotið seg, sigur næstformaðurin í Før- oya Pedagogfelag, Ann Elisabeth Joensen. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum skal vænta sær eina hvass- orðaða klagu frá Føroya Pedagogfelag í næstum. Føroya Pedagogfelag ætlar bæði at klaga um semjuna, sum landsstýrismaðurin og Tvøroyar býráð hevur gjørt, og alla handfaringina av málinum um um setanina av leiðara á frítíðarskúl- anum á Tvøroyri. – Hetta málið verður viðgjørt í ramasta álvara. Vit vilja hava fund við landsstýrismannin alt fyri eitt. Tað eru ikki vit, sum skulu renna aftaná honum, men hann skal venda sær til okkara, og tað vóna vit, hann ger skjótast gjørligt, siga Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen avgjørd. Hvør verður avleiðingin um landsstýrismaðurin heldur fast? – Eg kann ikki siga tað her og nú, hvør avleiðingin verður, tí vit fara ikki at lata landsstýrismannin fáa at vita, hvat vit ætla at gera. Eg kortini vissa honum, at talan verður um álvarssam- ar avleiðingar, tí lógin er ótrúliga týdningarmikil fyri okkum, tí hon tryggjar at viðurskiftini á dagstova- økinum eru í lagi siga Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen Javnaðurin svíkir Søguliga hevur sambandið millum fakfeløgini og Javnaðarflokkin verið sterk. Í Føroya Pedagogfe- lagið eru tey ómetaliga vónsvikin av leiklutinum hjá Hans Paula Strøm og Javnaðarflokkinum í máli- num. – Tá Javnaðarflokkurin ikki kann bakka upp um fakfeløgini, hvør skal so gera tað? Flokkurin skal so ikki vænta nakra atkvøðu frá okkara limum á kom- andi valið, sigur nevndin í Føroya Pedagogfelag. Stungið okkum í bakið Formaðurin og næstformaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin Feilberg Hansen og Ann Elisabeth Joensen halda lítið verða stuttligt um tilsøgnina hjá landsstýrismanninum Hans Paula Strøm til Tvøroyar býráð. Føroya Pedagogfelag kalla semjuna fyri ein rossahandil millum landsstýrismannin og Tvøroyrar býráð Mynd: Jens Kristian Vang Við brotnum glúpi á bestu nátaleið ".. og har liggja vit so – á bestu nátaleið í ein landnyrðing úr Ennibergi og við brotnum glúpi. Eing- in eyka glúpur er í bátinum. Í neyðini kemur eitt kustaskaft okkum til hjálpar… " FUGLAVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er leygarmorgun. Klokkan er júst farin av 05. Leiðan gongur úr Havn og norður til Gøtu, har 35-fót stóri glastrevjabáturin hjá Mannbjørn liggur. Ein nátadagur liggur fyri framman. Skiparin, Sámal Petur, verður heintaður í Søldarfirði, og síðan koyra vit tríggir norður til Gøtu. Lagið er gott. Hetta verður helst einasti nátadagurin á hesum sinni. Aðrar daga fer neyvan at liggja fyri. Vit báðir, sum koma úr Havn, eru til arbeiðis hvønn yrka- dag – annar á Brennistøð- ini; hin á blaðnum, tit nú sita við. Um nakrar dagar fer Sámal Petur umborð á Sam at vera skipari. Lotið kennist frískligt, tá ið vit fara út úr bilinum á bryggjuni í Gøtu. Hann er útnyrðingur í ættini. Veður- maðurin hevur sagt hampi- ligt veður, 5-10 metrar um sekundið og frískari lágætt- arlot út á seinnapartin. Kanska verður ein glott millum ættarskiftini. Oljan verður kannað. Tað er neyðugt, tá ið motorurin er heilar 360 hk. Nógv verður brent ein heilan dag – við einum slíkum "oksa" sum drívmegi. Tá ið vit loysa, eru 750 litrar á tanganum! Leiðin ber úteftir Gøtu- vík, og síðan verður snarað norður í Leirvíksfjørð. Veðrið er hampiligt. Komin norður í Djúpini, fer útnyrðingurin at gera meira um seg, tó ikki so, at tað bilar. Uppi undir Kalsoynni situr fuglur í flokki, men tá ið vit nærkast, fer alt á flog. Komin longur norður, detta vit á onkran einstakan nátunga, men her er einki tal at tosa um. Vit fáa onkr- an einstakan fugl; aðrir taka seg undan okkum, tá ið vit nærkast og lætta sær á, áðrenn glúpurin røkkur. Hóast báturin er stórur og rúmligur, rullar illa. Tað sær einki serligt út hjá okkum. Vit stevna norður ímóti Ennibergi, einar 2-3 fjórð- ingar úr landi. Kanska verður slættari, tá ið vit koma eysturum. Lítið er at taka, og undan fríska lotinum fylgir royk- urin úr útstoytinum við okkum. Matarlystur er eingin – og bert skiparin er førur fyri at vera