Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16.SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 4 #STHeðin er tað nýggja hash­ taggið, sum fólk á Facebook nýta til at gera gjøldur burturúr borgarstjóranum í Havn. Síðani in.fo í gjár skrivaði um tað, sum Heðin Mortensen hevði kunnað samgongubýráðslimir um, tá ið hann fór á ST aðalfund, hava sosialu miðlarnir verið merktir við skemtingarsamum viðmerkingum um borgarstjóran. Heðin Mortensen segði við sam­gongu­ limirnir í býráðnum, at hann ikki fór í far­loyvi og sostatt at fáa nakran fyribils borgarstjóra inn fyri seg. Tí hann var tøkur umvegis smsboð, email og telefon alt samdøgrið. Tað eru tey nøkur, sum halda er ein stuttligur háttur at stýra høvuðs­stað­num í landinum. Og nakrar skemtingarsamar viðmerkingar eru eisini at síggja. Til dømis er hendan við­ merkingin: SMS úr New York (02.13): Kann onkur syrgja fyri at sprinklarnir á Tórsvølli sløkkjast áðrenn U-15 landsdystin – HM. Borgarstjórin hevur rætt til at frávelja at lata nakran koma í sítt stað, meðan hann er burturstaddur.  FRÍGGJADAGIN LEYGARDAGIN SUNNUDAGIN 8-13 m/s 13-18 5-10 8-13 m/s 10-15 5-10 Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3-8 m/s. Seinni upp í 5-10 m/s. Um náttina skíggja annars klárt og nakað av sól. Hitin um dagin upp til 13 stig og um náttina um 10 stig. Leygardagin verður 5-10 m/s. Seinni veksur hann vindin til 10-15 m/s. Nakað av sól og seinni skíggja og nakað av regni. Hitin um 10-13 stig. Sunnudagin verður 5-10 m/s. Skíggjað og regn, men seinni nakað av sól. Hitin millum 10 og 15 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Kongar hava ikki avloysarar. Sæð á Facebook: Nú kemur sendingin, Her er dagur og dimmið er av. Sendingin er óhóskandi fyri Sambandsfólk So sigur Sprotin: (stjm.) almenn atkvøðugreiðsla har ið veljarar landsins atkvøða um ávíst mál (við fyri el. ímóti), fólkaatkvøða var í 1946 um loysing 14. september var mikudagin og tað merkir, at tað í ár eru 70 ár síðani, at føroyingar valdu loysing á fólkaatkvøðuni í 1946. Í tí sambandi hevur nógv verið tosað og skrivað um merkisdagin – eisini her í blaðnum í dag. Mikudagin vóru 70 ár síðani fólkaatkvøðuna í 1946 Heðin Mortensen er farin á ST aðalfund í tríggjar vikur uttan at lata nakran røkja borgarstjórasessin fyri seg. Hósdagin var eitt ár síðani, at samgongan tók við valdinum. Og eitt ár síðani, at Sonja Jógvansdóttir fór úr Javnaðarflokkinum Í álitið um Føroyar heitir danski Tjóðbankin á samgonguna, um at føra strammari fíggjarpolitikk Aleksander Čeferin varð leygardagin valdur sum foresti í UEFA. »Fólkaatkvøða« Hashtag STHeðin MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt grundstykki verða nú útstykkja í Vestmanna 27 MANGT OG HVAT Visti tú? 2 íbúðir á Gestalon aftrat verða nú tøkar til barnakonur