hósdagur 15. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
20
SÓLVIT E. NOLSØ
L
esley Anne Riddoch er
ein skotsk tíðindakvinna,
ið skrivar fyri bløðini
The National og The
Scotsman. Eisini hevur ein blogg á
heimasíðu sínari, sum er nógv lisin.
Hon tosar og skrivar nógv um
støðu Skotlands í bretska ríkinum
og hvat Skotland eigur at gera, fyri
at endurfinna seg sjálvt og loysa
tey trupulleikar innanlands, ið
standa av at verða ein lítil partur
av einum stórum og ójavnum pol
itiskum felagsskapi.
Hon hevur júst verið í Føroy
um og hildið fyrilestur í Norður
landahúsinum. Evnið var Skotland
og framtíð tess. Tað vil siga, hvat
hendir í Skotlandi eftir Brexit
og skal Skotland hyggja longur
norðeftir, til norðurlendsku londini
fyri at fáa eitt nærri samstarv við
tey?
Lesley Anne Riddoch er sann
førd í spurninginum: Ongland er
politiskt sundursorað og Skotland
skal hyggja aðrar vegir.
Hvat hendi í Brexit
atkvøðuni?
Útvið 60% av skotum atkvøddu
fyri at verða verandi í ES. Tað er
ein avleiðing av fólkaatkvøðuni
fyri tveimum árum síðan um
loysing, tá stjórnin vísti eitt ynski
um at verða verandi í ES og fólkið
tók tað til sín. Tann kenslan hevur
verið hangandi millum veljarar. Tí
visti mann frammundan, at skotar
fóru at atkvøða fyri framhaldandi
ES limaskapi, sigur Lesley Riddoch.
Lesley Riddoch sigur, at bæði
loysingarrørslan og tey, ið ynsktu
framhaldandi sambandsríki, høv
du eitt ynski um at verða verandi
í ES.
Hví heldur tú, at skotar ynskja
framhaldandi limaskap í ES,
meðan tykkara nærmasti granni,
Ongland, atkvøddi tykkum út?
- Eg haldi, at Skotland hevur altíð
hugt meira úteftir enn Ongland.
Vit høvdu tætt samstarv við
Frakland longu í 17 øld. Vit høvdu
nógvan handil við Holland og vit
høvdu tætt tilknýti til tey norð
urlendsku londini áðrenn vit fóru
í eitt ríki saman við Onglandi. Eg
haldi tað hevur at gera við iso
latiónina hjá Skotlandi, at vit søkja
samband aðrastaðni frá, sigur
Lesley Riddoch.
Lesley Roddich sigur, at tíðar
skeiðið hjá Margaret Thatcher
sum forsætismálaráðharri, eisini
var við til at seta kílar í sambandið
millum Ongland og Skotland og
tað hevur hingið við.
- Margaret Thatcher var eir
indaleys. Hon miðsavnaði ein
stóran part av politisku avgerð
unum og avtók ein stóran part
av avgerðrarættinum frá skotum.
Skotar vórðu ógvuliga ónøgdir
hennara tíðarskeið um forsæt
ismálaráðharri. Skotland hevur
altíð atkvøtt meir til vinstru enn
Ongland og í hennara tíðarskeiði
máttu vit ofta biða Evropa um
hjálp. Til dømis regulering av
arbeiðstímum. ES rættaði nøkur
viðurskifti viðvíkjandi arbeiðs
tíðum og rættindum til arbeiðs
fólk. Tað vildu skotar eisini, men
Thatcher var ikki áhugað. Tá fingu
vit hjálp frá evroperarum. Evropa
var tá ein Big Brother hjá okkum,
men á ein góðan hátt, sigur Lesley
Riddoch
Í eini tíð tá ógvusligar rembing
ar plága Evropa og ES, kann tað
tykjast løgið, at Skotland hevur
eitt ynski um at sleppa uppá ein
felagsskap, sum møguliga hevur
eina ótrygga framtíð og sum fyri
tíðina er ein politisk fløkja. Er tað
eisini áhugavert hjá Skotlandi at
verða við í einum øðrum stórum
felagsskapi, tá tey í núverandi
støðu ynskja seg burturúr eini
líknandi skipan?
- Vit eru longu í einum felags
skapi, ið er ein politisk fløkja,
men tað er við Bretlandi og ikki
ES. Spurningurin er, hvat fyri
samstarv vil tú verða partur av. Í
løtuni síggja vit tað bara sum eitt
val ímillum Bretland ella ES. Vit
hava ikki latið eyguni upp fyri
einum breiðari samstarvi, men eg
haldi heilt víst, at vit eiga at opna
meira upp fyri einum samstarvi við
tey norðurlendsku londini.
Fólkaatkvøða allarhelst
aftur á borðið
Tað verður ein fólkaatkvøða aftur
um loysing, men hon verður ikki
fyrrenn ein samráðing hevur verið
við Bretland um øll tey óloystu
málini, sum liggja ímillum londini,
sigur Lesley Riddoch.
Hon sigur víðari, at í løtuni vita
skotar ikki eingang hvat endamál
ið er við eini fólkaatkvøðu og tað
skal gerast greitt fyrst. Tað vil
siga, at fyrst skal mann gera sær
greitt hvørja kós Skotland skal
taka, og síðan skal mann hava
fólkaatkvøðu um tað.
- Vit fáa ein møguleika afturat
og eg vænti tað verður í 2021 ella
so. Tað verður í øllum førum eftir
næsta val, sum verður í 2020.
Skotland má gera sær greitt hvar
kósin nú skal setast. Bretland fær
tvey ár at samráðast við ES um
at fara. Hvar gera vit so? Skulu
vit loysa frá Bretlandi og melda
okkum uppí ES ella royna at fáa
eina avtalu um heimastýrið, eins
og Føroyar, og velja ES til? Tað eru
avgerðir, ið vit mugu taka, sigur
Lesley Riddoch.
- Eitt annað er, at veljarakann
ingar eru so javnar millum loys
ing og samband, at hvørgin síðan
torir at útskriva fólkaatkvøðu í
nærmastu framtíð. Serliga loysing
arsíðan torir ikki fyrenn tey hava
ein lutfalsliga stóran meirluta fyri
loysingini.
Men er tað ikki ov tíðliga at
hava ein fólkaatkvøðu aftur? Alex
Salmond (fyrrverandi leiðari í SNP)
segði, at nú hevði mann spurt hetta
ættarliðið og tey søgdu nei. Nú
mugu vit bíða eftir næsta ættarliði
og spyrja tey.
- Tað avgerðina eiga hvørki
Alex Salmond ella nakar annar
politikkari.
Men um tit longu hava eina
fólkaatkvøður aftur nú, er tað so
ikki bara at spyrja nóg ofta inntil
tú fær tað svar, ið tú vil hava?
SAMRØÐA
SKOTLAND SKAL HY