hósdagur 15. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
21
- Jú og vit skulu ikki hava eina
fólkaatkvøðu beinaveg. Fyrst má
ein verulig broyting henda. Tað vil
siga, at til dømis mugu vit broyta
heimastýrið áðrenn vit fara undir
eina loysingaratkvøðurgreiðslu
aftur. Hvussu stóran politiskan
avgerðarrætt skal Skotland hava
sum tjóð? Besta løtan at byrja sam
ráðingartilgongdina hjá okkum, er
meðan Brexit samráðingarnar eru.
So kunnu vit leggja okkara egnu
politisku kós meðan Bretland/
Ongland leggur sína.
Lesley Riddoch sigur, at fyri
stjórnarflokkin í Skotlandi, loys
ingarsinnaða SNP, er tað skilagott
at bíða við næstu fólkaatkvøðu,
inntil næsta val er liðugt. Eftir øll
um at døma, so vinna tey konserv
ativu næsta val í Onglandi og SNP
í Skotlandi.
- Skotland er somikið anti-Kon
servativt, at um SNP bíðar inntil
næsta val, so er kenslan ímóti
teimum konservativu somikið
sterk, at tey kundu vunnið eina
atkvøðu um loysing. Konservativi
flokkurin veksur eitt sindur
í Skotland, tí hann er einasta
alterntiv fyri teirra, ið ynskja at
verða verandi í sambandsríki
num. Labour er dottin púra burt
urímillum. Tó vænti eg ikki, at
Konservativi flokkurin verður
stórur aftur, tí mótstøðan ímóti ti
Konservativa flokkinum er stór í
Skotlandi, sigur Lesley Riddoch.
Skotland meir sum
norðurlond enn Ongland
- Vit hugsa sum norðurlond og vilja
leggja somu politisku kós, men
skipanin, ið vit virka undir forðar
okkum at fullføra tað, sigur Lesley
Riddoch.
Tað, sum hon meinar við er, at
Ongland og Bretland er bygnað
arliga og skipanarliga so langt frá
norðurlondum og hugsa so ymiskt,
at tað er vónleyst hjá einum parti
av Bretlandi (Skotlandi) at bróta
frá. Tí væntar Lesley Riddoch ikki
stórar broytingar fyrrenn Skot
land fær antin loysing ella víðari
heimastýri.
- Skotar vilja ikki loysing tí vit
ikki halda okkum verða bretsk. Tað
er heldur ikki tí vit ikki eru partur
av bretsku mentanini. Orsøkin er,
at vit vilja eina aðra skipan, sum
Bretland ikki vil, sigur Lesley Rid
doch.
Tað er av teirri orsøk, at Lesley
Riddoch nú brúkar tíð uppá, at
upplýsa um norðurlond í Skotlandi
og at ferðast í norðurlondum.
Hon ynskir eitt nærri samstarv og
heldur fyrst og fremst, at tað kann
gerast best við upplýsing at byrja
við.
Lesley Riddoch roknar við, at
við verandi ráki vil Skotland við
tíðina taka alt fleiri norðurlendsk
rák til sín. Endin verður, at Skot
land verður eitt samfelag, ið liggur
ímillum tey norðurlendsku og tað
bretska.
- Tað fer altíð at verða eitt sam
band við Bretland, søguliga og
mentanarliga, men eg vóni, at Skot
land í framtíðini fer at hava eitt
tættari samband við norðurlond,
tí tað er har, ið eg haldi okkara
áhugamál liggja.
Hvat meinar tú við, tá tú sigur,
at skotsku áhugamálini liggja
nærri teim norðurlendsku?
Skotland fer ofta ein annan veg
enn Bretland. Til dømis innan
orkupolitikk. Har vilja vit ein øðr
vísið veg enn t.d. Ongland. Vit
hugsa grønari innan t.d. vindorku
og vatnorku. Har kunnu vit lættliga
samanberast við norðurlond.
Lesley Riddoch sigur at enda,
at hon øvundar norðurlondum,
at enn er valdið ikki so miðsavna
hjá okkum, sum tað er í Bretlandi.
Nógvar kommunur í Bretlandi
eru niðurlagdar og lagdar saman
í størri eindir.
Hon skal skriva eina grein í
skotskum bløðum tá hon kemur
heim aftur og tá ætlar hon positivt
at nevna, at enn eru lond, ið hava
smáar kommunur.
- Tað er ein trupulleiki tá alt
valdið verður miðsavnað á fáum
hondum. Tað hevur við sær, at allar
avgerðir, sum verða tiknar, verða
tiknar burturfrá fólkinum, uttan
at hava varhugan av hvat lokal
økir hava brúk fyri, sigur Lesley
Riddoch.
GGJA NORÐUREFTIR