týsdagur 13. september 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Tann
1.
januar
2015 varð eldra-
økið lagt út til
kommunurnar at
umsita við einum
posa av pengum
frá landinum, sum var ov lítil.
Undirfíggingin
av
hesum
nýggja og stóra málsøkinum
hevur frá byrjan verið ein av-
bjóðing hjá Tórshavnar komm-
unu.
Men avbjóðingina at umsita
eldraøkið
hevur
kommunan
tikið upp á seg, og hendan
ábyrgd skal takast í størsta
álvara bæði fíggjarliga, fakliga og
menniskjaliga.
Stórt øki
Eldraøkið
er
eitt
stórt
og
komplekst øki, sum krevur holla
vitan um m.a. vanliga eldrarøkt,
sjúkrarøkt,
uppvenjing,
um-
lætting og dagtilboð av ymsum
slag.
Til tess at veita hesar tæn-
astur krevst nóg mikið av starvs-
fólkum við viðkomandi fakligum
førleikum. Hetta kunnu vera
sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsu-
hjálparar,
heilsuatstøðingar,
fysioterapeutar
og
ergotera-
peutar.
Í
Tórshavnar
kommunu
er í løtuni tørvur á 50 røktar-
heimsplássum, hóast stutt tíð er
liðin, síðan Boðanesheimið læt
upp. Hetta er ein avbjóðing.
Nógv fleiri, sum ikki hava
tørv á júst einum røktarheims-
plássi,
hava
tørv
á
heima-
tænastu. Heimatænastan er ein
umráðandi liður í strembanini
eftir, at fólk kunna vera heima
sum longst.
Greiðar framrokningar
Nýggjastu tølini hjá kommu-
nalu
umsitingini
vísa,
at
í
aldursbólkinum 60 til 79 ár eru í
dag 3.460 borgarar í Tórshavnar
kommunu. Í hesum sama ald-
ursbólkinum
verður
talið
á
borgarum 4.730 í 2030.
Í aldursbólkinum 80 ár og
eldri er talið á borgarum í dag
760. Hetta talið verður sambært
framrokningunum 1.356 í 2030.
Ein annar veruleiki er, at í 2015
vóru fimm fólk í arbeiðsførum
aldri fyri hvønn pensjonist í
Tórshavnar kommunu. Í 2030
verða væntandi bara trý fólk í
arbeiðsførum aldri fyri hvønn
pensjonist.
Til ber ikki at bíða til 2030 at
taka støðu til, hvussu avbjóð-
ingarnar á eldraøkinum skulu
loysast. Átøk mugu fremjast nú.
Fleiri loysnir
Hyggjuráðini at nøkta tørvin á
búplássum til eldri í kommununi
eru fleiri.
Tørvur verður heilt vist á fleiri
røktarheimsplássum, og næsta
røktarheimið kann byggjast í
stigum.
Aðrar loysnir eru at styrkja
heimatænastuna, so fólk kunnu
verða heima sum longst, stutt-
tíðarpláss á stovni, dagtilboð,
heilsufremjandi tiltøk og eldra-
íbúðir.
Kommunan skal eisini gera
av, hvat gerast skal við tey
røktarbúpláss, sum í dag eru
ótíðarhóskandi. Sum frálíður
skulu tey skiftast út, og tað fer at
krevja íløgur.
Tjóðveldi setir straks eldra-
økið á breddan í næstu býráðs-
setu.
KOMMUNUVALIÐ
Eldraøkið stórmál næstu árini
Tróndur Sigurðsson
Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin
Svimjihøllin
í
Gundadali er eitt
av fleiri góðum
frítíðarstøðum
í
høvuðsstaðnum,
mong njóta gott
av og fáa stóra gleði av. Men nú
verða dagføringar gjørdar, so
talan verður um ein enn betri
svimjihyl, innan sum uttan.
Eitt, sum vit síggja nógv í eitt
nú Íslandi, eru uttandura pottar
í sambandi við svimjihyljar og
líknandi støð, og hetta fara vit
nú eisini at fáa í Svimjihøllini.
Leiðingar eru longu lagdar klárar,
so tað er rættiliga einfalt at binda
í. Samstundis sum hetta fer at
taka trýstið av boblibaðnum inni
í høllini, fer tað eisini at skapa eitt
gott umhvørvi uttan fyri høllina.
Somuleiðis skal størri dentur
leggjast á at fáa høllina meira
barnavinarliga, og nú verður tí
farið í gongd við at seta ein stóran
rutsjibana upp í tí endanum á
Svimjihøllini, har vippurnar eru.
