Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 14. september 2016 · Nr. 105 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALV R SKULU YSKA føroysku telvararnir fyri síðstu ferð í hesi olympiaduni við borðini. Móstøðuliðið var í gjár Svøríki, og nýggi stórmeistarin var ikki á føroyska liðnum. Harvið vóru vánirnar einki serligar fyri, at tað fer at eydnast Føroyum at vinna 50 prosent, sum plagar at vera málið. Spurningurin er nú, hvussu føroyski talv­heim­ urin fer at smíða, meðan jarnið er heitt. Seinni í heyst verður farið undir lands­ kappingina fyri lið, á páskum verður aftur FM kapping fyri ein­staklingar, og tað verður skipað fyri fleiri øðrum kapping­um. Síðst í november verður altjóða kapping í Runa­vík. Hesa kappingina hevur borgar­ stjórin í Runavíkar kom­ munu, Tórbjørn Jacobsen, tikið stig til saman við Talv­ sambandi Føroya: – Hetta varð avrátt fyrr í summar. Orsøkin til, at stig er tikið til kappingina, sum verður í Løkshøll, er, at Skálafjørðurin er so illa fyri í telving. Her býr lutfalsliga væl av fólki, men tað sæst ikki aftur í telvingini. Vit vóna, at kappingin fer at birta upp undir, so børn og unglingar fara at taka telv­ ingina til sín. At Helgi nú er stór­meistari eigur at bera við sær, at kappingin verður uppaftur áhugaverdari, sigur Tórbjørn Jacobsen, og hann heldur fram: – Tað gongur upp og tað gongur niður. Hetta er høvi til upp­gongd. Heims­meistara­kappingin í Reykjavík millum Boris Spasskij og Bobby Fischer í 1972 skundaði nógv undir telv­ing í Íslandi og eisini hjá okkum. Tá ið Talvsambandið við Jákupi Mikkelsen á odda fekk bosnisku stór­ telv­ar­arnar Ivan Sokolov og Predrag Nikolic henda vegin fyrst í níti árunum, sást tað aftur, og tað gjørdi tað so sanniliga eisini, tá ið Rani Nolsøe og tey í Talv­sam­band­ inum fingu Garry Kasparov henda vegin. Tað var í 2001, og tað bar millum annað við sær, at Helgi Dam Ziska aftur fór at telva! Helgi og Kasparov Jóannes Guttesen er fyrr­ verandi formaður í Havnar Telvingar­felag, har Helgi Dam Ziska, pápi hansara Andrias og so nógvir aðrir í talv­hugaðu familjuni hava verið stuðlar. Jóannes Guttesen greiðir so­leiðis frá: – Kasparov vitjaði á sumri 2001. Eg var for­maður í Havn­ ar Telvingar­felag og hevði eisini barna­telvingina undir hond. Kasparov skuldi í Norður­landa­hús­in­um undir­ vísa ung­dóms­telvar­um úr øllum Føroyum. Tað var grav­gangur eftir at uppliva Kasparov, og tí avgjørdu vit, at undirvísingin, sum var á enskum, skuldi vera fyri tey, sum vóru tólv ár og eldri. Tey, sum kenna meg, vit, at tá markið er tólv ár, so er tað tólv ár. Kvøldið fyri at undir­ vísingin skuldi vera, ringir telefonin. Í hinum end­an­um var róliga røddin á Andriasi Ziska, sum hevði barna­telv­ ing­ina síðst í sjeyti árunum, tá ið eg sum níggju ára gamal fór at telva í talv­hús­ in­um. Vit fingu upp­gávur við til hús, skila­góð undir­ vísing, simultan­telving móti átjan ára gamla ný­klakta FM vinnaranum Jens Christian Hansen osv. Andrias segði í telefonini, at hann átti ein lítlan drong, sum var givin at telva, men hevði hug at sleppa at uppliva Kasparov. Eg segði sum var – tólv ára aldurs­mark, enska málið osv. Andrias segði, at sonur­ in var bara tíggju, men fylti skjótt ellivu! – Eg hugsaði um tíðina, tá ið Andrias undir­ vísti í Talv­húsinum – »ok«, segði eg, »men fortel tað ikki fyri nøkrum«! Í dag, fimtan ár seinni, er hann stór­ meistari í talvi! 