hósdagur 15. september 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
5
FÍGGJARLEIÐARI
TIL MAGN
STARVSLÝSING
Nú spennandi avbjóðingar standa fyri framman styrkir Føroya besti orkuveitari sína
fíggjardeild. Vit leita tí eftir dugnaligum fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt.
UM STARVIÐ
Sum fíggjarleiðari hevur tú dagligu
leiðsluna av fíggjardeildini um hendi.
Tú fært ábyrgdina av bókhaldinum, her
undir at gera roknskapir og rapporterin
gar (bæði sambært ársroknskaparlógini
og IFRS) umframt uppfylging. Starvið
umfatar eisini m.a. skipan og fremjan av
innaneftirliti, ábyrgd av skuldarum og
ognarum, at styrkja skrásetingar og skrá
setingargrundarlagið, umframt menning
av mannagongdum innan fíggjarøkið og
á fyritøkuni sum heild.
Tú fert at arbeiða tætt saman við fíggjar
stjóranum, og kemur annars víða um í
fyritøkuni.
Tú skalt tryggja, at bókhaldið er væl
skipað, og at álítandi roknskapir verða
gjørdir stundisliga hvønn mánað. Harum
framt skulu innaneftirlit og mannagong
dir virka og mennast alla tíðina.
Magn leggur seinastu hond á eina
uppstigan til Microsoft Dynamics NAV
fíggjarstýringsskipanina. Í hesum
sambandi fært tú beinanvegin nógvar
spennandi uppgávur og verk ætlanir, nú
prosessir skulu effektivi serast og auto
matiserast.
Fíggjarleiðarin vísir til fíggjarstjóran.
UM TEG
Tú skalt hava hollar royndir innan
bókhald og roknskap, og tað er ein fyri
munur um tú hevur arbeitt sum grann
skoðari, roknskaparleiðari ella líknandi.
Viðkomandi roknskaparlig útbúgving
sum HD(R) ella Cand.merc aud er ein
fyrimunur – men ikki ein treyt.
Vit vænta tú arbeiðir analytiskt og væl
skipað. Tú hugsar detaljerað og praktiskt
og virðismetir samstarv.
Sum fíggjarleiðari skalt tú duga at seta
krøv og tora at taka avgerðir – samstun
dis sum tú skalt duga væl at samskifta,
motivera og skipa arbeiðið á fíggjar
deildini.
UM MAGN
Vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt, fjøltáttað,
mennandi og spennandi starv í einari
av Føroya størstu fyritøkum. Her fært tú
góðar møguleikar at menna teg persón
liga og fakliga.
Á Magn er vítt til veggja, og um tú vilt
og dugir, so kanst tú at gera tína ávirkan
galdandi.
Vit bjóða tær kappingarføra løn.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av viðkomandi
skjølum skulu sendast við teldubrævi til
johnni@magn.fo.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 30. september
2016 kl. 12.00. Starvið verður sett eftir
avtalu, og allar umsóknir verða við
gjørdar í trúnaði.
Eru spurningar um starvið ert tú
vælkomin at ringja til Johnni Poulsen ,
fíggjarstjóra, á 237 420.
Okkara virðir eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livið
• Skjótt er gott
• Gleði gevur megi