Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALV Jóannes Hansen Klokkan 14.05 í morgin lendir flogfarið við føroyska talvlandsliðnum í Vágum. Hetta verður fyrsta ferðin, at føroyskur stórmeistari í talvi fer at seta fótin á føroyska jørð. Móttøka verður fyrireikað, tí tað fer sjálvandi ikki bara aftur við borðinum, at Helgi Dam Ziska í fyrradagin tryggjaði sær stórmeistaraheitið. 26 ára gamli havnar­ maðurin hevur verið fremsti føroyski telvarin í fleiri ár. Styrkistalið hjá honum er hægri, enn tað nakrantíð hevur verið hjá føroyskum telvarum. Tað er langt síðani, at hann varð altjóða meistari, og nú hevur hann í nøkur ár havt kós ímóti at verða stórmeistari. Gávurnar, miðvísa arbeiðið og úrslitini hava verið orsøk til, at spurningurin ikki hevur verið um men nær, tað fór at eydnast. Fleiri ferðir hevur tað verið um reppið, men í fyrradagin eydnaðist tað, fagnaðurin er stórur í føroyska talvheiminum, og kring heimin eru tey mong, sum heilsa føroyingum við fagnaði um, at tað nú er ein føroyskur stórmeistari í talvi. Teir kendu Tað eru umleið 1450 stór­ meistarar kring allan heimin. Ofta verða føroysk viðurskifti sammett við tey í Danmark, og tá verður faldað við hundrað. Trettan danir hava vunnið seg fram at vera stórmeistarar. Tann fyrsti og nógv tann kendasti var Bent Larsen, ið var 21 ára gamal, tá ið hann í 1956 varð stórmeistari. Hetta var í sambandi við talvolympiaduna í Moskva hetta árið. Bent Larsen doyði í 2010. Tann næsti var Curt Hansen, sum vann stór­ meistara­heitið í 1985. Tá var hann 20 ára gamal og er yngsti danski stórmeistarin nakran­tíð. Íslendingar eiga tólv stórmeistarar. Tað verður sagt, at Ísland eigur flestar stórmeistarar av øllum, tá roknað verður út frá samlaða fólkatalinum. Í Íslandi búgva 332 túsund fólk. Harvið er tað ein stórmeistari í talvi fyri hvørji stívliga 27.600 fólk. Okkara stórmeistari Helgi Dam Ziska vann FM í ung­linga­deildini í 2004, tá ið tað varð telvað um FM í Tofta skúla. Tá segði hann í sam­røðu við Tórð Mikkelsen seg ætla at verða IM og GM, og síðani hevur hann jarð­ bundin og við tí eyð­mýkt og hug­savnan, sum skal til, arbeitt miðvíst fram ímóti málinum. Fleiri ferðir hevur tað verið tætt við, og í fyrradagin eydnaðist tað at fáa fatur á GM, tá ið Føroyar taptu 1 ½ - 2 ½ ímóti Bolivia, og Helgi á fyrsta borði vann. Sjálvur var nýggi stórmeistarin jarðbundin, tá ið útvarpið hjá Kringvarpi Føroya stutt eftir sigurin hevði hann í telefonini: – Hetta hevur verið mítt mál í hvussu so er í tíggju ár, og tað er ein lætti og forloysing, at tað nú er veruleiki. Eg ætli mær at telva og annars brúka útbúgvingina, men í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir. Tað eru fleiri kappingar fyri framman, og kanska fari eg at telva meiri, enn eg havi gjørt, meðan eg havi lisið í Skotlandi, segði Helgi Dam Ziska í samrøðu við Sigruna Brend. 2016 er vorðið sum merkis­ ár hjá Helga. Í vár vann hann EM fyri smátjóðir, so er hann útbúgvin Master of Economics, og nú er hann stórmeistari! Hvønn týdning heldur tú, at hetta fer at hava fyri føroyska telving? – Kanska fer hetta at vísa øðrum, at tað letur seg gera, nú vit eiga ein stórmeistara og tveir altjóða meistarar (John Rødgaard og John Arni Nilssen). Eg eri ikki blivin betri telvari í dag, men nú havi eg pappír upp á tað, at eg eri stórmeistari. Gylta høvið Í Baku í Aserbadjan skuggaði veruleikin, at Føroyar nú eiga ein stórmeistara, fyri tapinum ímóti Bolivia. Klokkan níggju í gjár settust NÝGGIR LEIKI FLYTA FØROY TELVING Avrikið hjá Helga Dam Ziska, sum í fyrradagin varð fyrsti føroyski stórmeistari í talvi eigur at vera við til at lyfta føroyska telving, sum stríðist fyri at fáa fatur á børnunum