Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 13 HONDBÓLTUR 2016-2017 – Málið er at menna hópin sum eitt lið, tí hjá einum liði sum Team Klaksvík ræður um at dúva upp á heildina og ikki einstakar spælarar, sigur nýggi venjarin hjá klaksvíkingum, Finnur Hansson Fyrr í vikuni vóru 10 ár liðin, síðani Team Klaksvík var sett á stovn, og nú enn eitt kappingarár stendur fyri framman, hevur felagið fingið sær ein av stóru profilunum í føroyskum hondbólti tey mongu seinnu árini, Finn Hansson, sum spælandi venjara. – Klaksvíkingar hava spurt meg fleiri ferðir, men eg havi altíð sagt nei takk, tí eg ikki havi hildið tað verið ta røttu løtuna, men tá teir nú aftur spurdu, tók eg av. Tað gjørdi eg, tí eg nú helt, at eg var komin til eitt stað í míni karrieru, har tað passaði, so nú skal tað standa sína roynd, sigur fryntligi íslendingurin, sum í skjótt tjúgu ár hevur roynt seg í fleiri feløgum og enntá hevur spælt á føroyska landsliðnum. – Kroppurin vil ikki longur tað, sum eg vil, og eg havi drigist nógv við skaðar øll árini, har eg tó onkuntíð havi verið so heppin, at eg eri komin so nøkulunda heilur ígjøgnum eitt kappingarár. At liggja á bonkinum hjá fysioterapeutinum tað nógva av vetrinum, er einki ikki stuttligt, so nú vil eg heldur royna hetta. Orsøkin til, at Finnur yvirhøvur endaði í føroyskum hondbólti, liggur afturi í 1997, tá pápi hansara, Hans Guðmundsson, kom til Hoyvíkar at vera spælandi venjari hjá H71, og fyrst í 1998 kom so Finnur aftan á pápanum at spæla við H71, sum endaði við at vinna steypakappingina og fyrsta steypið hjá mansliðnum. Positivir og glaðir Málið, sum Finnur Hansson hevur sett sær at røkka í ár, er at fáa fleiri stig enn í fjør, og í fyrsta umfari skuldi tað ljóðað sum ein yvirkomilig uppgáva, tí Team Klaksvík fekk bara eitt stig síðsta kappingarár, og tað kom við einum javnleiki ímóti StÍF í allarseinasta dystinum. – Eisini er málið at menna hópin sum eitt lið og fáa teir at spæla hondbólt saman sum eitt lið, tí tað ræður um hjá einum liði sum Team Klaksvík, at tað dúvar upp á heildina og ikki einstakar spælarar. Tað mennir ongan at keypa tveir skjúttar, fyri at hinir so skulu standa sum keylir, so tí skulu vit heldur hava ment spælararnar og spælið hjá liðnum, sigur hann. – Av ymsum ávum eru fyrireikingarnar byrjaðar øgiliga seint, men nú eru vit so komnir í gongd. Vit hava mist Bogdan Florea og Sámal á Tjaldrafløtti, sum hevur verið ígjøgnum eina skurðviðgerð, byrjar ikki at venja fyrr enn í desember, sigur venjarin hjá klaksvíkingunum. – Men hinvegin er Birgir Poulsen, sum eg millum annað kenni frá Neistanum, komin til Team Klaksvík, og eisini er tað eydnast okkum at fáa fatur á einum 21 ára gomlum danskara, Jacob Knudsen, ið saman við Birgiri skal vera spælskipari. Og so hava vit Hanus Norðberg, ið saktans kann gera ein vørr og skjóta nøkur mál, umframt einar fýra ungar lokalar spælarar í aldri millum 17 og 19 ár. Finnur Hansson sigur, at hann hevur altíð verið imponeraður av mentalitetinum og spæligleðini í Team Klaksvík, tí teir eru so positivir og glaðir inni á vøllinum, og nú hann er venjari har, upplivir hann tað eisini akkurát soleiðis: – Tað er stuttligt at venja teir, tí teir møta væl upp og vísa tann vilja, man krevur av teimum. Vit vita, at tað er hart arbeiði, ið bíðar okkum, men allir her hugagóðir, so vit fara at royna at fáa sum mest burturúr. MÁLVERJAR Aron Kallsberg Jacobsen og Rasmus Sommer Magnusson ÚTILEIKARAR Einar Dam, Petur Martin Eliasen, Andrias N. Ellingsgaard, Jóhann Julius Finnbogason, Finnur Hansson, Heri Johnsson, Aron Gaardlykke Joensen, Martin Joensen, Beinir Johannesen, Henrik Just, Jacob Knudsen, Jens Pauli Mohr, Hanus Norðberg, Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, Birgir Poulsen, Hans Arni B. Thomsen og Vilhelm Vilhelmsen VENJARAR Finnur Hansson Heri Johnsson Hallur Danielsen, viðmerkjari: TEAM KLAKSVÍK VERÐ UR AFTUR AFTAST Árið í ár fer aftur at vera eitt trupult kappingarár hjá Team Klaksvík. Tað heldur Hallur Daniel­sen, hond­bólts­við­ merkjari. – Í mínari verð er tað eingin ivi um, at Team Klaksvík aftur í ár kemur at vera aftast, hóast teir hava fingið nýggjan venjara í Finni Hansson, sigur Hallur Danielsen. Hann sigur seg vænta, at hóast Team Klaksvík hevur fingið tilgongd av bæði Finni Hansson, leikandi venjara og Birgir Poulsen, sum áður hevur spælt við Kyndli, H71 og Neistanum, so verður tað trupult. – Men júst tann tilgongdin av spælarum ger, at eg vænti, at teir koma at fáa okkurt stigið í ár, sigur Hallur Danielsen. Hann vísir á, at Finnur Hansson kemur at hava fáar leikarar at trekkja uppá, og tí skal alt ganga rætta vegin, um teir skulu fáa nøkur stig. Men Finnur kemur at trekkja nakrar leikarar til liðið, og teir koma at fáa stig í ár, sigur Hallur Danielsen. Positivir klaksvíkingar