Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALV Óli Jacobsen Barndómsheimið hjá pápa Helga, Andriasi, í Bøkjarabrekku 5, kann sigast at vera ein rættiligur depil fyri kleking av telvarum. Foreldrini hjá Andriasi eru Ebba og Marius Ziska. Marius var sonur Onnu og Andrias Ziska. Andrias var kendur sum ein av okkara fyrstu loysingarmonnum. Hann skrivaði eisini ta frálíka bókina , »Tórshavn – lív og vøkstur«, sum kom út í 1959. Sum greitt frá í Siðsøguni undan ólavsøku var hann tann fremsti íbirtarin av Skipafelagnum Føroyar. Anna var dóttir Djóna í Geil. Hon var so­statt systir Poul, Kristin og Petur (Alberg) í Geil, sum allir hava sett djúp spor eftir seg í Føroyum á ymiskum økjum. Anna var fyrsta »telefon­daman« í Havn, tá ið telefon­in á fyrsta sinni varð løgd inn í Geil fyrst í farnu øld. Abbi Helga, Marius Ziska, var prentari. Hann var ein av teimum sum stovnaðu B 36, og sum eisini gjørdi B36 sangin. Hann var eisini rímiliga góður telvari. Men hann gjørdist sjúkur ungur og doyði í besta aldri í 1971. Kona hansara, Ebba, sum nú er 94 ára gomul er skilagóð sum fá, og hon er heldur ikki sør at telva. Vit hava kenst í ártíggir, og tað er altíð hugna­ligt at koma á gátt hjá henni. Hon veit nógv og hevur mangan verið ein hent kelda. Ebba er ættað av Húsum. Í 1944 giftust hon við Marius, og tey bygdu hús í Bøkjarabrekku. Meðan húsini vóru í gerð búðu tey inni hjá Onnu og Andrias Ziska. Ebba minnist, at verpápin hevði altíð talvborð standandi frammi, so talvrøturnar ganga langt aftur í tíðina. Hann var eisini virkin í Talvfelagnum. Ebba og Marius fingu átta børn. Tríggir av dreingjunum Andrias, Suni og Bjarki komu at gerast nakrir av okkara fremstu telvarum. Ebba hjúklaði um telvararnar Ebba eigur ikki minst heiðurin fyri hesum. Hon hevur hjúklað um talvevnini hjá sínum synum. Heim til teirra komu teirra javnaldrar tíðliga og seint. Her sótu teir og telvaðu nærum í hvørjum skoti. Ebba tók altíð væl ímóti teimum, so teir føldu seg væl, blíð og fyrikomandi, sum hon er. Teir tríggir Ziska-brøðurnir hava fingið ein munandi leiklut í talvsøguni hjá Suna Merkisstein, sum kom út í 1997. Í hesi bók sæst, at beiggjarnir hava verið við í telving síðan 1973, tá Suni eisini gjørdist føroyameistari. Sagt verður, at hann tók øll á bóli, tá hann trygt og sannførandi telvaði seg til sigurs. 20 ára gamal gjørdist hann yngsti føroyameistari, sum hevði verið tá. Suni vann aftur ruddiliga í 1980. Hann lærdi seg mannagondina longu sum seks ára gamal. Hann hevur eisini verið dyggur stuðul hjá Havnar Talvfelag, tí er hann gjørdur heiðurslimur í felagnum. Í 1983 gjørdist Andrias, pápi Helga, føroyameistari. Hetta var óvæntað, tí hann hevði lægsta styrkital av luttakarunum, meðan Suni hevði tað hægsta. Men hetta forðaði ikki Andrias í at vinna. Ta ferðina skrivaði Andrias nakrar hugleiðingar um telvingina í ættini, sum hann minnist hana. Fyrst um tá ið Anthon á Kráku­ steini plagdi at vitja abban Andrias Ziska, og teir stongdu seg inni og vildu ikki órógvast. Tá telvaðu teir. Síðani greiðir Andrias frá, hvussu hann sjálvur kom at kappast við Suna í køkskrókinum heima í Bøkjara­brekku. Bjarki byrjaði eisini blaðungur. Longu í 1974 – sum 17 ára gamal – var hann við á føroyska landsliðnum á olympiaduni í franska býnum Nice. Úrslitið hjá Bjarka var um miðal hjá føroysku luttakarunum, og var hetta roknað fyri at vera væl klárað, tá hugsað verður um aldurin. Í 1978 var Bjarki við á eini talvferð til Íslands. Sagt verður, at Bjarki kom væl frá uppgávuni á fyrsta borðið. Bjarki hevur ikki verið almennur føroyameistari, men hann hevur vunnið nógvar aðrar kappingar sum t.d. í snartalvi. Bjarki og Suni eru prentarar og høvdu í nógv ár prentsmiðju í kjallaranum hjá mammuni. Her gjørdu teir eisini eina roynd at geva út eitt talvblað. Tað kom út nakrar ferðir. Men teir ásannaðu eisini, at tað er ikki bert sum at siga tað at geva blað út í Føroyum, so hendan royndin var ikki drúgv. Men teir góvu so sítt íkast til talvsøguna. Her kann verða skoytt uppí, at tað eru eisini onnur evni í ættini enn telving. Kendi tónleikarin, Marius, er sonur Bjarka. Hin omman keypti Helga fyrstu talvbókina Sigast kann, at Helgi hevur gott til at at bregða við einum slíkum ættar­bandi. Tað er ikki løgið, at øll ættin er errin av hesum knassanum. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri ættina hjá Piu, mammu Helga. Sigrid, mamma Piu, eigur eisini sín part í hesi talvsøgu. Hon keypti nevniliga Helga hansara fyrstu talvbøkur, tá ið Helgi var smá­ drongur. Her var grundarlagið lagt. Abbin Jens, sum doyði fyri nøkrum árum síðani, var sonur Hansinu og Johan Dam, sum búðu í Konradsbrekku. Jens arbeiddi nógv ár sum kassameistari á gjald­ stovuni. Sigrid er dóttir Helgu og Jens Petur Rubeksen, Pedda post, sum var næstfyrsta postboð í Havn. Hon býr á trøðni, sum Jens fekk eftir pápa sín. Sigrid er eisini fróðarfólk. Ommunum verður saman við foreldrunum eisini ynskt hjartaliga tillukku við bragdinum hjá Helga! TALVKLEKINGARDEPULIN Í BØKJARABREKKU Helgi Dam Ziska er ættaður úr heimi, sum hevur alt góðar telvarar Talvklekingardepilin í Bøkjarabrekku Ebba hjúklaði um allar sínar telvarar Her er Helgi komin á gátt hjá ommuni og abbanum, Sigrid og Jens. Sigrid keypti honum fyrstu talvbókina Bjarki og Suni við steypum