týsdagur 13. september 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2016
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
9
HONDBÓLTUR 2016-2017
KÍF í betri formi
– Síðani í mai mánaði hava vit bygt liðið spakuliga, og eg tori at
siga, at menninir yvirhøvur eru betur fyri nú, enn teir vóru um
somu tíð í fjør, sigur venjarin hjá kollfirðingum, Jeppe Borch
KÍF, sum í 2013 og 2014 var meistari
og bæði árini kom í steypafinaluna,
sum liðið vann í 2013, hevur ikki
ordiliga verið heilt uppi í somu
snúningum aftur. Síðsta kappingarár
bleiv hópurin í so tunnur, tá alsamt
fleiri skaðar fóru at gera um seg
ímóti kappingarenda, so tí rakk tað
akkurát ikki til heiðursmerki, hóast
kollfirðingar hingu við rættiliga leingi.
– Vit sóu ímóti endanum á
kappingini í fjør, at tað bleiv ov smalt
hjá okkum, tá vit fingu fleiri skaðar,
og tí hava vit roynt at styrkt okkum
eitt sindur um hópin í ár, so vit skulu
fáa størri breidd, sigur venjarin hjá KÍF,
Jeppe Borch, sum kom til Kollafjarðar
undan síðsta kappingarári.
– Tí hava vit styrkt okkum
við tveimum 19-20 ára gomlum
spælarum úr Danmark, sum eru
málverjin, Marcus Mølbjerg, og høgri
bakkurin, Frederik Sørensen. Eg havi
verið væl nøgdur við tað, eg havi sæð
frá teimum, so teir munnu fara at
roynast. Vit høvdu heldur ikki farið
eftir spælarum, uttan so at vit sóu
teir sum ein veruligan styrk fyri hópin,
og tað haldi eg, at hesir báðir ungu
menninir eru. Tað sær eisini út til, at
teir eru falnir væl til, so tað sær sera
spennandi út.
Vilja byrja betur
Sum sagt, fekk skaðastøðan stóra
ávirkan á, hvussu endaspurturin
hjá KÍF hilnaðist, og nú eitt nýtt
kappingarár stendur fyri durum, er
verri enn so alt komið upp á pláss enn
hjá kollfirðingum:
– Framvegis dragast onkrir av
okkara monnum við skaðar, so vit eru
ikki fullmannaðir enn. Men tað skal
ikki vera nøkur loyna, at vit ætla at
gera tað betri enn í fjør, tá vit eisini
megnaðu at gera framstig í mun til
árið fyri, staðfestir Jeppe Borch, ið
letur væl at venjingunum higartil.
–
Steðgurin
síðani
síðsta
kappingarár hevur gagna okkum, tí
síðani í mai mánaði hava vit bygt liðið
spakuliga upp alla tíðina, burtursæð
frá eini feriu í juli mánaði. Tí tori eg
at siga, at menninir yvirhøvur eru
betur fyri nú, enn teir vóru um somu
tíð í fjør. Vit sóu sera slitnir út ímóti
endanum á kappingini í vár, men nú vil
eg so vóna, at arbeiðið við forminum
higartil fer at løna seg.
Høgt toppstøði
Spurdur, hvat hann væntar sær av
komandi kappingini, heldur KÍF-
venjarin, at talan helst verður um eina
kapping, sum minnir um hana í fjør,
men at tað verður javnari.
– Í fjør stakk H71 av at byrja við,
men annars var tað nokk so javnt,
og tað bleiv so VÍF, ið endaði øgiliga
væl, ið vann meistaraheitið. Í vetur
vænti eg, at H71 við síni stóru breidd
aftur fer at klára seg væl, eins og
VÍF og Kyndil fara at gera tað. Eg
rokni tó ikki við, at nakað heilt vilt
hendir í toppinum, men at vit fáa eina
javna kapping, har øll kunnu vinna
á øllum, sigur Jeppe Borch, ið trívist
sum venjari í Kollafirði og partur av
føroyskum hondbólti:
– Eg hevði eitt gott og spennandi
ár í fjør, og persónliga eri eg sera væl
nøgdur við at vera her. FTZ-deildin
er ein spennandi deild at arbeiða í,
og hóast eg av góðum grundum ikki
dugi so væl at siga, hvussu føroyskur
hondbóltur hevur flutt seg, hevur
toppstøðið verið sera gott.
MÁLVERJAR
Emil Dam, Jann Dávur Dam, Ragnar
Gaard og Marcus Mølbjerg
ÚTILEIKARAR:
Ási Dam, Karstin Dánjalsson, Atli Hammer, Hjalti
Hammer, Rúni Joensen, Teitur Joensen, Jón Suni
Kjærbæk, Vilhelm Magnussen, Andrias Nielsen,
Hans Eli Sigurbjørnsson, Frederik Sørensen, Jákup
Trygvason, Fríði Weyhe, Rógvi Weyhe og Tony Weyhe
VENJARI
Jeppe Borch
Hallur Danielsen,
viðmerkjari:
KÍF FÆR ILT
VIÐ AT KOMA Í
TOPPIN
– Tað er torført at meta um
kollfirðingar í ár, tí teir hava
fingið tilgongd av onkrum
donskum leikara, sum man
enn ikki hevur sæð so nógv til.
Eg vænti, at teir koma at hava
ein breiðari hóp í ár, men teir
koma kanska ikki so væl frá
byrjan í ár, tí Fríði Weyhe er
skaddur, Tony Weyhe er ikki við
enn, og Andrias Nielsen er ikki
byrjaður, sum eg havi skilt tað,
so tað verður kanska ein trupul
byrjan hjá teimum, sigur Hallur
Danielsen.
Hann sigur tó, at Rúni
Joensen, sum ikki var við frá
byrjan í fjør, er væl fyri í ár, og
tað er avgjørt ein styrkur.
– Men eg vænti ikki, at
KÍF kemur at blanda seg í
oddastríðið, og tað verður
ógvuliga trupult hjá teimum
at koma heilt upp í toppin.
Men tá ið tað er sagt, so hava
kollfirðingar eitt lið, sum á
einum góðum degi kann koppa
øllum, sigur Hallur Danielsen.