hósdagur 15. september 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
SOSIALURIN 106
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
POLITIKKUR
SÓLVIT E. NOLSØ
Ú
rslitið g jørdist, sum
flestu kunnugt, at fleiri
atkvøður vórðu fyri loys
ing. Tilsamans fekk loysingin
5638 atkvøður, stjórnaruppskotið
fyri framhaldandi at verða saman
við Danmark fekk 5454 atkvøður
og 477 atkvøður vórðu ógyldigar.
5592 fólk, ella gott 32.5%, vórðu
ikki á valið.
Tað bleiv av fleiri tulkað sum
ein sigur til loysingina, men so
einfalt gjørdist tað ikki. Millum
annað settu fleiri spurning við, at
loysing og samband fingu nærum
líka nógvar atkvøður, ein triðing í
part, men tann seinast triðingurin
var ikki á vali av ymsum orsøkum.
Av tí íkom ein tulkingartrupulleiki
um úrslitið. Hvør hevði nú
vunnið?
Dagblaðið hevði 10. september
eina grein, har róð var uppundir,
at úrlitið av fólkaatkvøðuni
skuldi brúkast vegleiðandi. Tvs,
at úrslitið var ein vegleiðing,
hvør átti samráðingarrættin eftir
fólkaatkvøðuna, føroyingar ella
danir.
Andrass Samuelsen sigur
í Dimmalætting sama dag, at
“Det Færøske folk bestemmer i
Virkeligheden selv, om Statsfor
bindelsen med Danmark skal
fortsættes eller afbrydes”.
Eftir at úrslitið var greitt,
skrivar Thorstein Petersen í
oddagreinini í Dagblaðnum 17.
september, at nú hevði føroyska
fólkið tikið eina “fastlagda avgerð
um at Fyri Føroyingum ráða
Føroyingar”.
Eftir valið finst Andrass Sam
uelsen finst at Thorsteini Peter
sen og Fólkaflokkinum í Dimma
lætting, at teir nú vilja tulka
úrslitið sum bindandi, meðan
teir áðrenn hildu tað verða
vegleiðandi. Sambandsflokkurin
metir, at tað ov stór óvissa um
úrslitið og dregur m.a. tey fram,
sum ikki vórðu á val, sum verandi
fyri sambandsuppskotinum, tí tey
vórðu nøgd við núverandi støðu.
Vert er eisini at bíta merkið
í, at Knud Kristensen, forsætis
málaráðharri í Danmark, segði í
stuttari viðmerking, at eftir hans
ara egnu meting
hevði Føroyar valt loysing og tí
máttu samráðingar nú fara í gongd.
Petur Mohr Dam tekur í Sosi
alinum 21. september orðini hjá
Knud Kristensen til eftirtektar.
P.M. Dam mælir til, at føroyingar
nú skipa seg sum ein sjálvstøðug
an sosialistiskan stat, har landið
yvirtekur produktiónsapparatið
og øll onnur løg í samfelagnum,
sum nú vórðu í vanda fyri at fella
Farna mikudag var
14. september og 70 ár
síðan fólkaatkvøðan
var um støðu Føroya
í danska ríkinum
70 ÁR SÍÐAN FÓL
“Leygarkvøldið tann 14. september 1946
fingu Føroyingar tey gleðisboðini, at Føroya
fólk hevði broytt okkara ynski: “Fyri Føroyum
skulu Føroyingar ráða” til eina sterka fastlagda
avgerð um at FYRI FØROYUM RÁÐA FØROYINGAR.”
“Tað stendur nú til fólksins umboðsmenn at seta
í verk, tað teir hava fingið at vita frá fólkinum”