týsdagur 13. september 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2016
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
12
HONDBÓLTUR 2016-2017
Neistin skal vísa dirvi
– Í fjør góðtóku vit, at vit vóru eitt veikari lið, men
nú skulu menninir vísa størri stríðshuga, tí ætlanin
er at fáa gongd á eitt gott framtíðarlið, sigur enski
venjarin hjá Neistanum, Scott Harrington
– Ja, eg veit væl, at tað allarhelst
ljóðar eitt sindur stuttligt, at eg bæði
eri onglendingur og hondbóltsvenjari,
men tað eri eg altso.
Orðini
eigur
venjarin
hjá
Neistanmonnum, Scott Harrington,
sum kom til Føroya fyri einum ári
síðani at vera ungdómsmennari í
bláa havnarfelagnum, men endaði
við at taka sær av besta mansliðnum
saman við Ára Rouch. Nú er hann so
frá ársbyrjan saman við Ára venjari hjá
Neistanum, men áðrenn prátið kemur
inn á ta uppgávuna, fáa vit Scott at
fortelja eitt sindur um seg sjálvan.
– Eg eri føddur og uppvaksin
í
Onglandi,
nærhendis
London,
men sum 17 ára gamal flutti eg til
Danmarkar. Í sambandi við olympisku
leikirnar í 2012 skuldi Bretland hava
eitt hondbóltslandslið við, og í tí
sambandi var eg fýra ár í Danmark
fyri at fyrireika meg til OL. Nicholas
Satchwell, sum bleiv ársins málverji
síðsta kappingarár, var eisini við á
bretska OL-hondbóltslandsliðnum, og
vit báðir hava spælt saman í eini fimm
ár, sigur hann.
– Tá var eg spælari, men fór undir
donsku venjaraútbúgvingina, tí eg
altíð øgiliga gjarna hevði viljað verið
venjari.
Fylt nøkur hol
Nú tað stundar til kappingarbyrjan,
er Scott Harrington væl nøgdur við
fyrireikingarnar, teir hava gjørt í
Neistanum, sum hann hevur skipað
eftir einum ávísum leisti, ið tekur
hædd fyri, at talan er um eina øgiliga
unga manning.
– Vit hava eitt sera ungt lið, so
tað snýr seg framvegis um at byggja
upp og at leggja dent á teknikk og
kropsliga partin, meðan vit ikki enn
hava tosað so nógv strategi. At vit
hava lagt størri dent á ta kropsligu
venjingina, merkir so eisini, at eg haldi
okkum vera langt framman fyri tað,
vit vóru komnir til um somu tíð í fjør,
sigur hann.
– Tað snýr seg um at menna liðið,
heldur enn at dúva upp á einstaklingar,
men so skal eisini sigast, at vit hava
roynt at fylt nøkur hol út, sum hava
verið í hópinum. Rói Berg Hansen fór
ikki til danskan hondbólt allíkavæl, og
Frank Askildsen er komin frá Kyndli,
og so hava vit fingið 27 ára gamla
norska spælskiparan, Christopher
Lorenzo Moe, sum hevur drúgvar
royndir sum spælari bæði í Danmark
og í Norra, har hann til nú hevur spælt
í bestu deildini.
Skulu vísa dirvi
At talan sum heild er um ungar og
ágrýtnar spælarar, ið enn hava brúk
fyri fleiri royndum, ger eisini, at Scott
Harrington ikki vil seta teimum ov stór
krøv, tí nú skal sjálvsálitið byggjast
upp.
– Í fjør saknaðu vit dirvi, tí vit
góðtóku, at vit vóru eitt veikari
lið. Hetta skal vera øðrvísi í ár, so
menninir skulu vísa størri stríðshuga,
hóast úrslitini framvegis ikki hava so
nógv at siga, sum tað hevur at fáa
gongd á eitt gott framtíðarlið, sigur
venjarin, ið vísir á, at talan er um eina
langtíðarætlan.
– Nú skulu vit læra okkum at
vera kappingarførir og síðani arbeiða
fram ímóti teimum trimum næstu
kappingarárunum. Gamaní, vilja vit
fegnir vera millum fýra tey bestu,
men eitt finalupláss er líkasum ikki
á listanum í vetur. Hinvegin vilja vit
fegnir hava minst 10 stig meira enn
í fjør, tá vit fingu 16. Hvar vit skulu
fáa tey, veit eg ikki, men eg vænti eina
tættari og javnari kapping, tí eg havi
varhugan av, at tey fremstu eru ikki so
ræðandi, meðan vit onnur hava tikið
okkum eitt sindur fram.
MÁLVERJAR
Vilhelm Clementsen, Eliesar Rubeksen
og Nicholas Satchwell
ÚTILEIKARAR
Frank Brynleifsson Askildsen, Torstein Balle,
Beinur Davidsen, Rói Berg Hansen, Torkil Hentze,
John í Innistovu, Hjalti í Jákupsstovu, Andras
Joensen, Jónsvein Dulavík Joensen, Herbjørn
Lava, Pætur Mikkjalsson, Christopher Lorenzo
Moe, Rasmus Müller, Terji Mørk, Pál Niclasen,
Karl Martin Olsen og Teis Horn Rasmussen
VENJARAR
Scott Harrington
og Ári Roach
Hallur Danielsen,
viðmerkjari:
STYRKIN HJÁ
NEISTANUM ER
SAMANHALDIÐ
– Neistamenn eru sum altíð
ógvuliga fyrireikaðir, og teir
eru kropsliga væl fyri. Tað er
eingin ivi um, at stóra styrkin
hjá neistamonnum er, at
teir hava eitt ótrúliga gott
samanhald, og at teir eru so
væl fyrireikaðir, sigur Hallur
Danielsen.
Hann
heldur
tó,
at
leikaratilfarið hjá Neistanum
er nóg gott til, at liðið kann
blanda seg upp í oddastríðið.
– Teir mangla kvalitetin
til at koma heilt upp í toppin,
og teir fáa trupult við at
sleppa upp í ovaru hálvu á
stigatalvuni, sigur hann.
Neistin hevur mist Jugoslav
Djumic, men tað heldur Hallur
Danielsen ikki, at tað verður
tann heilt stóri missurin.
– Tað verður ikki so sjónligt,
men Neistin skal heilt víst liva
upp á samanhaldið á liðnum,
sigur Hallur Danielsen.