hósdagur 15. september 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
19
RNAÐ
T ÆVINTÝR
er at vit hava longst eftir at gera
nakað vit ordiliga tíma. Gera tað
og vita hvat so hendir. Tað er ov
nemt at ikki taka støðu til ting.
Man verður ov óaktivur og tekur
ikki ting alvorligt.
– Tí lívið er forbannað alvor
ligt og so forbannað stutt, og um
vit ikki taka tað, ja so fer tað. Tað
er ikki tað at alt er so álvarsligt,
men heldur so at vit vilja taka
skapanarhugin alvorligt. At taka
tað alvorligt at njóta tað man
ger, njóta hart arbeiði, taka hvíld
alvorligt. Okkara motto er vorðið
»Um tað ikki er stuttlligt, so er tað
ikki skeg«. Beint nú, fyri meg, so er
hetta pissi-spennandi. Tí eg eri ein
aktivur spælari á lívsins bana. Eg
siti ikki á bonkinum. Eg eri í álopi.
– Tað er so nógv sum skal takast
alvorligt. Ikki bara pengar og tíð og
møta rættstundis, og alt tað, ið alt
koyrir uppá. Og alt hetta skilagóða
– tað er ikki altíð man kemur so
langt við tí…
Hvørjar eru kvinnurnar
sum mangla í Føroyum?
Tað eru eftir hondini nøkur
ár síðani at tað kom fram, at í
Føroyum eru 2000 færri konufólk
enn mannfólk. Nógv hava skrivað
um evnið og summi hava granskað
í evninum. Verkætlanin, ið GUT//
Productions nú er fari í holt við,
kann sigast at vera eitt listarligt
íkast til kjakið.
– Tað er ein nógv settur
spurningur. Tað eru nógv sum
arbeiða við hesum og uppá allar
møguligar ymiskar mátar, og vit
vilja vita um ikki listin kann koma
við einum øðrvísi íkasti til kjakið,
við einum øðrvísi íkasti grundað á
okkara vitan sum útiseta kvinnur.
Ja, júst sum búskaparfrøðingar og
onnur spyrja hendan spurningin,
og eru farin út í sítt felt at viðgera
tað, so gera vit eisini tað. Vit geva
okkara íkast til samfelagskjakið,
sum listafólk og sum útiseta
kvinnur. Tá ið vit byrjaðu arbeiðið
á heysti 2015 vóru vit báðar úti
setar. Vit vóru tvær av teimum, ið
manglaðu.
Týdningurin av leitanin
Men fólk skulu ikki vænta sær eitt
greitt svar. Endamálið við leikinum
og leitanini er ikki at koma við
einum svari, men heldur at fáa
nýggj eygu á sama spurningin,
og møguliga seta eitt øðrvísi sam
felagskjak ígongd.
– Vit hava avgjørt ikki at koma
við einum svari, men heldur at geva
leitanini rúm. Hitt týdningarmesta
er leitanin. Í leikinum geva vit eitt
boð uppá eitt svar. Men leitanin
steðgar ikki her. Vit eru ikki liðnar
at gera nakað eftir hetta fyrsta
verkið. Leikurin er bert fyrsta stig
í eini listarligari triologi. Vit halda
fram við at leita.
Búi Dam, sum hevur verið
mest at sæð á tónleikapallinum,
er leikstjóri til uppsetanina av
»Einaferð var tað eg…«. Men heldur
enn at virka sum eina vanligur
leikstjóri, hevur Búi Dam verið við
í skapanini av ævintýrinum, hann
hevur verið við í leitanini.
– Faktist var tað magafor
nemmilisi sum fekk okkum at leita
til Búa. Tónleikurin hjá honum
hevur altíð resonera til mín. Og so
er tað eisini ræðuliga feitt at hava
onkran við, sum ikki er kvinna.
Hann kann vera involveraður
uppá ein heilt annan máta, og so
er hann ein forvitin persónur. Tað
týdingarmesta er at tíma og tora at
leita. Hann hevur skapt karmarnar
soleiðis, at vit kunnu leita trygt og
erligt og langt og djúpt.
Ein nærverandi leikur
Tað eru bara pláss fyri 25 áskoðar
um til hvørja sýning. Ætlanin er at
áskoðarirnir vera við í søguni – ikki
kroppsliga, men kensluliga.
