Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 SOSIALURIN 106 FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 til spek­ul­antar, ið ynsktu ein privatan stat. Fólkatingið velur tó ikki at góðtaka úrslitið av fólkaatkvøð­uni. Thorstein Petersen segði í løgtinginum, at úrslitið mátti tulkast sum, at Føroyar nú vórðu ein sjálvstøðug tjóð. Tá Thorstein Petersen las í gerðabókini úr Løgtinginum, at nú hevði Føroyar valt loysing, vildi Andrass Samuel­ sen ikki góðtaka tað. Tí mátti ein atkvøðugreiðsla til, fyr at gerðabókin kundi góðtakast. 12 at­ kvøddu fyri og 11 atkvøddu ímóti. Merkisvert er, at Jákup í Jákupsstovu, javn­aðarmaður, at­ kvøddi fyri, hóast flokkur hans­ ara var ímóti. Jákup í Jákupsstovu bleiv koyrdur úr Javnaðarflokki­ num fyri at ganga ímóti floksins støðu. Fólkatingið tulkaði ikki úrs­ litið á sama hátt um Thorstein Petersen og loys­ingarfólkini. Fólkatingið metti, at úrslitið er so javnt, at í veruleikanum kann ein niðurstøða ikki gerast um úrslit­ið. Eisini vórðu so nógvir veljarar, ið ikki vórðu á val, at teir eisini kundu hava gjørt ein ítøkiligan mun, um teir møttu upp. Fólktingið metti tað ólógligt at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga tjóð á hesum grundarlagið og metti tí, at nýval skuldi verða og samráðing­ar kundu so fara fram millum ný­ valda løgtingið og donsku stjórnina, um hvussu farast skuldi fram. Endin var, eftir boðum frá stjórn­ini, at danski kongurin, Kristian X, sendi Løgtingið til hús og val bleiv útskrivað til at verða í november 1946. Tá tapti Fólka­flokkurin og loysingarrørslan val­ ið. Javnaðarflokkurin, S a m ­b a n d s ­f l o k ku r i n o g Sjávsstýrisflokkur­in skipaðu samgongu, ið samráddi seg til eina heimastýrisskipan fyri Føroyar, ið kom í gildið í 1948. LKAATKVØÐUNA “Javnaðarfloksins leiðsla ráddi fólki til heldur at taka við stjórnartilboðnum enn at taka við loysing, tí vit vórðru ikki nóg búnir og fyrireikaðir at greiða allar tær uppgávur, ein státur og sjálvstøðugt ríki hevur” “At endurreisa og útfylla tað, ið soleiðis við ein skilnað við Danmørk fellur burtur, krevur, at hvør einasti peningaliga, arbeiðsliga og mentunarliga kraftægr verður nýtt av landinum til eina planøkonomiska skipan”