Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 13 FØROYAR SKULU VERA SAMAN VIÐ DANMARK – Vanligt vit og skil sigur mær, at tað tænir okkum best – bæði kulturelt og materielt og landfrøðiliga – at vera saman við Danmark, sigur 91 ára gamli Heri Mohr í Havn EIRIKUR LINDENSKOV Havnarmaðurin Heri Mohr var ein teirra, ið hevði valrætt, tá fólkaatkvøðan um loysing frá Danamrk varð hildin tann 14. september í 1946. Men hann var ikki á vali, tí hann var staddur í Dan­mark. – Eg fór til Danmarkar við »Drotningini« sama dag, Jóannes Patursson varð jarðaður fyrst í august 1946. Eg var harmur um, at eg ikki kundi verið í Kirkjubø tá. Eg fór til Danmarkar at útbúgva meg í trý ár. Tá ið tíðini varð man niðri øll árini, til útbúgvingin var liðug – nøkur ella fleiri ár – uttan at fara heim, greiðir Heri Mohr frá. Jóannes Patursson, sum var ímyndin av tjóðskaparrørsluni og sum hevði verið løgtingmaður í 45 ár, upplivdi ikki fólkaatkvøðuna, tí hann doyði góðan mánað áðrenn fólka­atkøvðu, tann 2. august í 1946. 14. september 1946 var Heri Mohr á skúla í Rungsted, men um kvøldið var hann í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn. – Har varð atkvøtt í skemti. Stór­ur meiriluti var fyri loysing. Fólka­flokkurin var nógv tann størsti flokkurin á tingi. Eina at­ kvøðu aftrat so hevði hann reinan meiriluta, sigur Heri Mohr. Hann vísir á, at tann politiska øsingin var øðilig. – Nei, í dag hevði eg ikki at­ kvøtt loysing; eg eri vorðin sam­ rík­ismaður. – Í mínum barnaheimi í Skansa­garði og Yviri við Strond ráddi sjálvstýrisandin í trim­um ættarliðum. Tá ið Tjóð­veld­is­ flokk­urin skuldi royna at koma í Løg­tingið, komu tveir menn eitt kvøldið at vitja pápa mín. Hetta var Yviri við Strond. Minnist meg rætt var tað D. P. Danielsen, sakfør­ari og Kvívíkstummas. Teir bóðu pápa mín at verða stillara. – Kvívíkstummas var fyrstur á listanum, og pápi mín varð tann næsti. Heri Mohr greiðir frá, at eingin ivi var um, at hann brøðurnir vóru ávirkaðir heimanífrá av sjálv­stýrisandanum, sum var í heiminum. – Men als ikki indoktrineraðir. Tað var bara nakað, sum man var. Man spurdi einki. Eins og í kirkjuni, har spurdu vit heldur ikki, sigur hann. – Tá ið vit fingu sjálv­stýr­ is­lands­stýrið 1963-1966, og Erlend­ur Patursson gjørd­ist landsstýrismaður við fíggjar­ mál­um, arbeiddi eg neyvt saman við honum. Við góðum práti var hann samdur við meg, at toll­ lógin skuldi broytast soleiðis, at vøru­innflutningurin av eitt nú akførum skuldi deklarerast eftir heilt nýggjum reglum. Eg var tá fulltrúi á Gjaldsovuni. Fleiri ár á skrivstovuni hjá Thomas Dam, áðrenn eg fór á Gjaldstovuna, hev­ ði givið mær gott innilit í, hvussu vørukeyp skuldi fremjast uttan­um ”agentar”. Hendan broytingin av toll­lóg­ ini innibar fyrimun í útrokningini av cif-kostnaðin. Hetta innibar eisini, at fløkja uppstóð orsakað av handilsvirkjum í Danmark, sum umboða eitt nú Danmark. Ein slík fløkja uppstóð millum Thomas Dam/London/Hamburg. – Eg vendi mær til Hákun Djur­ huus, sum tá var landsstýrismað­ur, við uppskoti til eitt bræv og váttan um, at Føroyar, hóast partur av tí danska kongaríkinum, høvdu sjálvstýri í vøruinnflutningi. Tann váttanin frá okkara »gover­ment« loysti øll problem. Thomas Dam gjørdist sole-agency. – Eg var var og eri sjálv­stýr­is­ maður. Hóast eg stemmaði Tjóð­ veldi í nógv ár, var eg de facto ikki loysingarmaður. Abbi mín, pápi mín og mamma mín vóru sjalvstýrisfólk. Heri Mohr sigur, at fyrst í 80- unum valdi hann Sjálv­stýris­flokk­ in. – Eg var sogar limur í flokki­num nøkur ár. – So tíðin. Tá var eingin ivi. Í mínar bók »Endurminningar« havi eg greitt frá, hví eg bað løgmann loysa meg úr stjórastarvinum á Gjaldstovuni. Tá var eingin ivi. Eg var samríkismaður, og tey sein­astu árini havi eg stemmað samband, sigur Heri Mohr. Og ja, hann er skuffaður, men ikki vónsvikin. – At tey ungu er subjektiv og hava teirra »Sturm und Drang« er, sum tað eigur at vera. Lívið er jú teirra. – Eg eri á ongan hátt sannførd­ ur um nakað ekstremt í føroysk­ um politikki. Men vanligt vit og skil sigur mær, at tað tænir okk­um best, bæði kulturelt og materielt og landfrøðiliga at vera saman við Danmark. – Tey søguligu og ættarligu bondini millum Føroyar og Dan­ mark eru sera sterk….. Men tey kunnu slitna, sigur 91 ára gamli Heri Mohr. FAKTA: Heri Mohr, 91 ár Føddur og uppvaksin í Havn Foreldur: David Einar Mohr og Anna Sofie Amalie, f. Egholm Eftir útbúgving í roknskapi í Danmark starvaðist hann hjá Thomas Dam, til hann í 1956 fór í starv á Gjaldstovuni, har hann var bókhaldari, fulltrúi, roknskaparstjóri og skrivstovustjóri. 1962-1987 fleiri ferðir konstitueraður stjóri á Gjaldstovuni 1987-1991 stjóri á Gjaldstovuni. Er kendur viðmerkjari. Hevur skrivað – og skrivar javnan enn – viðmerkingar í bløðunum um samfelagsmál