hósdagur 15. september 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
15
LIR NÆSTA ÁR
at danska grundlógin er sett til viks
við tí, at føroyingar hava staðið
saman um egin áhugamál.
– Við tí at Danmark, sum limur í
ES, setti tiltøk í verk móti Føroyum,
ásannaði Danmark, at grundlógin
ikki regulerar ríkisfelagsskapin.
Tað stóð heldur ikki føroyingum
í boði at yvirtaka undirgrundina.
Men av tí at føroyingar stóðu
saman um ynskið, og gjørdu lógar
broyting, bar til. Sostatt hevur
tað ongan týdning, at man fer út
um grundlógarinnar mark, sigur
Sjúrður Skaale.
Krevur sannførandi
meiriluta
Sum Kringvarpið fyrr í vikuni helt
fyri er ivasamt, hvønn legitimitet
danska grundlógin hevur millum
Føroya fólk. Hetta tí áhugin fyri
henni hevur verið lítil til fólka
atkvøður, ið áður hava verið um
hana. Eiheldur er nakað, ið bendir á,
at føroyingar síggja donsku grund
lógina sum sína egnu grundlóg.
Samstundis hevur ríkisfelags
skapurin verið so væl umhildin,
at tað er ikki eydnast politisku
flokkum, ið hava viljað broytt við
urskiftini grundleggjandi at fáa
nóg stóra undirtøku til tess at seta
ætlanirnar um sjálvstýri í verk.
Lars Løkke Rasmussen, for
sætisráðharri, krevur, at nýggja
stjórnarskipanin skal vera innan
fyri donsku grundlógina. Men sum
Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði
á Fróðskaparsetrinum, vísti á í
útvarpssendingini Radaranum fyrr
í vikuni, er veruleikin ein annar,
enn statsrættarliga ástøðið, sum
danska løgmálaráðið leggur fyri,
tá tað viðger ríkisrættarligu støðu
Føroya í ríkisfelagsskapinum.
– Í veruleikanum er heldur
talan um tríggjar statseindir,
Danmark, Føroyar og Grønland,
ið hvør sær hava fólksligan
suverænitet ella sjálvstýri.
Og verður komandi stjórnar
skipanarlóg samtykt, og er hon í
stríð við donsku grundlógina,
rør Bárður Larsen fram undir, at
Føroyar yvirtaka rættarskipanina,
soleiðis at tað vera føroyskir dóm
stólar, heldur enn danskir, ið
skulu viðgera nýggju stjórnar
skipanarlógina, tá hon skal setast
í gildi.
Í grein í danska fakblaðnum
Juristen, sum varð umrødd í Rad
ararnum fyrr í vikuni, vísa Bárður
Larsen og Kári á Rógvi, sáli, á, at
fleiri ríki hava meira enn eina
grundlóg, t. d. USA, Týskland, Sveis
og Eysturríki. Hartil hevði Dan
markar ríki sjálvt tvær grundlógir
fram til 1918, tá Ísland gjørdist
sjálvstøðugt.
Harumframt sigur Bárður
Larsen við Kringvarpið, at tað er
umráðandi fyri stjórnarskipan
arlógina, at hon verður samtykt
við einum sannførandi meiriluta, tí
annars kann hon í Danmark verða
fatað soleiðis, at Føroyar góðtaka
tulkingina, at vald føroyinganna
kemur úr Danmark.