hósdagur 15. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
8
BARNAKONUR Í SUÐUROY
Tað eru fimm ár síðani, at málið
um at lata føðideildina á Suðuroyar
Sjúkrahúsi aftur, tók seg upp
Tí varð føðideildin
í Suðuroy
latin aftur
ÁKI BERTHOLDSEN
S
einastu
mánaðirnar
hevur tað verið rættiliga
umstrítt, at føðideildin
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
hevur verið afturlatin og at
barnakonur úr Suðuroy tískil
eru sendar til Havnar at eiga á
Landssjúkrahúsinum.
Men at føðideildin er latin aftur,
er ikki eitt nýtt mál, tí tað eru eini
fýra, fimm ár síðani, at farið varð
undir tilgongdina at flyta allar
barnakonur til Havnar at eiga.
– Tað byrjaði fyri fýra, fimm árum
síðani, tá ið Landslæknin skrivaði
í eini viðmerking um føðideildina
á Landssjúkrahúsinum, at hann
mælti til, at føðideildin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi varð niðurløgd, sigur
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Men Karsten Hansen, sum tá
var landsstýrismaður, tók ikki
tilmælið til eftirtektar í fyrstu
syftu, tí hann vildi hava málið
gjølligari lýst.
Sjúkrahússtjórin sigur, at síðani
hava allir avvarðandi starvsbólkar
á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ljósmøður,
læknar og leiðsla, viðgjørt málið.
Og tá vóru teyfullsamd um, at
soleiðis sum umstøðurnar eru, er
tryggasta loysnin at barnakonur í
Suðuroy fara á Landssjúkrahúsið
at eiga, tí Suðuroyar Sjúkrahús
kann ikki taka sær ábyrgdina at
at reka eina føðistovu.
– Tað var í apríl í 2014 at hendan
niðurstøðan varð gjørd og orsøkin
var tann, at Suðuroyar Sjúkrahús
hevði ikki ta serlæknamanning, ið
krevst fyri at hava eina nútíðar
krevjandi og dygdargóða føði
deild.
Fyri at hava eina fulldygga
føðideild, skal eitt sjúkrahús hava
ein barnalækna, ein serlækna í
kvinnusjúkum og ein narkosu
lækna.
Men fyri at sjúkrahúsið skal
hava fakliga manning til taks alt
samdøgurið, krevjast minst tveir
serlæknar á hvørjum øki.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
er ongin lækni við hesum
sergreinunum.
Sostatt er tað eftir einum heilsu
fakligum tilmæli, at føðideildin
verður latin aftur og í roynd og
veru hevði politiski myndugleikin
ongan annan útveg enn at fylgja
tí, sigur Ronnie Midjord.
Tískil tók undanfarni lands
stýrismaður í heilsumálum,
Karsten Hansen, tilmælið til eftir-
tektar og tí varð føðideildin latin
aftur. Síðani hevur núverandi
landsstýriskvinna í heilsumálum,
Sirið Stenberg staðfest avgerðina.
Ronnie Midjord staðfestir,
at yvirlæknarnir á Suðuroyar
Sjúkrahúsi vilja nevniliga ikki
átaka sær at gera keisaraskurðar,
tí tað er uttanfyri teirra serøki.
Teir eru heldur ikki vanir at gera
keisaraskurðir. Vit hava nú havt
ein lækna á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
men seinast hann gjørdi ein keis
araskurð, var fyri 30 árum síðani,
sigur Ronnie Midjord.
– Eg haldi ikki, at tað eru trygg
ar umstøður, at bjóða eina barna
konu, leggur hann afturat.
Ongir læknar a fáa
Ronnie Midjord leggur afturat,
at tað er ómetaliga torført at fáa
serlæknar til smá sjúkrahús.
– Er tað nakar, ið hevur roynt at
fáa serlæknar á Suðuroyar Sjúkra
hús, er tað eg, staðfestir Ronnie
Midjord.
Hann sigur, at hann hevur spurt
seg fyri á sendistovum í nógvum
londum, men úrslitið er tað sama,
nevniliga, at ongir lækar eru at fáa.
Onkuntíð hevur tað eydnast
at fáa lækna úr Pólandi, ella aðra
staðni frá, men teir støðast ikki, og
eru burtur aftur líka brádliga, sum
teir komu.
Hann sigur, at ein orsøk er, at á
einum lítlum sjúkrahúsi hava ser
læknar ov lítið at gera til at teir
kunnu halda seg í venjing.
– Ein lækni er sum ein klaver
spælari. Ein klaverspælari, sum
bara venur eina løtu av og á, verður
aldrin góður. Tað er tað sama við
einum lækna. Hevur hann ikki
nokk av uppgávum, fær hann ikki
venjing í sínum arbeiði, og so fær
hann heldur ikki ment seg.
– Og skuldi ein føðing ikki ging
ið eftir vild, kann læknin verið
klagaður. Og verður niðurstøðan,
at hann hevur givið eina viðgerð,
sum er uttanfyri hansara serøki,
og hann í hesum sambandi hevur
gjørt mistøk, ein serlækni á økin
um helst ikki hevði gjørt, kann
hann fáa eina álvarsliga átalu,
ella kanska, í ringasta føri, enntá
missa sína góðkenning at virka
sum serlækni.
Tí er føðideildin á Suðuroyar
Sjúkrahúsi latin aftur og sostatt
eru ongar vanligar føðingar á
sjúkrahúsinum longur.
Ronnie Midjord sigur, at tað er
nakað heilt annað, tá ið neyðstøður
taka seg upp, tí í slíkum førum
kunnu barnakonur sjálvsagt leggj
ast inn á Suðuroyar Sjúkrahús at
eiga.
Har tað er bráðneyðugt, hava
læknar sjálvsagt loyvi til at gera alt,
sum stendur í teirra makt fyri at
bjarga lívi og heilsu, sama hvørjar
sergreinir, teir annars hava.
– Men annars skulu føðingar,
har alt gongur sum ætlað, vera á
Landssjúkrahúsinum.
Annars hava fólk skotið upp, at
landssjúkrahúsið hevur eitt toymi,
sum kann ferðast til Suðuroyar, tá
ið barnakonur skulu eiga.
Tað Ronnie Midjord ivast í um
tað er nøkur loysn.
Ongin veit, hvussu leingi ein
barnsburður varar, og skal eitt
toymi av Landssjúkrahúsinum
til Suðuroyar, hvørja ferð, kemur
landssjúkrahúsið at mangla tey
fólkini, og so er lítið vunnið, heldur
hann.
»Ein lækni
er sum ein
klaver
spælari«
»Er tað nakar, ið hevur roynt
at fáa serlæknar á Suðuroyar
Sjúkrahús, er tað eg«
– Sum støðan er nú, er tað tryggast hjá barnakonum úr Suðuroy, at fara til Havnar at
eiga á Landssjúkrahúsinum, sigur Ronnie Midjord, stjóri á Sjúkrahúsinum