hósdagur 15. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
17
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
Eg veit ikki um tit løgdu tað til merkis, men mín
útgáva av opnari lassagnu er vegansk. Hetta
septemburmánðai er komin, og eg luttaki í Septembur
við Samkenslu. Ein hópur av føroyskum veganarum
bjóðar føroyingum til at liva vegansk í ein (septembur)
mánaða - og eg havi tikið av avbjóðingini.
Síðani eg var 17 ár havi eg flirta við vegetarismu, og
síðani tá havi eg verið vegetar - so ella so: Onkuntíð
grót-vegetar, onkuntíð ynski-vegetar. Tað gongur upp
og niður, aftur og fram. - Til tíðir veganari. Til tíðir
fiskaátari. Og aðarar tíðir fer ein kjøtbiti niður um.
Men oftast vegetar.
Eg veit ikki heilt hví at eg og vegetarisman hava
flirta í so nógv ár, og heldur ikki veit eg, hví tað
ongantíð bleiv til eitt fast forhold - kærleikslívið kann
vera trupult at skilja…
Undir øllum umstøðum havi eg í 10 ár havt ein
serligan veikleika (ella styrki?) fyri vegetarismu (Oy!
Hatta man vera fyrstu ferð at eg skrivi, at eg havi havt/
gjørt/sagt/hugsa okkurt í 10 ár - árini eru við at leypa
upp nú. Kanska hetta er at vera vaksin?).
Tað eru nógvar ymsar orsøkir til at eta veganskt
- smakkur, umhvørvið, djór, pengapungurin... og við
tíðini vani. Eg hugsi ikki at skriva meira um hettar
her, men vónandi fái eg SO nógva orku av nýggja
veganska lívistílinum, at eg hvørja viku hendan
Septemburmánaðan klári at skriva eitt stutt brot um
eina av orsøkunum - eg minnist aftur á mínar tíðir sum
veganari, lívsorkan gerst onkusvegna altíð sterkari
tá - ella møguliga er tað í tíðum við meira orku, at eg
havi havt yvirskot at royna veganismu? Nú eri eg í
øllum førum móð og troytt eftir eitt langt summar,
so eg eri spent at vita hvat veganski maturin fer at
gera við mínir tankar og mín kropp hendan illfýsna
septemburmánaðan.
Septembur við Samkenslu
Mikumorgun 05.34. Plantujogurtið er
liðugt. Tá ið títt fyrsta plantujogurt
er liðugt, kanst tú brúka hetta
sum startara til næstu portión
– soleiðis kanst tú gera tær eina
æviga ringrás av plantujogurt...
Men hvør hevur tíð til tað? Tað er
eisini fínt at royna tað einaferð,
og ongantíð royan tað aftur. Tað
verður óiva tað ið hendir hjá mær ;)
INNBJÓÐING til SEPTEMBUR VIÐ SAMKENSLU
Mín innari veganari vaknar, nú fólkini handan facebooksíðuna
»Veganararnir og verðin« bjóða fólki at royna veganska lívstílin í ein
mánaða – »Septembur við Samkenslu – eg føli við!«
– Følir tú eisini við? Ja, so er bara at koma í gongd. Ongan fisk, einki
kjøt, ongan fugl, onga mjólk, einki egg, nei einki anlimalskt í ein mánað.
Ljóðar tað farligt og keðiligt? Hoyr so her: Eina rúgvu av grønmeti í øllum
ælaboðans litum. Søtar fruktir, og súrar fruktir. Nøtir. Pasta. Breyð. Linsur.
Bønir. Rís. Tortillas. Nøtusmør. Smoothies og Djús. Og so enn meira grønmeti!
Mhh… !
September
við Samkenslu
VIKA 2
OTIVATIÓNIN OG
ANSKUM MATI OG LÍVI