týsdagur 13. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105
Sosialurin
eitt ára degnum
fjøltáttaða, samstundis sum hon
leggur upp fyri avbjóðingarnar við
lívfrøðiligari javnvág, tryggjar eitt
sunt ognarbýti og loysir spurningin
um ognarrættin hjá útlendingum.
Vit fáa eisini nýggja lóg og reglur
um ferðavinnuna. Hetta skal skapa
gróðrarbotn fyri størri vøkstri í
vinnuni, men eisini tryggja, at vit
menna hávirðisvørur og -tænastur,
samstundis sum vit ansa eftir
náttúruni og bygdasamfeløgunum.
Somuleiðis fyrireika vit nýggja lóg
gávu um kreativar vinnur.
Sum ein táttur í øktum vinnu
ligum frælsi hava vit givið siðbund-
num føroyskum mati rúmari ræsir
at finna leiðina út á marknaðin á
ein lógligan hátt.
Tjóðskaparliga frælsið
Í Framsókn vilja vit, at Føroyar
taka ábyrgd av sær sjálvum, og
at vit gerast ein sjálvberandi,
frælsur og sjálvstøðugur limur í
heimsfelagsskapinum. Vit taka eitt
týðandi stig á leiðini til at staðfesta
okkara samleika og støðu sum
tjóð, nú vit smíða eina føroyska
stjórnarskipan, sum Føroya fólk
skal atkvøða um á fólkaatkvøðu
næsta ár.
Vit stremba støðugt eftir at
sita til borðs, har millumtjóða av
gerðir verða tiknar. Tí reka vit ein
málvísan uttanríkispolitikk. Vit
hoyra frá Sambandsflokkinum, at
vit í hesum eru á konfrontatiónskós
móti dønum. Til tað er bert at
siga, at ger tað dønum ilt, at vit
fegin vilja taka ábyrgd av okkum
sjálvum, ja so eru vit mestur á kon
frontatiónskós. Men so hava danir
ein trupulleika – ikki vit.
Um ársskiftið taka vit yvir út
lendingamál. Vit gera so sjálv
av, hvør kann búgva í Føroyum,
samstundis sum vit taka ábyrgdina
av okkara limaskapi í heimssamfe
lagnum.
Vit samráðast í løtuni um yvir
tøku av loftrúminum, og vit hava
funnið eina semju við danskar
myndugleikar um arbeiðssetningin.
Yvirtøkan er býtt í tveir partar. Hin
fyrri er fyrisitingarligi parturin av
inn- og útflúgvingunum, hin seinni
formliga yvirtøkan av sjálvum
loftrúminum, sum krevur heldur
longri tíð at fremja.
Vit samráðast eisini við bank
arnar um at taka persónsdata og
onnur bankadata heimaftur til
Føroya og at viðgera hesi, har tað
gagnar samfelag okkara best.
Vit hava støðugt mint á, at fleiri
stórar nýskipanir eru neyðugar
fyri at styrkja samfelag okkara og
harvið gera tað alsamt frælsari.
Vit fegnast um, at vit nú hava
fingið glið á summar teirra. Ein er
sum longu nevnt nýskipingin av
fiskivinnuni. Vit eru eisini komin
væl áleiðis við tí altavgerandi pen
sjónsmálinum og rokna við at fáa
eina breiða semju í heyst. Her skal
lorast nakað frá øllum síðum, so vit
fáa eina brúkiliga javnvág millum
ta privatu og ta samhaldsføstu upp
sparingina.
Landsstýrið hevur nú eisini
fingið eitt álit um at nýskipa heilsu
verkið, sum vit sum heild kunnu
taka undir við. Tað avgerandi má
ikki vera, hvussu nógv sjúkrahús
vit hava, men at vit í Føroyum
hava eina so góða, vælvirkandi og
trygga heilsutænastu, sum tilber.
Samstundis mugu vit gera okkum
púra greitt, hvørjar viðgerðir, vit
skulu hava í Føroyum, og hvørjar
tænastur, vit heldur eiga at keypa
uttanlands, um eitt nú grundarlagið
undir serlæknum kann vera ov
veikt í Føroyum.
Tjóðskaparliga
sjálvbjargnið
veldst fyrst og fremst um fólkið,
sum býr og virkar her. Vit fegnast
um, at vit nú fjølgast aftur í Før
oyum. Tað er eisini hugaligt, at
samgongan hevur givið teimum
lesandi breiðari frálærutilboð og
betri búskaparliga grund undir
lesnaðinum, eins og hon arbeiðir
miðvíst við lista- og mentanar
politikkinum.
Dyggasta
grund
arlagið undir tíðarhóskandi sam
felagnum er ein tíðarhóskandi
skúli – sama um vit hugsa um
barnaskúla ella miðnám. Vit fara
enn sum áður at leggja stóran
dent á hetta – herundir á okkara
hjartamál, sum er fáa skúlunum
nógv meira av føroyskum lesitilfari.
Støða okkara í løgtinginum gevur
okkum sera góðan møguleika at
arbeiða fyri skúla og mentan.
Vandi er í hvørjari vælferð
Tað gongur væl í Føroyum, og nú
eisini hjá tí almenna. Fyri fyrstu
ferð í átta ár fara vit nú aftur at
hava avlop á fíggjarlógini. Men
tað er altavgerandi fyri øll okkara
frælsi – bæði tað persónliga, tað
vinnuliga og tað tjóðskaparliga –
at vit ikki aftur kollsigla føroyska
landshúsarhaldið,
soleiðis
sum
undanfarin stýri hava gjørt fleiri
ferðir.
Eisini á hesum avgerandi øki
hava vit eina góða støðu í løgtingin
um. Framsókn fer at berjast fyri, at
hetta ikki hendir aftur. Í samgong
uni mugu vit vissa hvønn annan
um, at vit hava lært av søguni, og
at vit tí fara at stýra búskapinum
við skili og við fastari hond, tá tað
krevst. Tí taka vit nú málvís stig
fyri at fáa langtíðarhaldføri í al
menna búskapin.
Fyrst og fremst mugu vit sleppa
okkum burtur úr teimum oyðandi
búskaparligu sveiggjunum. Størsta
orsøkin til at fara av knóranum
eru vantandi vilji ella evni til at
halda aftur. Vit fegnast um, at vit
nú eru farin at byggja upp aftur
óheftar
búskaparstovnar,
sum
kunnu hjálpa okkum við hesum,
og sum duga og tora at vegleiða
myndugleikarnar og um neyðugt
at siga okkum ímóti. Vit eiga har
afturat at samtykkja og brúka kon
junkturlógina, soleiðis sum Fram
sókn hevur skotið upp.
Samstundis mugu vit ásanna,
at kommunalu búskapirnir til
samans nú eru so stórir í mun til
landsbúskapin, at vit bert kunnu
tálma sveiggjunum við at fáa
kommunurnar til at taka avgerðir
í samsvari við tær, vit eru noydd at
gera í løgtingi og landsstýri. Gerst
hetta ikki við semjum, má tann
fasta hondin taka um endan.
Meðan privati geirin ikki ger
tær heilt stóru íløgurnar í løtuni,
gongur tað almenna á odda við at
seta alt ov nógv og stórt í gongd í
senn. Vit noyðast næstu árini at
minka um okkara ætlanir, útseta
onkrar íløgur og endurmeta um
aðrar. Vit mugu ikki máa støðið
undan aftur tí tíðarhóskandi sam
felagnum og teimum trimum fræls
unum.
TÍÐARGREIN
Teir tríggir floksformenninir
undirskriva samgonguskjalið