Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Tað var við teprum meirluta, at sitandi samgongan tók við og meirlutin hvarv eis­ ini skjótt, tá ið Sonja Jóg­ vansdóttir tók seg úr Javn­ aðarflokkinum. Hon hevur tó higartil hildið seg til samgonguna og tikið undir við rikna politikkinum. Tá ið samgonguskjalið var skrivað fyri einum ár síð­ani, var semja millum sam­gonguflokkarnar um, at nøkur mál máttu loysast bein­anvegin. Hægst raðfest er fiski­ vinnu­ný­skipanin í sam­ gongu­skjalinum. Hetta var eitt mál, sum samgongan var samd um at fara undir at loysa beinanvegin. Eftir drúgva tíð eydn­ að­ist eisini at seta saman ein bólk, sum skuldi koma við uppskoti um eina fiski­ vinnunýskipan á ólavsøku í ár. Arbeiðið tók tó longri tíð og eftir umsókn bleiv evsta­ mark útsett til 1.oktober. Tað vil siga, at samgong­ an arbeiðir við hægst rað­ festa málinum, men enn er ongin loysn funnin. Tá ið ný­skipanarnevndin kemur við sínum uppskotið er ein politiskt viðgerð eftir, men eftir tí samgongan ætlar, so skal nýggj fiskivinnuskipan – ella lóg um vinnuligan fiskiskap – samtykkjast í vár. Samgongan setti sær eisini fyri at broyta skatta­ við­ur­skiftini, so lág- og mið­ al­lønt fingu ein skattalætta. Hetta hevur samgongan gjøgnumført. Triðja raðfestingin í sam­ gonguskjalinum er spurn­ing­ urin um eina stjórn­ar­skip­an­ arlóg. Í sam­gongu­skjal­inum verð­ur lov­að ein fólka­ atkvøða um hend­an spurn­ ingin og seinni er eisini sagt, at hendan fólka­atkvøðan verð­ur í 2017. Enn er ikki komið á mál við arbeiðnum við stjórn­ar­ skipanini, men so seint sum á ólavsøku boðaði løgmaður frá, at fólkaatkvøðan verður næsta ár. Í sama setningi verður sagt, at sokallaði blokkur­in skuldi frystast, so hann ikki hækkar í framtíðini. Hetta er gjøgnumført og blokkurin er frystur. Samgongan vil eisini taka av avbjóðingunum í ald­ urs- og kynssamsetingini í føroyska samfelagnum og gera íløgur í ungdóm, út­ búgv­ing, mentan og barna­ familjurnar. Hetta er í ein ávísan mun gjørt, men samgongan er helst samd um, at her má meira gerast. Búskapurin Umframt at samgongan í samgonguskjalinum tos­ ar um langtíðarhaldføri í búskapinum, so er hetta eisini nakað, sum Búskap­ar­ ráðið hevur víst á fleiri ferðir í teirra frágreiðingum. Langtíðarhaldbari hong­ur neyvt saman við aldurs­sam­ an­setingini av borgarunum í Føroyum, serliga tá ið hugt verður eitt sindur longur fram í tíðina. Í samgonguskjalinum verð­ur sagt, at hugt verður eftir hesum spurningum, um­framt at bú­skap­ar­grunni og konjunkt­ur­njavn­andi fíggj­ar­politikki. Onki av hesum er komið á mál, men ein partur av arbeiðnum liggur í pensjóns­ bólkinum, sum nú hevur arbeitt eina tíð. Síðani summarfrítíðina hevur ongin fundur verið, men embætisfólk hava gjørt fram­rokningar við at brúka ymisk modell. Fundur verður aftur í heyst og sum skilst so fer at bera til at finna eina semju um pensjónirnar. Pol­ itiski knúturin er, hvussu samhaldsføst hon skal vera og hvussu nógv skal vera persónligt inngjald. Búskapargrunnur­in er klár­ur, men enn er ikki so nógv­ir pengar at seta í grunn­ in. Pen­ing­urin skal koma frá avlopinum á fíggj­ar­lóg­ini. Løgmaður sigur nú, at tað er umfráðandi at tálma vøkst­urin í íløgunum eitt sindur og møguliga toyggja tær íløgur, sum eru seamtyktar, eitt vet. Heilsuverkið