Hetta hevur verið nógv eftirspurt
og kemur hesin rutsjibani at gera
eina vitjan í høllini munandi
stuttligari hjá teimum yngru.
Størsta
takið
viðvíkjandi
svimjingini
í
høvuðsstaðnum
verður sjálvandi hart tiltrongdi
langhylurin, har vit hava gjørt
byggiskrá og bara bíða eftir, at
teknistovurnar eru klárar við
ítøkiligum uppskotum til, hvussu
hesin 50 metra hylur skal síggja
út.
Vert er eisini at nevna, at
omanfyri nevndu batar á ver
andi høll taka einki frá stóru
ætlanini at gera langhyl, men eru
dagføringar, sum eisini hevur
verið bíðað eftir, men sum koma
nú. Tilsamans kunnu vit gleða
okkum til eina bæði útbygda og
dagførda Svimjihøll í Gundadali,
ið fer at gagna bæði teimum,
ið svimja í kappingarhøpi og
teimum, ið bara vilja stuttleika
sær í vatni.
Svimjihøllin
verður dagførd
Virgar Dalsgaard
Eftirsum tað í
ovurmorgin, altso
mikudagin tann 14.
september eru 70 ár,
síðani tað sekteriska
loysingarliðið
phaktuelt tapti eina phólka-atkvøðu,
verður sjálvandi mikil phagnaður
og hysterisk phestivitas í loysingar-
kreðsum. Eitthvørt niðurlag verður
jú í loysingar-sektini hátíðarhildið við
veldigum rómi.
Dagurin verður helst begyntur við
øgiligum verbalum rembingum longu
frá morgunstundini.
Tað ovurnationala og phor-
dummandi Loysingarvarpið (repu-
blican service) pher sjálvandi at
leggja phyri við at interviewa tann
legendariska søgusmiðin Zacharias
Wang og aðrar talblindar phantastar
úr tjódveldissektini um, hvussu
procentrokning kann skeiklast og
tillagast eftir Kirkju-bíggjarleisti,
soleidis, at tann lítla tabellin heilt
verður lopin heilt um í tjóðveldis-
kalkylum. Síðani verða harmakvøður,
harmaleikir og harmaljóð við alskyns
hóttandi røðum móti Danmark og
danskarum, sum eftir klassiskum
mynstri verða skírdir níðingar,
mergsúgvarar, kúgarar og imperial-
istar.
Seinnapartin verður allarhelst
eitt bønarmøti á Doktaragrund, har
øll sektin heldur kjaft (sic) í tíggju
miknuttir, meðan tey minnast afturá,
hvussu illa Danmark hevur pharið við
pføroyingum við at blaka milliónir
eftir okkum og betala skuldina, hvørja
ferð vit hava koyrt ein banka ella eina
aðra stór-phyritøku á húsagang.
Kristina Há pher at phortelja um,
hvussu nógv sterkari okkara økonomi
er, enn tann í Zimbabwe, og hvussu
nógv klókari Høgni chokk er, enn
Mugabe. Tí okkara milliardskuld fær
okkum ikki til at minka um forbrúkið -
tvørturímóti. Kristina lítur á, at vit fáa
danska garanti á tí danska Børsinum
hvørja ferð, vit javnliga koma við
óphorskammaðari bidding um nýtt
obligatións-lán. Tað dugir Mogabe
slett ikki. Hann hevur ongan gódan
(danskara) at spilla út og læna frá.
Men phestivals-phundurin verður
undirhald í serklassa.. Har pher
Høgni Skelk at halda auktión yvir
slitnar tjóðveldis-phrasur, gamalt
ideologiskt órudd phrá Phramanum til
Phjúrtanda og skróturrar Erlendskar
grammo-phonpláturøður. Alt verður
selt til spottprís.
Eftir útsøluna fer tað kenda
tjóðveldiskórið PARANOIA undir
leiðslu av Anitu Fríðriksmørk og
Steintór Listarlív at syngja kantatuna
”Danin er fanin”, sum eitt vónríkt
ungt tjóðveldis-skald hevur yrkt uppá
minni enn eina nátt..
Tann politiski landsstýris-
strutsurin SIRI fer alment at gera
rituelt harakiri við at bedýra, at eitt
tap reelt altið er ein vinningur, tá
ið man er (hjálpa)-loysingarphólk.
