týsdagur 13. september 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
E
itt ár er nú liðið, síðani øll
landsstýrissamgongan
varð skift út, og Framsókn
– saman við Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldi – fyri fyrstu ferð
tók við stjórnarvaldi. Hetta er
eitt hóskandi høvi at steðga á og
eftirmeta politisku gongd okkara.
Tí stjórnarvald hevur bara tann
uppiborið, sum við eyðmýkt og
jøvnum millumbilum lítur í spegilin
fyri at kanna eftir, um honum dám
ar tað, hann sær. Í politikki merkir
tað: Er samsvar ímillum tað, hann
hevur lovað, og tað, hann hevur
útint?
Fyri okkum í Framsókn merkir
tað meira neyvt, um tað, vit hava
gjørt, eru stig móti einum meira
tíðarhóskandi samfelag. Okkara
virðisgrundarlag áleggur okkum
at spyrja, um vit hava tikið týðandi
stig fram móti størri persónligum,
vinnuligum og tjóðskaparligum
frælsi.
Tá vit undan løgtingsvalinum
í fjør buðu okkum fram til at
stjórna Føroyum, mintu vit velj
aran á hetta: Nýggjar tíðir elva
til nýggjar avbjóðingar. Nýggjar
avbjóðingar rópa eftir nýggjum
loysnum. Nýggjar loysnir krevja
nýhugsan. Vit vístu á, at tíðin er
runnin undan teimum gomlu ism
unum. At hon er runnin undan
vinstra og høgra og borgarligum og
sosialistiskum. At hon ger alt stríð
millum miðstaðarøkið og útjaðaran
høpisleyst, og at skilnaðurin mill
um sonevnd gudilig og ógudilig er
vandamikil.
Allur hesin skilnaðurin møtir ikki
dagsins avbjóðingum. Hann ger ikki
annað enn at krógva okkum burtur í
avlæstar básar, haðani vit ikki røkka
hvørjum øðrum, og haðani vit ikki
fáa samstarvað. Í Framsókn ynsktu
vit tí at knýta politisk bond við tey,
ið vildu byggja einar Føroyar, sum
megna at kappast við onnur lond
um tað skapandi og virkisfúsa fólkið
– bæði um tey, sum longu búgva her,
og um útisetar og onnur, sum kunnu
koma higar at ríka okkara samfelag.
Tað var hetta, vit valdu at rópa »Tað
tíðarhóskandi samfelagið«.
Eftir valið knýttu vit sum lovað
bond við tey, ið vit mettu – og enn
meta – hava viljan og dirvið at
stríðast fyri hesum samfelagnum.
Vit halda, at tað er spennandi og
perspektivríkt at arbeiða sum eitt
slag av minnilutastjórn. Hetta
eggjar okkum til í enn størri mun
at leita út um okkum sjálv fyri at
finna semjur.
Gaman í hava vit bert sitið í eitt
ár, so enn eru politisk mál eftir at
røkka – mál, sum vit vóna og vænta,
at vit fara at fáa undirtøku fyri frá
okkara samstarvspørtum. Hinvegin
haldi eg, at vit hava tikið fleiri
týðandi stig rætta vegin, og at vit
samstundis ikki hava gjørt nógv,
sum ikki samsvarar við tey lyfti,
vit góvu. Vit smílast eitt sindur at
tí, at onkur andstøðuflokkur – í
mangli av betri – skýrir okkum at
vera vinstravend, tá vit liberalisera
eitt ávíst øki.
Persónliga frælsið
Eitt av hjartamálunum hjá Fram
sókn er at gera Føroyar rúmligari.
Virðingin fyri persónliga frælsinum
skal broyta og beina burtur forboð
og forðingar, sum ein minniluti
av fólkinum hevur tikið sær rætt
in til at áseta ella halda fast um
– í summum førum móti meiri
lutanum, í øðrum førum móti
øðrum minnilutum. Tað var tí
ongantíð nakar ivi hjá nøkrum av
okkara umboðum, at vit skuldu
vera virkin í stríðnum fyri at geva
samkyndum betri rúmd í Føroyum
við at samtykkja broytingarnar í
hjúnabandslógini.
Persónligt frælsi fevnir eisini
um fíggjarligt rásarúm hjá einstak
linginum og familjuni. Okkara
sosiala akkersfesti áleggur okkum
at tryggja eina hóskandi fígging
av einum vælvirkandi almennum
geira, men sum tann frælslynti
flokkurin mugu vit samstundis
ansa eftir, at tað almenna ikki
minkar meira enn neyðugt um
møguleikarnar hjá tí einstaka
at velja, hvussu hann brúkar sín
pening.
Í andstøðu tók Framsókn tí prin
sipielt undir við flatskattinum fyri
at minka um skattatrýstið á tær
seinast vunnu lønarkrónurnar. Vit
vóru hinvegin hart ímóti tí sosiala
ójavnanum, sum púra óneyðugt
eyðkendi tað inntrivið – bæði av
privat-
og
landsbúskaparligum
ávum. Hetta fyrsta árið í samgongu
hava vit verið við til at rætta tann
misjavnan við at lækka skatt
in hjá lág- og meðalløntum til
samans 150 milliónir krónur. Vit
fegnast um at hava virkað við til
at geva barnafamiljum og støkum
uppihaldarum eitt frægari øko
nomiskt grundarlag.
Samgongan hevur gjørt av at
fíggja hendan lættan við brúkara
gjøldum. Hetta gevur tveir fyri
munir: Hin einstaki kann í størri
mun sjálvur velja, hvussu hann
brúkar sínar pengar. Samstundis
bera fleiri herðar byrðarnar – teirra
millum fólk, sum njóta allar teir
føroysku ágóðarnar, hóast tey eru
noydd at gjalda skatt aðrastaðni.
Vinnuliga frælsið
Eitt annað hjartamál hjá okkum
er at tryggja Føroyum ein betri
samfelagsbúskap,
sum
eisini
tryggjar vælferðina. Tað krevur,
at tann frælsa vinnan fær størri
ávirkan á samfelagsbúskapin, og
at høvðusvinnurnar verða riknar
eftir
marknaðarbúskaparligum
fortreytum.
Tí leggja vit so stóran dent á
nýggjar lunnar undir eina mark
naðarstýrda fiskivinnu. Vit ynskja
eina so breiða semju, sum tilber, um
hetta álvarsmál. Tí man tað ørkymla
onnur enn bara okkum, at summir
flokkar og einstaklingar skapa so
stóra almenna órógv, langt áðrenn
serfrøðingabólkurin
er
komin
við síni niðurstøðu. Serliga verða
uppboðssølurnar av onkrari orsøk
lagdar undir hatur. Uppboð er so
bara ein av fleiri hugsandi tættum.
Tað avgerandi er, at framtíðin
byggir á marknaðarbúskap. Tá løg
tingið fer at viðgera nýggju fiski
vinnuskipanina, fara øll tingfólk
vónandi at arbeiða fyri alt Føroya
fólk og ikki fyri nakrar fáar ein
staklingar.
Vit arbeiða við eini nýggjari
alilóggávu. Hon skal í størri mun
gera vinnuna bæði størri og meira
Spegilsmyndin á
TÍÐARGREIN
Poul Michelsen
form. í Framsókn og
landsstýrismaður