Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-13, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 2016síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2016 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 23 HONDBÓLTUR 2016-2017 VB ætlar sær heiðursmerki í ár VB endaði næstastast í Hvonndeildini í fjør, men í ár ætla vágbingarnir meir. – Vit hava góðar spælarar, hóast hópurin er smalur, sigur Gurið Krosslá Augustinussen Í farna kappingarári gjørdist tað skjótt greitt, at VB og Stjørnan vóru væl verri enn hini liðini í deildini. Hesi liðini vóru væl aftanfyri øll hini, og tí endaði tað við at blíva ein tvídystur ímillum vágbingar og klaksvíkingar at sleppa undan at enda aftast. Í seinasta umfari vann VB ímóti Stjørnuni í Klaksvík, og tískil endaði VB nummar fimm við 11 stigum, meðan Stjørnan endaði aftast við 10 stigum. VB hevur tó ofta verið at sæð í oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti, og tískil ætla vágbingar sær longur upp á stigatalvuni í ár. Misjavnt kappingarár – Kappingárið í fjør var turbulent. Vit hildu okkum hava fyrireikað okkum væl til kappingarárið, har vit bæði høvdu fingið okkum útlendskan venjara og tríggjar útlendingar til hópin. Men tað riggaði ikki. Tann eini útlendingurin fór úr felagnum, og venjarin bleiv koyrdur um jóltíðir. Tað var eitt strævið kappingarár, sigur Gurið Krosslá Augustinussen, ið telist ímillum profilarnar og ein av teimum meira royndu leikarunum á VB-liðnum. Ein av trupulleikunum hjá VB í fjør var, at hópurin var sera smalur. Soleiðis verður eisini í ár, men Gurið Krosslá Augustinussen hevur kortini góðar vónir. –  Hópurin í ár er akkurát líka smalur, sum hann var í fjør. Onkrar eru í barsilsfarloyvi, sum kunnu koma og styrkja liðið seinni í hesum kappingarárinum. Eg trúgvi, at vit fáa at síggja, hvussu støðan er á jólum. Hava vit møguleikan at spæla okkum í onkra finalu tá, so giti eg, at okkurt verður gjørt við hópin, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. Útlendingarnir halda fram Í nógv ár var Daiva Tuomaite stóri profilurin hjá VB, ið skoraði eina rúgvu av málum. Í dag eru tveir útlendingar í felagnum. Málverjin, Sanja Jevtic, og bakspælarin, Danijela Mistric. Hetta eru tveir leikarar, ið eru virðismettir í felagnum. –  Vit hava somu útlendingar sum í fjør. Sanja Jevtic og Danijela Mistric. Vit vóru eitt sindur ótryggar við Danijela Mistric í byrjanini av farna kappingarári, men tað tyktist ikki sum, at vit dugdu at spæla hana upp. Men tá ið hin útlendingurin fór úr felagnum bleiv Danijela nógv betri, og hon endaði eisini við at blíva toppskjútti í deildini, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. Nýggjur venjari VB hevur fingið nýggjan venjara. Talan er um svenska Michael Ericksson, sum í fjør var venjari hjá Stjørnuni. –  Fyrireikingarnar hava verið góðar. Hann er ein væl fyriskipaður venjari, ið altíð er væl fyrireikaður til venjingarnar. Sum oftast er tað soleiðis, at í byrjanini er alt nýtt og spennandi, men higartil eru vit sera væl nøgdar við venjaran, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. VB ætlar sær heiðursmerki Hóast VB endaði næstaftast sam­ stundis sum, at hópurin ikki er blivin breiðari, so verður miðað eftir at enda ímillum trý tey fremstu í komandi kappingarárinum. – Hóast hópurin er líka smalur sum í fjør, so kennast vit leikarar betur, og nú kunnu vit fáa enn meira burturúr okkara toppskjútta, Danijela Mistric. Maria Halsdóttir Weyhe er komin úr H71, og hon er eisini ein sera góður styrkur. Vit vita eisini, at onkur av hinum liðunum eru viknað eitt sindur, so vit seta okkum sum mál at enda ímillum trý tey fremstu í hesum kappingar­árinum, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. Hon sigur eisini at enda, at VB strembar altíð eftir finaluplássi. – Man fer altíð eftir finalu­plássin­ um. Í landskappingini er okkara vón, at vit eru ímillum trý tey fremstu til jólar. Eftir nýggjárið kemur steypa­ kappingin, ið altíð er víðopin. Har fara vit eisini at gera okkara besta fyri at koma í finaluna. Tað verður strævið, men vit hava góðar spælarar. Vit kunnu væl koma langt, sigur Gurið Krosslá Augustinussen. VENJARI Michael Ericsson MÁLVERJI Sanja Jevtic ÚTILEIKARAR Danijela Mistric, Guđrun í Lágabø, Siriđ Brattaberg Evaldsdóttir, Barbara Krosslá Hjelm, Durita Krosslá Hjelm, Bára Krosslá Mortensen, Guriđ Krosslá Augustinussen, Rúna Jacobsen, Carol Symphor, Maria Halsdóttir Weyhe og Sofía Schrøter Claus Rasmussen, viðmerkjari: AVBJÓÐ INGIN HJÁ VB ER SMALI HÓPURIN Stóra avbjóðingin hjá VB seinasta kappingarár var, at liðið hevði ein ógvuliga smalan hóp. Og sama søga tykist gera seg galdandi í ár, og Claus Rasmussen heldur tað vera størstu avbjóðingina hjá vágs­ kvinnum. – Tað er ótrúliga trupult at arbeiða við einum so smølum hópi, sum eg havi frætt, at VB hevur. Men nú er so ítróttar­ skúlin komin har suðuri, og kanska tað kemur at hava við sær, at liðið fær til­gongd av nøkrum leikarum av skúlanum, og eg havi skilt, at fleiri ungir leik­ar­ar úr H71 skulu vera við hjá teimum, sigur Claus Rasmussen. Men VB hevur eisini mist leik­ar­ar í mun til seinasta kappingar­ár. – Ja, og tað hevur man ikki so væl ráð til. Una er farin til Danmarkar at lesa, og Helga Kjærbo er við barn. Men so havi eg skilt á lagnum, at Bára Krosslá Mortensen kemur heim aftur, og so fær man ein styrk á strikuna, sigur Claus Rasmussen. Hann heldur, at tað er ógvu­ liga týdningarmikið, at VB er við í kappingini, tí tað eru tær, sum halda lív í hondbóltinum í Suðuroynni. – Og VB kann altíð arga hini liðini, hóast tær neyvan verða við heilt uppi í toppinum, sigur Claus Rasmussen.