Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 22 HONDBÓLTUR 2016-2017 Dugi ikki at spæla fyri pengar – Eg vil bara spæla við mínum barndómsfelag. Tað hevði ikki sagt mær nakað vunnið við einum felag, sum ikki er mítt, sigur Rebekka Justinussen, sum aftur í ár verður ein av stuðulsleikarunum hjá StÍF Kvinnurnar hjá StÍF endaðu í fjør á einum fjórða plássi í Hvonndeildini, og tað fara tær at royna at gera betri í ár. Ein av profilunum á liðnum er 28 ára gamli landsliðsleikarin, Rebekka Justinussen, sum er lám og hevur skotið eina rúgvu av málum av høgra bakki. Hon hevur spælt við StÍF alt sítt lív. Lámir leikarar hanga ikki á trøðunum, og tað hava eisini verið boð eftir henni aðrastaðni frá. – Eg havi ongantíð havt hug at spælt aðrastaðni. Eg rokni ikki við, at eg hevði dugað at spælt fyri pengar. Eg vil bara spæla við mínum barndómsfelag. Tað hevði ikki sagt mær nakað vunnið við einum felag, sum ikki er mítt, sigur Rebekka og undirstrikar, at hon helst ongantíð fer úr StÍF. – Eg havi altíð víst fyrispuringunum aftur. Eg haldi at tey nú eru givin við at spyrja seg fyri. Kanska er tað tí eg altíð sigi nei, ella man tað vera tí at kvaliteturin er minkaður, sigur Rebekka skemtandi. Ein nýggj Liðið hjá StÍF í ár minnir nógv um tað, sum tær høvdu í fjør. Tó verður ein gamal kenningur við aftur. Talan er um Ninnu Katrin Johansen, sum áður hevur verið ársins stjørnuskot og ársins leikari í føroyskum hondbólti. Hon hevur búð niðri, men flytur nú heimaftur og verður við einaferð í hesum kappingarárinum. Eins og Rebekka Justinussen, so er Ninna Katrin lám og kann røkja plássini frá miðjuni og út á høgra vong. Á venjarabonkinum er útskifting farin fram. Pauli Poulsen, sum hevur verið venjari seinastu tvey árini, hevur nú halgað seg til fótbóltin, har hann er høvuðsvenjari hjá Skála í Effodeildini. Nýggjur venjari er danski Tomasz Zilberberg, sum eisini skal standa á odda fyri mansliðnum. Umframt tilgongdina av Ninnu Katrin Johansen, so hava nógvar ungar í felagnum fingið møguleikan at venja við besta liðnum. Fótbóltur Á Skála og Strondum og har um vegir stríðast tey við sama trupulleika ár undan ári. Tey hava StÍF og hondbólt, men so hava tey eisini Skála og fótbóltin. Summar tíðir gongur tað hond í hond, men tað kann so sanniliga eisini spenna bein hvørt fyri øðrum. – Tað, sum altíð er hjá okkum, er at fótbólturin órógvar. Fótbólturin endar ikki fyrr enn hondbólturin er byrjaður, so tær (sum spæla fótbólt, red.) eru ikki nógv við í uppstartinum, sigur Rebekka og peikar á, at hóast tað órógvar samanspæl og annað tekniskt, so eru tær, sum koma frá fótbóltinum, í sera góðari kropsligari venjing. – Á bygd hevur man brúk fyri øllum spælarum. Um tær velja annað, so hevur man hvørki fótbólt ella hondbólt, sigur Rebekka. Málið Fyrireikingarnar hjá StÍF hava ikki verið av teimum bestu. Umframt manglandi spælarar vegna fótbóltin, so varð venjaraspurningurin ikki avgreiddur fyrr enn heilt nýliga. StÍF hevur spælt tveir venjingardystir ímóti Stjørnuni. Tað bleiv til ein sigur og eitt tap, og nú hyggja tær fram ímóti Hvonndeildini. – Vit høvdu væl tímað at spælt við har tað er stuttligt, men sum uppstarturin hevur verið, so sær tað ikki soleiðis út. Kanska upp ímóti miðjuni og nærkast bronsuni, sigur Rebekka Justinussen um vónirnar hjá StÍF. Hon peikar tó á, at tær í fjør spældu seg í hálvfinaluna í steypakappingini, og at hetta hevur givið spælarunum blóð upp á tonnina. VENJARI Tomasz Zilberberg MÁLVERJAR Michala Corfitz Mather, Lív Arge og Tersa Ejdesgaard ÚTILEIKARAR Guðrið Poulsen, Karina Berg Høgnesen, Ninna Katrin Johansen, Paula Berg Høgnesen, Poula Dulavík Berg, Rebekka Justinesen, Sunfríð Berg Johansen, Bára Berg Danielsen, Birna Tummasardóttir, Emmy Ingibjørg Sjúradóttir Kass, Erla Petersen , Guðrun Gærdum, Rebekka Poulsen, Sólfríð Katrina Persdóttir Rasmussen og Ansy Sevdal Claus Rasmussen, viðmerkjari: STÍF HEVUR MENT SEG NÓGV Tað eru nýggir karmar á Skála, nú kappingin fer av bakka­ stokki, og tað heldur Claus Rasmus­sen vera ómeta­liga gleði­ligt fyri hond­bóltin á vestara armi á Skálafjørðinum. – Nú fær man eitt nýtt gólv á Skála, og tað er ótrúliga kærkomið. Eg havi sjálvur verið venjari í StÍF, og eg veit, at gamla gólvið var øgiliga vána­ ligt. Spurningurin er so, um tað er ein fyrimunur ella vansi fyri StÍF, at gólvið er skift út. Tað eigur at vera ein fyrimunur, heldur hann. Claus Rasmussen heldur, at liðið hjá StÍF tók seg rættiliga nógv fram í fjør undir leiðslu av Paula Poulsen, venjara. – Kvinnurnar hjá StÍF hava ment seg nógv, og har eru nógvir ungir og rættiliga evna­ ríkir leikarar. Manglandi mál­ verji hevur tó ofta verið ein trupul­leiki hjá StÍF, og tað kann væl vera avbjóðingin aftur í ár, sigur hann. Claus Rasmussen heldur somu­leiðis, at ein aftur­vend­ andi trupulleiki hjá StÍF er, at fleiri av kvinnunum eisini spæla fótbólt, og tí eru tær ikki eins nógv við í byrjanini av kappingar­árinum, sum leikarar eru í øðrum feløgum.