Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON E g havi leingi spekulerað uppá hvat tað er ið til­ trekkjur meg so nógv við veganskum mati – tí hóast eg ikki livi sum veganari burturav, so er okkurt í matgerðini og í tonkunum handan veganismuna ið tiltrekkja meg. Hóast síðuspring, so endi eg altíð aftur á sama stað – við at stórsti parturin av matgerini hjá mær er vegansk. Hjá mær, sum hjá øðrum, er tað partvís djóravælferð, umhvørvisspurningar og heilsa ið fáa meg at munga eftir tí veganska. Men hesin Septemburmánðaðin við Samkenslu (sí boks her á síð­ uni) hevur fingið meg at ásanna eina aðra orsøk til mítt veganska fríggjarí; eina orsøk sum kanska stingur djúpri enn allar hinar tilsamans: hetta er KREA­TIVI­ TETURIN, MOTOVATIÓNIN og INSPIRATIÓNIN eg fái frá tí veganska. Matgerð sum kreativitetur Tað gingu nógv ár áðrenn eg sá, at tað var gjøgnum mat og matgerð, at eg skapti – leingi hevði eg hildið meg vera hitt minnst kreativa menniskja á jørð… Jú, eg hevði spælt sjónleik og mær dámdi væl at syngja, men tað føldist ikki sum um at eg skapti nakað, tað var heldur, fyri meg, sum ein aktivitetur eg endurtók. Matgerin var øðrvísi. Eg kundi liggja svøvnleysar nætur og hugsa um, hvussu eg kundi gera fyri at fáa taran at halda sær grønari, ella hvussu eg kundi gera fyri at fáa sjokolátakøkuna meira sjokolátaliga, ella hvussu eg fekk ísin mjúkari. Ja, tað var ígjøgnum matin eg skapti tað ið fekk meg at kenna meg livandi, fekk meg at fáa samband við okkurt í mær sum eg var góð við – ljóðar løgið, ljóðar hippieligt, men um so er, so vil eg fegin vera ein løgin hippie. Matgerin var meira enn lívsneyðug fyri meg, hon var eisini tað ið gav lívinum meining – gleði. Kreativiteturin í veganismuni Forðingarnar í veganska matinum, og leitanin eftir loysnum, tey stóru nýbrotini ið enn vera gjørd í veganskari matgerð – og tann gleðin ið stendst av nýbrotunum (tit skuldu »hoyrt« gleðisrómini í cyperspace, tá ið aqua-faba bleiv uppdagað. Aqua-faba er vatn av kikk­ertrum, ið kann pískast stívt og brúkast sum eggjahvítar. Netið var fult av veganskum marrengs – fyri fyrstu ferð!) – tað er hetta ið gera veganska matin so tiltrekkjandi fyri meg. Veganar eru fólk við visiónum og misiónum. Tey hava ein dreym um hvussu tey halda heimurin skal síggja út, og eftir tí forma tey alt sítt lív. Tað setur upp foringar, men er eisini ein springfjøl út á ókendar vegir, ein sterk motivatión til at finna nýggjar mátar at gera tað ið vit altíð hava gjørt. Tað er hendan motivatiónin, sum í mær byrtir inspiratiónina og sum fær hita í kreativitetin – ferð eftir ferð. Mandlujogurt, kokosjogurt og havrajogurt Fyri stuttum las eg fyri fyrstu ferð um kokosjogurt. Kokosjogurt, kokosjogurt, kokosjogurt. Eg mátti siga tað nakrar ferðir fyri at smakka tað – og tað smakkaði fantastiskt, longu áðrenn eg hevði roynt tað. Eg droymdi víðari: mandlujogurt, havrajogurt, rís­ jogurt, hesilnøtujogurt. Ja, ein nýggjur heimur lat seg enn eina ferð upp – ein heimur fullur av plantu­jogurt. Tað er lætt at gera sítt egna jogurt. Tað tær tørvar er: Plantumjólk Kultur (hetta kann vera keypt jogurt ella td probiotika í pulvur­formi) Eitt ílat Ein ovn Møguliga okkurt at javna við – hetta kann vera agar agar pulvur (eitt slag av algu, sum virkar samanbindandi, og ger jogurtið tjúkkri) Set ovnin á 50 hitastig. Í eini grýtu hitar tú spakuliga 1 tsk av agar agarpulvuri (um tú vil hava tjúkt jogurt) 1 L av plantumjólk (keypt ella heimagjørd). Rør væl og hita tað til beint áðrenn tað kemur upp á kók. Lat kólna til kroppstemperatur – skal vera so at tað kennist lunka tá ið tú stingur lítlafingur í. Koyr nú 1 dl av jogurti í – ella á leið 2 tsk av probiotiskum pulvuri (hetta fæst t.d. hjá Siri í Havn). Stoyt útí eitt ella fleiri íløt. Set inn í ovnin uttan lok. Sløkk ovnin og lat standa í á leið 8 tímar – ella til tú eldur at tað smakkar nóg súrt. Goym í kuldaskápi. Genialt! Hetta fær mítt matforvitni at bobbla! Matgerð KREATIVITETURIN, MO INSPIRATIÓNIN Í VEGA Eg royndi at gera mandlujogurt, havrajogurt og kokosjogurt. Keypt sojajogurt frá keypsamtøkuni bleiv brúkt sum startari. Kokusjogurtið bleiv mjúkt og cremut – uttan brúk av nøkrum agaragarpulvuri. Havrajogurtið var mítt yndist – hvara eigur eitt serligt stað í mínum hjarta. Mær dámdi væl súrgaðu havramjólkina tá ið hon var heilt tunn – altso uttan agaragarpulvur. Men ynskir tú tjúkri jogurt, koyr so agaragar í Mandlujogurt, kokosjogurt og havrajogurt