Eftir røðuna sleppur hon at stinga
høvdið í eina sandrúgvu, sum
løgtingsphormaðurin og bólt-skallarin
á Reynatúgvu hevur bestilt til sín
sjálvs ta ferðina, tá ið hann krógvaði
seg fyri Margretu drottning, sum hann
ikki vildi eta saman við.
Teir lítilætnu skyldmenninir
Jógvan og Magni Arge fara at
causera yvir evnið "beskedinheit"
og hví danskarar eru SO phrekir, SO
phramfúsandi og SO ó-phólkaligir.
Tann følsami dansktføddi
poeturin Gunnar Hoydal og tann
æstetiski jarðamóðurmaðurin í
Bruxelles. Carl Jóhan Jensen fara
at geva Doktaragrundini og tí taptu
phólkaatkvøðuni ein litterran dám vid
at lesa upp úr egnum verkum, inntil øll
fundarfjøldin steinsovnar. Ferðina úr
Bruxelles til Havnar fær Jensen helst
fíggjað av onkrum donskum kassa.
Afturfyri skal hann nokk átaka sær
at svína Danmark illa út í einar tjúgu
minuttir, og Gunnar plagar eisini at
vera knáur til at herja á sínar donsku
landsmenn, so tað verður ógvuliga
phestligt, sjálvt um vit onnur halda
nationalistar vera keðilgar og sørar
fyri humor.
Gunnvør Balle, sum sjálv er
av danskari ætt fer eisini at herja
harðliga á Danmark og fortelja um,
hvussu nógv betri tað er at snorksova
í Reykjavík enn í Kjøpinhavn, har tað
eru alt for nógv fólk, ironiskir útisetar
og larmandi bussar. .
Teir phanatisku málmenninir,
Jonhardur Mikkelsen & Kruse-Birgir
umboða philologiina og krevja, at vit
kvetta alt samband við danskt mál og
danskan kultur og heldur velja Balkan
sum phyrimynd, har Serbien og
Kro-atien royna at førka seg málsliga
burtur frá hvørjum øðrum antin við
grammatikk ella vápnamegi.
Í teirra nýggju geografi skjóta
Kruse og Mikkelsen upp, at
Danmark verður heilt strikað av
Europakortinum, meðan Ísland,
Serbien, Catalonien og Baskara-landið
pháa nógv meiri pláss.
Hergeirur, fyrrverandi løgtings-
phormaður ætlar sær symbolskt at
detta av á Doktaragrund í solidariskari
sympati við phólka-atkvødu-phundar-
fólkinum, men hann krevur at sleppa
í eitt bleytt danskt fang, áðrenn hann
fullførir sítt ekstatiska nationala
ritual.
Aftaná verður dansur í Skriv-
arastovu, har øll tjóðveldis-sektin
dansar gólvleys við kolsvørtum
syrgibandi alla náttina. Reistrup
og aðrir entusiastiskir DANSKIR
loysingar-jassar skipa synkront í
læntum húðaskóm.
Tórbjørn Jacobsen sleppur ikki við
í gleimin, tí hann hevur flent bæði at
Høgna og Reynatúgvuni. Og tað eru
teir enn øgiliga "skelk-adir" um.
Hergeirur og Páll á Túgvu hava
átikið sær at vera á varðhaldi sum
nationalar gorillur alt kvøldið, har teir
vilja smyrja hvønn einasta óphrelstan
phøroying, danskara og Tobba av,
hvis teir bara vága sær at nærkast
Høgareyni.
Hesir spakføru hampamenn verda
vápnadir vid donskum spray-dósum
og vatnkanónum, sum teir hava "lænt"
frá tí donsku politistovuni.
Tann ekstatiski fundurin
kulminerar, tá ið Paranoia-kórið
syngur tann íslendska , catalonska
og baskiska nationalsangin í senn
afturvið ”Sært tú fuglin har?”. Einki
omanlop fer at ljóða hvøllari.
Henda spennandi euforiska
seancan; hetta markanta tjóð-
veldisgildið endar ikki fyrr enn á
ljósum morgni, tá ið ølið er uppi, og
hvis ikki onkur gudsvinur úr Norðoya
tjóðveldisfelag eigur ein kassa ella
ein løgg at leska liðið við, so fer onkur
teirra aftur til arbeidis at ”træla” fyri
kærkomnan danskan blokk, sum
stórt sæð phinansierar meginpartin
av hesum undirhaldandi partinum
av tí groteska eksperimentinum
PHØROYAR.
PHØROYAR 2016 – 70 ára phestival fyri phólka-atkvøduna í 1946
KJAK