Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 8 HONDBÓLTUR 2016-2017 Kyndil enn grønari – Eg trúgvi, at henda manningin hjá Kyndli kann blíva ein maktfaktorur í føroyskum manshondbólti um nøkur ár, men fyri fyrst vilja vit klára okkum betur enn í fjør, sigur venjarin, Julian Johansen – Hóast vit hava mist meira, enn vit hava fingið, so haldi eg, at tað sær spennandi út hjá okkum. Teir yngru eru blivnir eitt ár eldri og avgjørt eitt ár betri, so vit hava eitt øgiliga ungt og lokalt lið í vetur. Tað sigur venjarin hjá Kyndli, Julian Johansen, ið vísir á, at David Edvardsen og Hörður Fannar Sigþórsson eru teir einastu av spælarunum, sum ikki hava sín uppruna í Kyndli. – Hetta, at vit allir koma úr sama felagsskapi og allir arbeiða fyri sama máli, er nakað, sum vit tosa um alla tíðina og sum hevur stóran týdning fyri okkum. Vit halda tað vera øgiliga stuttligt, at so nógvir, sum hondbóltsliga eru uppaldir saman, eisini sleppa at spæla saman, sigur Julian, ið eisini heldur, at talan ikki er um eitt lið, sum bara er »grønt«, men eisini hevur neyðugu dygdirnar. – Teir ungu spælarrnir, sum koma upp, eru vanir við at vinna í yngru deildunum, men nú skulu teir sjálvandi royna seg ímóti stórum feløgum, ið somuleiðis hava traditiónirnar á síni síðu. Venjarin sigur, at liðið hjá Kyndli kanska ikki er tað liðið, sum skal vinna í ár, men heldur eitt framtíðarlið, sum hann væntar sær nógv av: – Eg trúgvi, at henda manningin hjá Kyndli kann blíva ein maktfaktorur í føroyskum manshondbólti um nøkur ár. Eitt, sum ger støðuna hjá okkum øðrvísi, enn hon hevur verið í kanska einki tíggju ár, er at her er talan um einar sjey ella átta spælarar undir 23 ára aldur, ið kunnu blíva góðir. Tvey fara undan Kyndil hekk leingi við í kappingini í fjør, men rakk akkurát ikki í FM-finaluna, tí har komu trý stig at vanta í, tá avtornaði. – Vit taptu fyrstu tríggjar dystirnar í fjør, so málið hjá okkum er í fyrsta umfari at fáa eina góða byrjan. Vit eru vónandi líka væl við sum hini liðini, og sjálvur haldi eg, at vit eru eitt sindur betur fyri nú, enn tá síðsta kappingarárið byrjaði, tí nú hava vit so allar mans tøkar frá kappingarbyrjan, og tað høvdu vit ikki í fjør, sigur Julian Johansen. – Okkara styrki er tann »grøni stríðsandin«, sum hevur verið kámur seinnu árini, men spakuliga byrjaði at koma fram aftur síðsta kappingarár. Koma vit aftur á góða gamla lagið, kann alt henda. Vit skulu í øllum førum royna at spæla eitt sindur skjótari og skulu longur fram at dekka, so vit kunnu gera stóru skjúttunum hjá mótstøðuliðunum fortreð, serliga teimum hjá VÍF og H71. Yvirhøvur væntar Kyndilsvenjarin, at tað verður trupult at standa seg ímóti júst VÍF og H71 og vísir á, at hoyvíkingar hava ein stórskjútta, ið kann avgera nógv, umframt at vestmenningar á sínum liði hava kanska teir tríggjar bestu serbarnar, sum nakrantíð hava verið á sínum plássum í føroyskum hondbólti. – Vit sakta ikki upp á nakra finalu hetta kappingarárið, men fara kanska at fáa fleiri stig enn síðsta kappingarár, tá vit mistu fleiri stig burtur. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, men eg haldi, at vit hava fólkið til at kappast um at vinna bronsuna aftur í vetur, sigur Julian Johansen. – Men eg síggi fyri mær, at tað kann enda við, at vestmenningar og hoyvíkingar strúka avstað frá hinum, tí teir eru so væl mannaðir. MÁLVERJAR Tórður Guttesen, Janus Jakobsen og Jan Pauli Toft Johannese ÚTILEIKARAR Josef Abrahamsen, Torvald Abrahamsen, Rógvi Dal- Christiansen, David Edvardsen, Heini Edvardsson, Ólavur Reginsson av Fløtum, Jóni Viderø Guttesen, Tummas Pauli Hanusarson, Jóhan Petur Hentze, Hjalti Mohr Jacobsen, Rógvi Johansen, Kristoffur Kristoffersen, Bartal Klein Olsen, Høgni Klein Olsen, Bjarni Rasmussen, Hörður Fannar Sigþórsson, Ludvík Súnason og Tróndur Wardum VENJARI Julian Johansen Hallur Danielsen, viðmerkjari: KYNDIL KEMUR AT MYNDA TOPPIN Hóast Kyndil ikki hevur verið í FM-finaluni í nøkur ár, so væntar Hallur Danielsen, at teir grønu úr Havn aftur í ár koma at vera við til at mynda toppin í bestu mansdeildini. – Eg vænti, at tað kemur at vera eitt rættiliga gott ár hjá Kyndli í ár. Teir hava eitt hampuliga gott lið, og so er spurningurin, hvørja ávirkan tað kemur at hava, at Finnur Hansson er farin, og at teir hava fingið Tummas Paula Hanusarson ístaðin, sigur Hallur Danielsen. Hann sigur seg vænta, at Kyndil kemur at vera við í oddinum, og at kyndilsmenn koma at spæla við um finaluplássini, tá ið kappingin fer at halla. – Men so skulu teir eisini vera meiri støðugir í ár, um teir ætla sær í finaluna. Men teir hava gott fólk, og tað eru serliga David Edvardsen og Hørður, sum eru stóru profilarnir, sigur Hallur Danielsen og leggur afturat: – Kyndil kemur at mynda toppin í ár, sigur hann.