Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 14 HONDBÓLTUR 2016-2017 Brasilskur íblástur til neistakvinnur Fyri fyrstu ferð í føroyskari hondbóltssøgu skal ein brasilianari vera venjari hjá føroyskum hondbóltsliði. Nýggi venjarin hjá neistakvinnum eitur Danilo Gagliardi, og hann ætlar at endurvinna greipuna hetta kappingarári Í føroyskum kvinnuhondbólti er ongin ivi um, hvat besta liðið er. Seinastu tvey árini hava kvinnurnar hjá Neistanum vunnið greipuna, og søguliga hava neistakvinnur eisini mangan verið einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti. Heili 41 ferðir hevur Neistin vunnið kvinnumeistaraheitið. Næstmest vinnandi liðið er Stjørnan, ið hevur vunnið meistaraheitið átta ferðir, og tað sigur eitt sindur um, hvussu sterkt Neistin stendur í føroyskum kvinnuhondbólti. Brasilskur venjari Í fjør var tað við danska Flemming Raben sum høvuðsvenjara og íslendska Jakob Jónsson sum hjálpar­venjara, at neistakvinnur vunnu sítt meistaraheiti nummar 41. Teir halda tó ikki fram í ár, og heldur óvæntað leitaði Neistin allan vegin til Brasilia fyri at finna nýggjan venjara. Nýggi venjarin hjá neistakvinnum eitur Danilo Gagliardi. Hann greiðir soleiðis frá, hvussu hann kom í samband við Neistan: – Eg eri helst tann fyrsti brasilski hond­bólts­venjarin nakrantíð í skand­ inavisku londunum. Eg arbeiddi í Dan­mark fyri sjey árum síðani, har eg møtti Scott Harrington. Fyrr í ár gav Scott nevndini eitt prei um meg, og hetta gjørdi, at eg kom til Føroyar fyri tveimum mánaðum síðani at hyggja eftir, hvat hetta var fyri eitt felag. Mær dámdi væl, og eg skrivaði undir sátt­mála, sigur Danilo Gagliardi. Bretski Scott Harrington er virkin venjari í Neistanum, har hann arbeiðir í felagnum í fullari tíð.  Kundu vant meir í Føroyum Danilo Gagliardi greiðir frá, at í suðuramerikanskum hondbólti, sum hann kemur frá, verður vant meira, enn tað verður í Føroyum. –  Tað er munur á, hvussu nógv leikararnir venja. Tá ið eg var venjari í Brasilia var vanligt at venja fimm ferðir um vikuna, men her er umhvørvið soleiðis, at tað vanliga er at venja tríggjar ferðir um vikuna. Sum venjari eri eg noyddur at tillaga meg til, at har verður vant eitt sindur minni enn tað, sum eg eri vanur við. Men mær dámar sera væl her í Føroyum, og kvinnurnar eru sera raskar. Eg vóni, at eg kann leggja eitt sindur av suðuramerikanskari hondbóltsmentan afturat spælinum hjá kvinnunum, sigur Danilo Gagliardi. »Never change a winning team«, sigur mitt enskt orðatak. Tískil fer Danilo Gagliardi eiheldur at broyta alt ov nógv hjá neistakvinnum. –  Eg fari tó ikki at kollvelta alt felagið við tí, sum eg eri vanur við frá Brasilia. Eg haldi, at vit fáa mest burturúr, um vit blanda suðuramerikanska og norðurlendska hondbóltsmentan, sigur Danilo Gagliardi. Greipan skal endurvinnast Danilo Gagliardi hevur bert verið í Føroyum í stutta tíð, men hann letur væl at føroyskum hondbólti. – Hondbóltsumhvørvið í Føroyum er sera gott. Tað eru nógvir leikarar, og eg haldi, at føroyskur hondbóltur stendur í menning. At síggja til er støðið gott í bæði kvinnukappingini og manskappingini. At enda sigur Danilo Gagliardi, at málið hjá neistakvinnum fyri komandi kappingarárið er greitt. Greipan skal endurvinnast, men tað fer ikki at henda uttan so, at neistakvinnur betra seg enn meir. – Málið er avgjørt at endurvinna greipuna í ár. Sum nýggjur venjari kann tað verða torført at fáa eitt lið, sum er vant við at vinna, at kýta seg enn meir. Men vit verða noyddar at menna okkum í ár, tí at bæði Kyndil og VÍF hava góð lið. Okkara støðið skal hækkast, og vit fara at arbeiða hart fyri at røkka báðum finalunum í ár, sigur Danilo Gagliardi at enda. VENJARAR Danilo Gagliardi og Scott Harrington MÁLVERJAR Fríða Petersen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir ÚTILEIKARAR Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, Lilja Mohr, Birita Jacobsen, Eir Berg, Barbara Nattestad Johannesen, Bára Hansen, Marjun Danberg, Brynja Høj, Tórhalla Thorsteinsson, Fríða á Dunga, Drós Ragnarsdóttir, Jacklin Durhuus og Rannvá Dahl Hanusson Claus Rasmussen, viðmerkjari: NEISTIN VERÐ UR HEILT Í TOPPINUM – Eg vænti, at Neistin aftur í ár kemur at verða heilt uppi í toppinum. Nú havi eg havt møguleikan at sæð tær spælt Europa Cup í vikuskiftinum, og tær eru væl fyri. Í mínari verð hava tær nakrar lyklaleikarar, sum hava sera stóran týdning. Tað eru serliga Marjun Danberg og Fríða Petersen í málinum, sum eru ógvuliga avgerandi fyri liðið, men so hevur man eisini nógvar spenanndi ungar leikarar, serliga á vongplássunum, sigur Claus Rasmussen. Hann leggur afturat, at tað eisini hevur sera stóran týdning fyri Neistan, at tær hava fingið spælskiparan Báru Hansen við aftur eftir barnsburð. – Bára er við aftur, og tað er ein stórur styrkur fyri Neistan. Tað gevur venjaranum fleiri møguleikar at seta trýstið í álopsspælinum, og yvirhøvur fær liðið fleiri streingir at spæla uppá. Men tað verður eisini spennandi at síggja, hvat tann nýggi venjarin hjá Neistanum fer at koma við, heldur Claus Rasmussen. Hann er tó ikki í iva um, at Neistin er liðið, sum hini liðini skulu basa, um tey ætla sær at vinna føroyameistaraheitið. – Eg vænti, at Neistin verður annað liðið í FM- finaluni, og um tú ætlar tær at vinna føroyameistaraheitið, so skalt tú sum minsta krav vinna á Neistanum á heimavølli, sigur Claus Rasmussen.