500 talvborð og 20 útlendingar Finnbjørn Vang hevur í fleiri ár verið formaður í Talvsambandi Føroyar. Hann er ferðaleiðari í Baku, og í gjár sat hann á fjórða borði ímóti Svøríki. – Samantalda úrslitið verður kanska ikki so gott, sum tað onkuntíð hevur verið. Henda kappingin fer tó altíð at standa sum tann, tá ið Helgi Dam Ziska syrgdi fyri, at Føroyar vunnu fyrsta stórmeistaran. Tað er framúr!, sigur Finnbjørn Vang úr Baku. Tá ið føroyska ferðalagið eftir døgurða í morgin verður aftur í Føroyum, verður farið undir aftur gerandisdagin í føroyskari telving. Ein av fyrstu avbjóðingunum verður altjóða kappingin í Runavík 21. til 28. november: – Tað er ikki greitt enn, hvørjir fara at taka lut. Vit rokna við tjúgu góðum telvarum og so fleiri øðrum føroyskum telvarum. Millum stinnu føroyingarnar vera eitt nú John Rødgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen. Orsaka av olympiaduni er tilmeldingin útsett. Vit hava samband við nógvar telvarar her í Baku, og vit rokna við, at eini tíggju ella fimtan stinnir útlendingar fara at luttaka í Runavík Open. Verður Helgi Dam Ziska við í Runavík Open? – Tað er ikki avgjørt enn, men vit vóna tað, og tað verður greitt seinni í vikuni, sigur Finnbjørn Vang úr Baku. Finnbjørn Vang vónar og roknar við, at úrslitið hjá Helga Dam Ziska fer at skunda undir áhugan fyri talvi í Føroyum. Hann endurtekur tað, sum hann segði um vánirnar hjá før­ oyskari telving í Sosialinum 31. mars í ár: – Í talvhøpi er avbjóðingin tann sama, sum hon er í øllum øðrum frítíðarítrivi. Hon snýr seg um at fáa fólk at taka sær av felagslívinum. Tilgongdin hevur ongantíð verið stór. Tað hava altíð verið nøkur, sum eru løgst aftrat. Soleiðis er tað eisini nú, og tað er hugaligt, at unglingarnir tykjast trívast, og at síggja teir mennast bæði skjótt og væl. Talv­sam­ bandið er væl fyri í tøkni, sum skal til, um onnur enn tey, sum eru á staðnum skulu hava møgu­leika at fylgja við. Tað eru nógv, sum fylgja við, men tað eru ikki so nógv, sum bjóða seg til at bera feløgini og vera kring telvararnar. Tað er størsta avbjóðingin, sigur Finnbjørn Vang, formaður í Talv­sam­ bandi Føroya. Gera tit nakað við tað? – Í fleiri støðum er talv partur av frí­tíðar­undir­ vísingini og kvøldskúlanum. Tað riggar summa­staðni. Um tað skal verða heilt gott, so er neyðugt, at feløgini hava opið, tí onkra staðni skulu børn­ ini og ungu telv­ ar­arnir fara, tá ið tað ikki er talv í skúl­an­um. Netið er bæði gott og minni gott fyri telvingina. Nú ber til at telva ímóti telduni og at lesa og studera talv á netinum, og tað ber við sær, at telvararnir mennast og búnast. Men um telvararnir skulu trívast, so er neyðugt við sosialum umhvørvi, og tað er størsta avbjóðingin at halda tørn. Talið av lut­ takarum í FM er gott baro­metur. Fyri nøkrum árum síðani var tað lágt, men nú er tað aftur fyri upp­ gang­andi. Vit hava nógv á skránni frá september og fram til í mai, og lagið er gott og trivnað­ur­in góður millum telv­ar­ar­nar. Úr Baku sigur formaðurin í Talv­ sam­band­inum at enda soleiðis: – Vit hava fyri stuttum fingið fimm hundrað talv­sett. Tey eru á goymslu í Klaksvík. Vit hava tilfarið. Nú snýr tað seg um at fáa nakað burtur úr teimum. Tá snýr tað seg um pengar, men tað snýr seg fyrst og fremst og orku. Tað gongur rætta vegin, men kanska seinni, enn tað varð vónað. Men vónandi fer Helgi og hansara avrik at stimbra undir framgongdina. Tað eru nógvir leikir í longum talvi!