Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 12 SAMRØÐA SÓLVIT E. NOLSØ Petra Arge í Havn var 24 ára gom­ ul tá fólkaatkvøðan var og var eisini á val. Hon minnist aftur á tíðina sum eina spennandi tíð. Tað vórðu nógv sum ivaðist í hvat tey skuldu velja, tí eingin visti reiði­liga hvussu útfallið fór at verða, sama um loysing ella samband vann. Serliga væl minnist hon Thor­stein Petersen og Andrass Samuelsen, sum vórðu hvør sínir oddamenn á hvør sínum veingi: Thorstein fyri loysing og Andrass fyri samband. - Thorstein Petersen var ein skila­góður maður, sum arbeiddi nógv fyri tí føroyska. Andrass Sam­uelsen var ein stór kanón tá og hev­ði nógvan uppbakning millum tey, sum vildi hava samband, sigur Petra Arge. Fyri at lodda dýpið á samrøðuni var fyrsti spurningur til Petru, hvat hon valdi sjálv: - Eg valdi loysing, sjálvandi, sigur Petra Arge. Petra Arge sigur at hon minn­ ist aftur á 1946 sum eitt sera spennandi ár hjá sær og mann­ inum, Niels Juel Arge. Tey vórðu nýgift og nýliga flutt inn í húsini á Ting­húsvegnum um sama mundið sum fólkaatkvøðan var. - Niels Juel var eisini loysingar­ maður, sjálvt um hann ikki var alment politiskur, sigur Petra Arge. Petra Arge sjálv heldur, at eftir atkvøðugreiðsluna, var úrslitið. Hon er sannførd um at loysingin vann, serliga eftir at Jákup í Ják­ ups­stovu kom yvirum, tá gjørdist úrslitið enn meira greitt, at politiskur vilji var fyri loysing. - Vit vórðu í Íslandi í 1967 og tá var hægsti embætismaður í Dan­ mark við á ferðini. Hann segði við Niels Juel, at um vit bara høvdu staðið uppá okkara í 1946, so høvdu vit fingið loysing, men danski kong­ur, Kristian X, vildi ikki hava danska ríkið at detta púra sundur undir honum. Tá var Ísland jú farið burt­urúr, sigur Petra Arge. Júst Ísland er eitt land, sum Petra Arge heldur vit føroyingar eiga at hyggja meira at hvat við­ víkur loysingarspurninginum. - Ísland hevur klárað seg væl, men munurin á teimum og okkum var, at allir íslendingar tóku undir við tí. Tey arbeiddu enntá dupult fyri lægri løn, bara fyri at fáa alt at koyra, sigur Petra Arge. Hon metir, at íslendingar kanska hava verið stoltari av sínum landið enn hvat vit hava verið. Nógv vórðu bangin fyri loysingini - Fólk ivaðust sjálvandi og tað er ofta soleiðis, at nógv hoppa, frá tá tað er nær við at koma ígjøgnum. Føroyingar hava verið ov bangnir fyri at standa á egnum beinum. For nógv hava ikki tora, sigur Petra Arge. Hon sigur, at undir krígnum høv­du føroyingar staðið á egnum bein­um í fimm ár og vit høvdu ong­ antíð klára okkum so væl fyrr. - 1930ini vórðu fátækslig fyri føroyingar, men tíðin undir seinna veraldarbardaga vísti, at vit kundu væl klára okkum sjálvi. Alíkavæl var tað ongantíð soleiðis, at nakrar biddaði um pengar sum nú. Sjálvt politikkarar vilja nú bara hava meira pengar, sigur Petra Arge. Hon sigur, tað var ymiskt frá einum øki til eitt annað, hvat fólk hildu. - Tað var eisini ymiskt frá eini bygd til eina aðra. Í Syðrugøtu, har sum eg eri fødd og uppvaksin, har vórðu fólk fyri loysing, tey droymdu ikki um at velja sam­band. Á Toftum og á Strondum til døm­is, har var tað øvugt, har haldi eg tey valdu samband, sigur Petra Arge. Loysingarrørslan verið ov bangin síðan 1946 - Loysingarfólk hava verið alt ov bangin aftaná 1946. Tey eru bangin fyri, at vit klára ikki at standa á egnum beinum, men vit kunnu bara hyggja eftir Íslandi. Tey hava klára seg, so hví kunnu vit ikki, sigur Petra Arge. Petra sigur til endans, at hon sigur seg ikki skilja, hví mann vil hava eitthvørt lítið húsarhald at klára seg sjálvt, men mann vil ikki góðtaka, at ein lítil tjóð skal klára seg einsamøll. Kanska tí, at vit ikki eru nóg stolt av okkum sjálvum, staðfestir Petra Arge hugleið­andi at enda. EG VALDI LOYSING - SJÁLVANDI Tey eru ikki mong, ið eftir eru á lívið, sum minnast fólkaatkvøðuna í 1946 og enn færri, sum vóðru á vali. Petra Arge luttók á fólkaatkvøðuni, sum av mongum verður mett sum størsta politiska hending í nýggj­ari tíð, stendur enn sum ein varði hjá føroyingum, har vit sluppu at siga fyri okkum sjálvi, um vit vildu verða í felags­skapi við Danmark ella skipa okkum sjálvi sum tjóð - Loysingarfólk hava verið alt ov bangin aftaná 1946. Tey eru bangin fyri, at vit klára ikki at standa á egnum beinum MYND: ÁLVUR HARALDSEN