hósdagur 15. september 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
STJÓRNARSKIPAN
SOSIALURIN 106
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
BRANDUR MORTENSEN NOLSØE
Í
hesum
døgum
verður
stjórnarskipan fyrireikað
at leggja fyri Føroya fólk
á fólkaatkvøðu næsta ár.
Forðingin, eins og áður, er at finna
semju flokkana millum, tá ræður
um at orða stjórnarskipanina.
Lidna uppskotið, ið varð lagt
fyri tingið í 2006, strandaði av
grundleggjandi ósemjum um
loysing og samband. Síðani varð
ein roynd gjørd í 2011, men hó
ast meiriluta í táverandi grein 25
nevnd, fall eisini tað stjórnarskip
anaruppskotið burtur, tí Tjóðveldi
vildi ikki góðtaka, at stjórnarskip
anin virdi galdandi stjórnarrætt
arligu sáttmálar og avtalur, og við tí
eisini rúminum at tulka orðingina
soleiðis, at Føroyar viðurkenna
grundlógina og danskt yvirvald.
Sambært samgonguskjalinum,
ið varð undirskrivað fyri einum
ári síðani, skal nýggja stjórnar
skipanin staðfesta, at »Føroya
fólk hevur valdið í Føroyum.
Lógin skal staðfesta og útgreina
sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks,
herundir at allur rættur at avgera
framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya
er hjá Føroya fólki. Eisini skal
stjórnarskipanin áseta Føroya
fólkaræðisliga stýrislag eins og
rættindi og skyldur borgaranna,
tá ið tað snýr seg um javnrættindi,
persónligt frælsi, rætt til menning,
sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði
og vinnu og rætt til innløgu og
gagnnýtslu av felags tilfeingi«.
Í samrøðu við Kringvarpið
tann 20. august 2016 staðfesti
løgmaður, sum stendur á odda fyri
samráðingunum, at ósemjan um
endaligu orðingarnar í komandi
stjórnarskipanaruppskoti snýr
seg um grundleggjandi tvídráttin
um loysing og samband og serliga,
hvussu Føroyar skulu verða lýstar
stjórnarrættarliga.
Eins og í 2011 samráðast flokk
arnir dúgliga um, hvørt stjórn
arskipanin skal virða sáttmálar
og avtalur, eitt nú donsku grund
lógina. Løgmaður gjørdi áður
nevnda 20. august í Kringvarpinum
greitt, at málsetningurin var at
broyta formælið (præambilin)
soleiðis, at ikki bara Tjóðveldi
kundi taka undir við tí. Hinir
flokkarnir góðtaka, at vit eru í
felagsskapi við Danmark. Skal so
semja røkkast tvørtur um allar
flokkarnar um eina orðing, letur til,
at avgerð skal verða tikin um, hvørt
stjórnarskipanin skal standa oman
fyri donsku grundlógina ella ikki.
Fyrr í vikuni avdúkaði løgmaður
tó fyri Kringvarpinum, at hóast
hann kýtir seg fyri at fáa so
breiða semju sum til ber, er hann
til reiðar at senda uppskotið til
fólkaatkvøðu, uttan at hava allar
flokkarnar við, gerst støðan av
prinsipiellum ávum ógjørlig.
Eitt samleikaskjal
Danska grundlógin er fyri danir
ímyndin av tí, ið danskt er. Men
hon hevur í grundini ongan týd
ning fyri Føroyar. Tí hava føroy
ingar í veruleikanum einki felags
skjal, sum staðfestir virðini hjá
føroyingum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmað
ur, sigur í samrøðu við Sosialin, at
danska grundlógin lýsir danska
ríkið sum ein eindarstat, og er hon
tí ikki í tráð við veruleikan.
– Ein eindarstatur kann ikki seta
tiltøk í verk ímóti sær sjálvum. Tí
hongur tað ikki saman, tá danir
vilja forða føroyingum í at fylgja
sínum egnu málum. Grundin til, at
ríkisfelagsskapurin hevur riggað
higartil er, at ein er sloppin at
fremja egin mál og samstundis at
leggja donsku grundlógina til síðis,
sigur Sjúrður Skaale og nevnir
heimastýrislógina sum dømi um,
GRUNDLÓG ELLA STÝRISKIPAN:
AVGERÐIN FEL
Komandi ár skal fólkaatkvøða
vera um stjórnarskipan, og
samgongan stendur í hesum
døgum fyri avbjóðingini at
finna semju flokkana millum
um orðingina av endaliga
uppskotinum. Hví skulu vit hava
eina stjórnarskipan, hvørjar eru
grundleggjandi ósemjurnar, og
skal stjórnarskipanin vera oman
fyri donsku grundlógina?