– Eg vóni at vit hava gjørt
okkurt, sum merkir onkran – at
kenslunar streingir er vorðnir
spældir uppá. Vit fara ikki at for
telja hvat tey skulu føla, men vóna
at tey føla okkurt. Vit hava arbeitt
nógv við nærveruni, og tað vóni
eg at tey fara at merkja. Leikurin
er kanska eitt sindur øðrvísi enn
tað vit vanliga síggja í Føroyum.
Kanska.
– Júst fyri tíðina er tað ikki so
moderna við kenslum – tað er ikki
so kul at fáa fólk at føla. Tað er
sindur patetiskt. Alt handlar um at
fáa fólk at hugsa, at fáa eyguni hjá
fólki upp fyri onkrum nýggjum.
Tað hevur spøkt í bakhøvdinum,
at vit risikera at vera eitt sindur
ókular í mun til tað sum er kul
beint nú. Hetta er ikki hipp. Men
vit hava hugsað, at í júst hesi til
gongdini hevur tað ikki loyst seg
at vera kul, tí tað hevur víst seg at
geva eina ironiska distansu – tað
ironiska er so infilterað í okkum.
Tað er sum um at ironisk distansa
er bara blivin mátin man kemur
ígjøgnum lívið. Har er einki uppá
spæl!
Eitt leikrit í broyting
Í kvøld hava tey lagt síðstu hond
á leikritið – fyri triðu ferð. Vanligt
er at leikritið er liðugt tá ið leikarar
trína inn á pallin, men GUT//
Productions hava nýtt ein heldur
øðrvísi arbeiðshátt. Hóast tær
báðar eru útbúnar sjónleikarar, so
var tað ikki fastlæst at hetta fyrsta
verkið skuldi vera ein leikur. At
byrja við var bert hugskotið, evnið,
tað tær vildu granska. Alt seinasta
heyst og stórur partur av várinum í
ár bleiv nýtt til at kanna og kunna.
Tað var ikki endaliga avgjørt fyrr
enn í summar at fyrsta verkið bleiv
ein leikur.
Leikritið er skrivað samstundis
við at verkið bleiv sett upp, men
nú einans tvær vikur eru eftir til
sýningarnar er tað prenta út, fest
á blað – væntandi síðstu ferð.
– Fyrsta útkast av leikritinum
varð liðugt eftir eini viku. Vit
skrivaðu tað út í eitt. Vit vóru ikki
kritisk. Síðani fóru vit á pall við
tí, fóru inn í beinagrindina av tí,
fyri at vita hvat var har, kannaðu
tað. Síðani tá hava vit reinsa út og
skerpt. Broytingar eru alla tíðina
komnar, men faktiskt er handritið
enn hitt sama sum fyrsta útkastið -
vit hava bara leita eftir hvussu vit
kundu útrykkja tað best.
– Vit høvdu eitt hugskot, eitt
evni, men vit anaðu ikki hvussu
tað skuldi útrykjkjast og hvar tað
fór at fara. Tað vita vit nú.
Handan GUT//Productions eru Durita Dahl
Andreasen, útbúgvin sjónleikari frá
Skuespilleruddannelsen ved Århus Teater í 2014,
og Mariann Hansen, útbúgvin pallhøvundur
fráListaháskúla Íslands í 2015.
GUT//Productions varð stovnað á heysti 2015,
og arbeiðir við at avbjóða siðbundnar
arbeiðshættir, listarligari gransking og miðjar
ímóti tvørlistarligum samstarvi – alt við
støðið í ráðari intuitión.
Høvuðsmál hjá GUT//Productions at skapa samtíðar
palllist í Føroyum til ein altjóðaáskoðara.
FÓLKINI HANDAN UPPSETANINA
Durita Dahl Andreasen, leikari
Nicolaj Falk, Pallmynd
Milja Hanusardóttir, Pallmynd og búnar
Baldur Meitil, Ljóðmynd
Árni Baldvinson, Ljósmynd
Mariann Hansen, leikari
Búi Dam, Leikstjórn
Tjóðhild Patursson, Samskipan
Birna Heinesen, ráðgevi
Leikurin »Einaferð var tað eg…« verður sýndur í
Perluni í Havn, og hevur frumsýning 1. oktobur.
Sýningar vera:
1. oktobur kl 20.00
2. oktobur kl 20.00
3. oktobur kl 20.00
5. oktobur kl 20.00
6. oktobur kl 20.00
7. oktobur kl 20.00
8. oktobur kl 20.00
9. oktobur kl 20.00
Atgongumerki kunnu keypast á www.reinsariid.fo.