hósdagur 15. september 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16.SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
6
BARBARA HOLM
S
unnumorgunin 15. mars
2015. Ein dagur, sum
Barba Sandá ongantíð fer
at gloyma. Tað er dagurin,
tá ið hon átti son sín Adrian. Men
dagurin er eisini minnisverdur
á annan hátt. Tað er nevniliga
dagurin, tá ið vantandi útgerð og
læknaligir førleikar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi viðførdu, at nú
hálvtannað ára gamli Adrian fekk
álvarsaman heilaskaða.
Tað byrjaði leygarkvøldið 14.
mars klokkan 20. Barba fær ógvus
ligar verkir frá fyrsta skotið og
hon fór beinan vegin á Suðuroyar
sjúkrahús. Skjótt gjørdist greitt, at
føðingin ikki gekk sum hon skuldi.
Barba stríddist og fekk pressu
verkir, men lítli Adrian vildi ikki
út. Avrátt var, at barnið skuldi út
umvegis keisaraskurð.
Eingin fastur skurðlækni starv
aðist tá á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Ístaðin varð neyðugt at ringja
til ein skurðlækna í oynni, sum
starvaðist innan fakið fyri árum
síðani. Sum vera man tók tað
sína tíð. Hóast mangar føðingar
eru longri enn hesin hjá Barbu,
so endaði hendan føðingin við, at
Adrian gjørdist álvarsama heila
skaddur.
- Hann fekk ikki ilt í langa tíð. Og
hann vildi ikki út, so súgvikoppur
in varð nýttur fleiri ferðir uttan at
tað eydnaðist, greiðir Barba Sandá
frá.
Undir sjálvari føðingini var
eingin, sum mátaði hvussu Adrian
hevði tað. Hansara hjartaljóð varð
mátað, men beltið, sum barnakon
ur á Landssjúkrahúsinum fáa um
búkin fyri at ansa eftir barninum,
var ikki á Tvøroyri.
Skaðin var hendur og Adrian
var heilaskaddur. Nú ráddi um
at fáa honum hjálp beinan vegin
og Barba og Adrian vórðu send til
Havnar.
Vistu ikki av henni
Komin á Landssjúkrahúsið hendi
tað óvæntaða, at eingin var klárur
at taka ímóti Barbu og Adrian, sum
tá bæði vóru illa fyri. Barba hevði
fingið eina álvarsama infektión
av keisaraskurðinum og Adrian
hevði havt eina harða føðing, hóast
eingin tá visti, júst hvussu harða.
Onkrir samskiftistrupulleikar
høvdu verið, tí eingin á Lands
sjúkrahúsinum var fyrireikaður
uppá, at skaðin var so stórur, og
tí vóru røttu serlæknarnir ikki
og tóku ímóti. Lítli Adrian varð
borin inn á Landssjúkrahúsið av
pápanum.
- Adrian kom tá í kuvøsu og und
ir observatión. Eftir nakrar tímar
kom ein barnalækni og segði, at
beiggin hevði fingið eina harða við
ferð undir føðingini og hann hevði
havt nakrar krampar. Men tá vistu
tey ikki, hvat tað í veruleikanum
merkti, sigur Barba Sandá.
Adrian fekk tí ikki hjálp frá
serlæknum beinan vegin. Barba
hevur seinni fingið at vita frá Rík
issjúkrahúsinum, at tá ið børn fáa
heilaskaða, so er umráðandi at tey
verða niðurkøld innan eitt ávíst
tíðarskeið, tí tað kann reduserað
skaðan. Men hetta náddu Barba
og lítli Adrian ikki at fáa.
Sama kvøldið á Landssjúkra
húsinum fær familjan hjá Adrian at
vita, at støðan hjá líla beiggjanum
er álvarsom.
- Tey ráddu okkum til at fáa ein
prest at doypa hann beinan vegin,
minnist Barba Sandá aftur á.
Og dagin eftir var lítli drongurin
sendur til Danmarkar.
Adrian til Danmarkar
uttan mammuna
Adrian endaði í kuvøsu beinan
vegin og seinni í respirator. 17.
mars 2015 – bert hálvt annað døgn
gamal, varð Adrian sendur av
landinum til Keypmannahavnar
til kanningar. Barba kundi tá ikki
fara við, tí hon hevði infektión
av keisaraskurðinum. Dagin eftir
fór hon tó eisini til Danmarkar
við einari sjúkrasystur og varð
innløgd á Ríkissjúkrahúsið saman
við Adrian. Men sjónin har var ikki
tann, sum nakað foreldur væntar.
- Tað var hjartaskerandi at
síggja mítt lítla barn liggja í resp
irator. Hann fekk ikki andað sjálv
ur og eg fekk endaliga at vita frá
læknunum, at heilin hevði tikin
stóran skaða, sigur Barba Sandá.
Dagarnir frammanundan í Før
oyum hevði Barba verið tann, sum
royndi at vera jalig. Øll rundan um
hana og drongin vóru ógvuliga
bangin um støðuna, men Barba
royndi sum frægast at trúgva, at
tað fór at ganga væl í síðsta enda.
- Eg fataði tað ikki fyrr enn
eg var í Danmark og fekk at vita,
hvussu illa hann hevði tað. Lækn
arnir forkláraðu mær tað, men eg
mátti allatíðina biðja pápa mín
endurtaka tað, sum teir søgdu, tí
eg fangaði tað ikki beinan vegin. Eg
vildi ikki trúgva tíð, greiðir Barba
Sandá frá.
Og støðan var ring. Læknarnir
í Danmark søgdu, at lítli Adrian
fór ikki at liva. Tey søgdu, at lítli
drongurin var heiladeyður. Og tí
bóu tey Barbu um at sløkkja resp
iratorin, sum lítli drongurin fekk ilt
ígjøgnum. Náttina til 19. mars fekk
Barba lítla drongin til sín í songini.
Læknarnir søgdu, at har var einki
at gera, so tað var líkamikið, um
hann hevði øll tólini knýtt at sínum
Tað var hjarta
skerandi at
síggja mítt lítla
barn liggja í resp
irator, og eg fekk
endaliga at vita
frá læknunum, at
heilin hevði tikin
stóran skaða«
Barba Sandá
- Tey bóu meg sløkkja respiratorin, tí tey
søgdu, at hann var heiladeyður. Eg vildi
ikki gera tað og dagin eftir vísti tað seg, at
hann kláraði at anda sjálvur. Men hann
hevur fingið ein álvarsaman heilaskaða,
sigur 21 ára gamla Barba Sandá úr Vági, sum
í mars 2015 átti ein multihandikappaðan
drong á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Framhald á næstu síðu
PERSÓNSSØGA
Átti multihandikappaðan son á Suðuroyar
- ADRIAN M