týsdagur 13. september 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2016
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
10
HONDBÓLTUR 2016-2017
StÍF skal bjóða av
– Hóast eg gjarna vil koma langt í steypakappingini, vil eg
mest av øllum fáa gott úrslit í landskappingini, sigur Tomasz
Zilbergberg, nýggi venjarin hjá stolta steypaliðnum, StÍF
Tomasz Zilberberg eitur nýggi venjarin
hjá strandingum, og sum ábendingar í
stavingarháttinum eru um, hevur hann
polskan uppruna, tí hann er føddur í
Szczecin, men flutti sum trý ára
gamal til Danmarkar, har hann hevur
búð síðani. Men nú er tað á Strondum
og á Skála, at hann skal búleikast
næsta árið, tí 44 ára gamli venjarin
hevur tikið á seg ábyrgdina av teimum
vaksnu hjá StÍF.
– Eg havi spælt hondbólt á øllum
stigum í Danmark síðstu 38 árini,
umframt at eg havi arbeitt sum
venjari í smá 20 ár, har eg havi vant
alt frá næstbestu deildini og niður til
ungdómsdeildirnar. Eg havi útbúgving
sum divisiónsvenjari, og var tað ikki, tí
eg fekk møguleikan at koma til StÍF,
hevði eg helst verið farin eitt stig
víðari í venjaraútbúgvingini nú, sigur
hann.
Tað sigur hann tó ikki, tí hann
heldur nýggja venjarastarvið vera
nakra striku í rokningini, men heldur
tvørturímóti fegnast um ein møgu
leika at royna seg við nøkrum nýggjum
og øðrvísi avbjóðingum enn áður.
– Aleksandur Johansen spurdi meg,
um eg hevði áhuga fyri prosjektinum
hjá StÍF, og eftir at hava sæð felagið,
hópin og fólkini, helt eg hetta vera
eina so mikið spennandi avbjóðing,
at eg tók av. Sum eg skilji á Marjusi
Joensen, sum eg havi verið venjari hjá
niðri, vil føroyskur hondbóltur fegin
lyfta seg eitt sindur, og seinnu árini
eru fleiri danskir spælarar og venjarar
komnir hendavegin, sigur Tomasz.
– Eg eri spentur uppá at sleppa
at seta mín dám á felagið, tí mítt
venjarastarv snýr seg bæði um
spælararnar og sjálvt spælið.
Lagt hart út
Tomasz Zilberberg er væl nøgdur við
uppstartin og heldur, at hann hevur
verið bæði spennandi, læruríkur og
harður fyri spælararnar, tí hann hevur
ein varhuga av, at hann kanska hevur
ein heldur harðari mentalitet og setir
størri krøv, enn spælararnir eru vanir
við.
– Har skínur mín eystureuropeiska
uppaling møguliga ígjøgnum, tí eg
balli einki inn, men farin beint á, og
eins og eg krevi 120% av mínum
spælarum, skulu teir kunna krevja tað
sama av mær. Og higartil sær út til,
at tað hevur riggað, tí eftir ein harðan
uppstart eru vit við at finna hvønn
annan, sigur StÍF-venjarin.
Mál hansara er at spæla við um
heiðursmerki, og hann heldur seg
síggja góðar møguleikar fyri, at
tað kann bera til og vísir á, at farna
kappingarár vóru fleiri býtt tap við
fáum málum og eisini fleiri býttir javn
leikir, sum sleppast skal undan í vetur.
– Og so hava tey fortalt mær,
at tað hevur nógv at siga at vinna
steypakappingina, men har havi
eg sagt nei, tí hóast eg gjarna vil
koma langt í steypakappingini, vil
eg mest av øllum fáa gott úrslit í
landskappingini, sigur Tomasz og
sipar til ta sannroynd, at StÍF hevur
stoltar steypatraditiónir og frá 2001
til 2008 var hvørt ár í steypafinaluni
og vann seks av teimum.
– Eg vil siga tað soleiðis, at vit
kunnu vinna á øllum, um vit eru til
reiðar, men kunnu eisini tapa, um vit
ikki eru tað. Mín hugburður er, at eg
fari á vøllin hvørja ferð fyri at vinna,
og tað er ikki órealistiskt at fáa eitt
gott úrslit, men tað krevur so eisini
hart arbeiði.
MÁLVERJAR
Carsten Bang og Eli Gærdum
ÚTILEIKARAR:
Fríði R. Djuurhus, Eyðbjørn Eiriksson, David Jacobsen,
Jógvan G. Joensen, Pætur Joensen, Pætur Johansen,
Sveinur Justinussen, Rúni Niclassen, Teitur Nilssen,
Allan Norðberg, Borgar Persson og Tummas Simonsen
VENJARI
Tomasz Zilberberg
Hallur Danielsen,
viðmerkjari:
MISSURIN AV
KJARTAN ER
STÓRUR
– Tað er ein dyggur smeitur
fyri StÍF, at liðið hevur mist
unga landsliðsleikaran Kjartan
Johansen. Hann hevur verið
ein ógvuliga týdningarmikil
spælari fyri strandingar, men
tað ljóðar, at ein nýggjur
danskur leikari er á veg, men
eg havi so ikki hoyrt nakað
ítøkiligt enn. Men fáa teir ikki
ein greiðan styrk til liðið, so
verður tað tungt hjá teimum í
ár, sigur Hallur Danielsen.
Hann heldur, at StíF aftur í
ár kemur at vera eitt tílíkt lið,
sum kann vinna allar dystir,
men sum eisini kann tapa allar
dystir.
– Men teir hava fingið
ein nýggjan venjara, og tað
skapar altíð eitt sindur av
nýggjari gejst og spæligleði.
Men eg vænti ikki, at teir koma
at spæla við um at sleppa í
FM-finalurnar, sigur Hallur
Danielsen.