inni í húsinum. Sjóverkur er farin at gera um seg. Men tað gongur so dánt við at halda spýggjuni aftur. "Fert tú ikki at fáa tær ein bita at eta, Bergur…", sigi eg argandi av og á. Hugurin hjá mær at festa mær í er líka lítil, sum hjá Berguri at fáa sær ein breyðbita, nú so lítil hav- hestur kortini er at síggja. Og útstoytsroykurin fylg- ir okkum framvegis sum ein marra… Sunnudagur er í morgin, og vit hava gjørt av, at fugl- urin, vit fáa, verður skrædl- aður. Tá ið vit koma aftur at landi, er eingin royting, svíðing og reingerð at hugsa um. Tey gomlu høvdu sagt, at hetta er at oyðileggja fugl- in, og hetta er eisini fyrstu ferð, eg havi verið við til at skrædla heldur enn at royta. Men skal roytast, er neyðugt við neysti ella skúri, og slíkt høli hava vit ikki biðið um nakrastaðni. Fuglurin, sum kemur inn um lúnningina, verður skrædlaður uppi á einum fiskakassa, sum stendur heilt afturi ímóti útstoytin- um og dampinum. Sámal stýrir, Bergur tek- ur og eg taki úr og skrædli. Alt gongur hond í hond. Nakrir fuglar eru at síggja á sjónum í ein landnyrðing úr Ennibergi, og nú er heldur slættari. Menn eru við at gerast hugagóðir, og sjóverkurin ger minni um seg. Matarlysturin er komin aftur, og somuleiðis hugur- in at festa sær í. Tað er bara ov lítið at taka. Rúgvan veksur nakað, men tað gongur ov seint. Tá ið glúpurin ikki er virkin, liggur hann niður yvir ein stólpa har afturi í bátinum. Meðan Bergur eina løtu vendir sær burtur, taki eg og snari eitt gummi- band av einum kassa gjøgn- um ein mesk, so glúpurin verður fastur. Hvat fer nú at henda, tá ið næsti fuglur er at borði? Nú nærkast ein nátungi og Bergur, sum altíð er ógvu- liga spentur, ger seg kláran. Hann lyftir glúpinum, rykkir og skrykkir í eina løtu. Hyggur – og sær, at her hevur onkur spælt hund! Temperamentið er gott, og meðan nátungin fer aftur við borðinum, rykkir hann so fast í, at glúpurin, sum er úr timbri, kvettist av um miðjuna. Og har liggja vit so – á bestu nátaleið í ein land- nyrðing úr Ennibergi og við brotnum glúpi. Eingin eyka glúpur er í bátinum. Í neyðini kemur eitt kustaskaft okkum til hjálpar. Eg, sum taki ábyrgdina á mína síðu, fari alt fyri eitt undir at surra glúpin saman aftur. Kustaskaftið verður surrað upp á brotnu endar- nar, og skjótt er glúpurin heilur aftur. Kanska var hann ikki so arbeiðsligur, sum tá ið hann var heilur, men hann helt uttan hóvasták allan túrin. … Longur eystur, vit komu, betur vóru líkindini á sjón- um. Sjógvurin var slættari, og lotið minni. Staddir einar 7-9 fjórðingar eystur úr Fugloynni nakað út á seinnapartin, var fínasta veður, men alt ov lítil náti at síggja. Langt var ímillum teir. Vit leggja leiðina norður- eftir aftur. Kanska er slættir nú. Í ein landnyrðing úr Ennibergi er fitt av fugli, og veðrið er gott. Tað mest at kalla blikar… Nakað rúgvast upp í bátinum, men ikki soleiðis, at tað munar til ein góðan nátadag. Vit hava stívliga hundrað, nú komið er langt út á seinnapartin. Mala aftur og fram her eysturi ein tíma ella báðar tveir, til tíð er at venda vestur yvir aftur. Avgerð verður tikin um, at vit fara at landi sama veg, sum vit fóru út, nevni- liga gjøgnum Djúpini, suð- ur í Leirvíksfjørð og síðan inn um Gøtunes. Onkur fuglur verður tikin vestureftir, og tá ið tað er farið at skíma, telja vit fongin – 171 í tali. Ikki nógv, men heldur ikki miseydnað. Túrurin gjøgnum Djúpini verður sigldur í bølamyrkri, men tað gongur rímiliga skjótt, tí viðrák er. Um 23-tíðina leggja vit at landi í Gøtu. Fuglurin verður fingin uppi baljur, og báturin verður vaskaður. Fólk eru fyri okkum á bryggjuni við pannukøk- um, sum koma væl við eftir ein so langan nátadag, sum byrjaði við heldur ruskut- um høgættarveðri, men endaði við lítlum lágættar- loti. Tann einasti nátadagurin í hesi vertíðini. Veðrið er gott, og nakað er at taka, men tað hildnast ikki nóg væl Mynd: Vilmund Jacobsen Í ein landnyrðing úr Ennibergi – á veg aftur til lands Mynd: Vilmund Jacobsen Hvørji ráð eru nú til at taka? Sámal Petur í húsinum og Bergur úti á dekkinum Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8