hósdagur 15. september 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
TJÓÐHILD PATURSSON
Ævintýrini og
gandakellingarnar
Eyðun Andreasen hevur í bókini
»Ævintýr« greinað og tulkað fleiri
føroysk ævintýr. Eitt, ið hevur
merkt og myndað arbeiðið við
leikinum »Einaferð var tað eg…«, er
tulkanin hjá Eyðuni Andreasen av
gentuni í føroysku ævintýrunum –
gentan er altíð høvuðspersónurin,
hon er
aktørurin, hon er tann, ið fremur
broytingina. Og møguliga er
hon tann, ið broytist mest? Hesi
broytingini, ella transformatiónini
sum tær báðar nevna tað, verður
arbeitt við í nýskrivaða leikinum.
– Leikurin ein uppgerð við tað
penu behagisjúku gentuna, sum
er innan í nógvum kvinnum, og
um transformatiónina burtur frá
hesum leiklutinum í ein annan. Um
at vera ein og at blíva
til nakað meir. Kanska. Ella blíva
til nakað annað.
GUT//Productions
og magakenslan
Listabólkurin GUT/Productions er
sprottin úr ynskinum hjá teimum
báðu listakvinnum um at sleppa at
skapa út frá magakensluni.
– Vit hava valt at kalla tað ein
listabólk, tí vit vilja hava hetta
so opið sum gjørligt. Vit vilja
ikki avmarka okkum til pallist.
Høvuðkonseptið er at gera list
eftir magakensluni. So má tað
føra til ein leik, eina bók, ein
sang, eina instalatión… ja, tað má
magin og hugskotið stýra.
– Eg havi ynskt at arbeiða
uppá hendan mátan ógvuliga
leingi, sigur Durita Dahl
Andreasen. Tí tá man arbeiður
uppá hendan mátan, arbeiður
man við flatstrukturi. Eg havi
ikki bara veri sjónleikari, eg
havi verið listafólk. Eg havi
veri við í hugskotinum,
tonkunum, dreyminum og
so at geva tí skap saman við
hinum. Eingin hevur síðsta
orðið í skapanini av søguni
– síðsta orðið hava vit í
felag. Men nú til endan, er
tað leikstjórin, ið savnar
endarnar - við øllum
træðrunum vit saman
hava spunnið. Nú
til endan, so fara
vit í okkara rollur,
nú tvær vikur
undan eru vit
sjónleikarnir. Vit
hava bestemmað
okkum fyri at
leggja ábyrgd
ina frá okkum,
tí
vit
stóla
uppá tey, ið vit
arbeiða saman
við, og tí halda
vit fast í.
Men hvør
er magakenslan?
»Ihhhiii…« siga tær báðar tá ið eg
spyrji. ‘Tað er, tað er… tað er ringt
at forklára, tí tað er ordiliga nógv’.
Og hvat er so tað?
– Fyrst og fremst er tað erlig
heit, erligheit yvir fyri sær sjálvari.
At vera erlig yvir fyri sínum
dreymum, sínum ynskjum, sínum
hugi og síni drívmegi. Ja, at tað
handlar um at vera erlig yvir fyri
tí, ið sum nú einaferð er tað, ið
tendrar okkurt í tær.
– Tað kann vera ógvuliga torført
at fylgja magakensluni. Tað er ikki
lætt arbeiði, men tað er spennandi.
Man kann risikera at halda okkurt
ordiliga ófeitt vera feitt, man kann
riskera at vera á grensini til at vera
kiksað. Fasadan verður eitt sindur
»svækka«.
– Um tú lurtar eftir maga
kensluni, so verður tú sárbar. Tí
vit eru bara menniskju, við vána
ligum hugskotum og ordiliga
smáum dreymum, ella ov stórum
dreymum. Vit raka við síðurnar av.
Men heldur tað enn at vera grá og
lunkað. Tað er faktiskt tað hesin
leikurin handlar um.
Um tað ikki er stuttligt,
so er tað ikki skeg
– Tað lættasta er at vera grá og
lunkað, tað er bara ikki altíð
so fruktbart. Tað kann gerast
ógvuliga óaktivt. Nakað, ið hevur
eyðkent okkara tankar í longri tíð,
18
MENTAN
EITT MODE
FØROYSKT
Einaferð var tað eg…
Eg, ein ravnur, ein úlvur, ein risi, ein gandakelling og ein
kareoke-bar. Í nýskrivaða modernaða ævintýrinum kanna
Mariann Hansen og Durita Dahl Andreasen spurningin
»Hvørjar eru kvinnurnar, ið mangla í Føroyum«. Saman hava
tær stovnað listabólkin GUT//Productions við tí endamáli at
lata »the GUTS« ella magakensluna stýra listarligu tilgongdini.