Heilsuverkið er ein avbjóð­ ing, bæði fakliga og fíggj­ar­ liga. Ein bólkur hevur gjørt eitt álit um, hvussu heilsuverkið betur kann brúkast og ger­ ast effektivari, men hetta álit hevur enn ikki fingið pol­itiska viðgerð. Millum hægst raðfestu øk­ini, sum skulu loysast bein­anvegin er eisini at gera íløgur í grøna orku í Før­ oyum. Hendan gongdin hevur verið seianstu árini, men sam­gongan hevur altso sett sær fyri beinanvegin at fáa gjørt nakað við spurningin. Aktuelt er talan um eina orkuætlan, sum politiska skipanin skal taka støðu til: nevniliga hvat slag av orku miðnámsskúlin í Marknagili skal hitast við. Sitandi samgongan heldur seg til skjalið Samgongan, sum hevur rátt fyri borgum seinasta árið, heldur seg til samgonguskjalið, hóast ikki øll mál eru loyst enn Árni Gregersen Sjálvt um samgongan ikki sigur so nógv alment um seinastu veljarakanningina, sum Gallup hevur gjørt fyri portal.fo, so fegnast samgongan um tølini. Fyrsta árið hjá samgonguni er farið afturum og hóast talan er um eina smala samgongu, so hev­ur hon framvegis meirluta í tinginum. Hetta fyrsta árið hjá sam­ gonguni hevur verið krevj­andi, men verður hugt at sam­gongu­ skjalinum, so vistu sam­gongu­ leiðararnir at hetta fór at verða so. Fleiri stórmál eru tikin upp. Fyrst og fremst er tað høv­uðs­ vinna okkara, fiskivinnan, sum stendur fyri stórum broy­tingum. Enn eru broytignarnar ikki hendar, men nýskipanarbólkurin skal lata landsstýrismanninum við fiskvinnumálum eitt upp­skot 1. oktober. Lógin um vinnuligan fiskiskap hevur ligið sum ein tikkandi bumba undir føroyskum politikki síðani 2007. Øll vita, at 1.januar 2018 fella øll veiðurættindi aftur til tað almenna, verður onki gjørt áðrenn tað. Fleiri samgongur hava sitið síð­ani tá, men onki er hent. Orða­ vavst­ur um, at tað er neyðugt at vinnan kennir karmarnar at arb­ eiða undir, er tað sum mest hevur verið at hoyrt hesi skjótt 10 árini. Hendan samgongan hevur tikið málið upp og eitt uppskot skal fyriliggja 1.oktober. So kemur sjálvandi ein polit­ isk viðgerð, sum løgmaður segði í ólavsøkurøðu síni. Men avgerðin verður tikin í hesi tingsetuni. Hendan samgongan hev­ ur eisini arbeitt við einari menn­ing­arætlan fyri sjúkra­ hús­verk­ið. Eitt tilmæli er latið landsstýriskvinnuni við heilsu­ málum og eftir ætlan verður eitt aðal­orðaskifti um málið í heyst. Pensjónsspurningurin er aftur í viðgerð. Fleiri fundir hava verið í bólkinum, har tað ikki er ósannlíkt at ein semja finst. Nakrar útrokningar eru gjørdar í embætisverkinum og eftir øll­ um at døma kemur bólkurin samanaftur seinni í heyst. - Hetta hevur verið ógvuliga krevjandi ár og tað heldur fram við politiskum stríði í næsta ári­ num, men so vænti eg eisini, at tað verður lættari, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Løgmaður heldur, at sam­ gongan ger ymiskt rætt, eisini sæð í eygunum hjá veljarunum. Nýggjasta kanningin gevur smgonguni á leið tað sama sum á valinum og einasta flyting av ting­mandatum er frá einum and­ støðu­flokki til ein annan. SAMGONGAN NØGD VIÐ VELJARAKANNING Støðan millum samgongu og andstøðu í veljarafjøldini er óbroytt, vísir nýggjasta veljarakanningin Nýskipan av fiskivinnuni hevur hægstu raðfestingina og 1. oktober kemur nevndin við einum uppskotið til nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap