hósdagur 15. september 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
7
lítla kroppi. Bara respiratorin var
settur til tað náttina, tá Barba
skuldi siga farvæl við sín lítla son.
- Eg vildi ikki. Eg var sjálv innløgd
á sjúkrahúsið tá og eg kláraði ikki
at sløkkja respiratorin. Dagin eftir
fekk eg at vita, at heilaaktivitetur
hevði verið og kanska var hann
førur fyri at anda sjálvur hóast alt,
sigur Barba Sandá.
Læknarnir kundu ikki forklára
hví lítli kroppurin nú megnaði at
anda sjálvur, og hví nýruni fóru at
rigga aftur.
Taldu tímarnar
Dagin eftir skuldi lítli Adrian
standa sína lívs roynd. Respiratorin
skuldi sløkkjast og lítli kroppurin
skuldi vísa, um hann kláraði at føra
iltina inn og út uttan snilda tóli hjá
læknunum.
- Vit taldu tímarnar og minutt
irnar. Nú hevur hann andað í ein
tíma, nú tveir, nú tríggjar, minnist
Barba Sandá aftur á.
Tímarnir vóru langir og bíði
tíðin hørð.
- Tað er uttan iva tann ringasti
dagurin í mínum lívi, staðfestir
Barba Sandá.
Men lítli kroppurin slapp liv
andi frá fyrsta sjokkinum. Spurn
ingurin er tó, hvussu restin av lív
inum verður.
Óvist hvat hendir
Fer sonur mín at hava eitt gott lív?
Fer hann at trívast og vera glaður
og hava tað gott? Spurningar, sum
ivaleyst øll foreldur seta sær. Øll
hava vit óvissu í lívinum og eingin
veit á morgni at siga, hvar hann á
kvøldi gistur, sigur orðatakið. Og
óvissan í lívinum hjá Barbu og
hennara familju er kanska størri
enn hjá teimum familjum, sum
eiga frísk børn. Tí eingin kjansur
er at vita, hvussu stórur skaðin,
sum Adrian fekk hasar næturnar
í mars í 2015, í veruleikanum er.
Heilaskaði vísur seg ymiskt frá
persóni til persón. Eitt veit Barba
tó í dag, og tað er, at Adrian trívist.
- Eg kann fegnast um, at hann
trívist í tí dagliga. Hann dugir at
sýga frá mær. Men hann er enn sum
ein nýføðingur. Hann dugir ikki at
sita, grulva ella at siga nakað. Og
tað fer hann helst ongantíð, sigur
Barba Sandá.
Lítli beiggin er í dag hálvtannað
ár og hevur nógv góð fólk rundan
um seg, sum vilja hjálpa honum.
Barba og mamma hennara Maiken
eru báðar nógv saman við lítla
Adrian. Og fimm nætur um vikuna
hevur Barba náttarvaktir, sum
avlasta hana, tí lítli kúllurin hevur
torført við at sova.
Barba hevur verið heima við
Adrian síðani hann varð borin í
heim, men nú ætlar hon sær onk
ursvegna víðari við lesnaðinum.
- Eg má fara at kanna, hvussu
eg kann fáa tað at rigga, tí eg vil
gjarna í skúla aftur, sigur Barba
Sandá.
Vildi heldur gingið
9 mánaðir í Havn
Í hesum døgum verður dúgliga
kjakast um føðidelidina á Suður
oyar Sjúkrahúsi. Meðan lækna
ligu og fakligu tilmælini annars
eru á einum máli um, at føðideild
in er alt ov ótrygg, so eru mangir
suðuroyingar á gosi um, at kvinn
urnar har nú skulu til Havnar at
vera eina viku áðrenn termindagin.
Barba Sandá sær tó – væl skilligt
- tingini eitt sindur øðrvísi enn tey,
sum hava átt fleiri frísk børn. Fyri
hana hevur trygdin og læknaliga
tilmæli alt at siga.
- Um eg visti, at hetta fór at
henda, so hevði eg gingið allar
9 mánaðirnar í Havnini og bíða
eftir Adrian. Trygdin hjá barn
inum hevur alt at siga. Alt annað er
líkamikið, staðfestir Barba Sandá
úr Vági.
Barba hevur fingið at vita úr
Ríkissjúkrahúsinum, at iltmang
ulin, sum Adrian fekk orsaka av
drúgvu tíðini tað tók at taka keis
araskurðin er orsøkin til, at hann er
multihandikappaður í dag.
Sjúkrahúsi
UNDI DOYÐ
Barba hevur verið heima við
Adrian síðani hann varð borin í
heim, men nú ætlar hon sær onk
ursvegna víðari við lesnaðinum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN