hósdagur 15. september 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 106
22
VIKUSKIFTIÐ
SUM BROYTTI
VALSTRÍÐIÐ
FORSETAVALIÐ
Trygga leiðslan, ið Hillary Clinton hevur havt yvir Donald Trump
er horvin, og aftaná tveir minni hepnar tilburðir um vikuskiftið,
er torført at meta um, hvør vinnur valið 8. november
HALLUR AV RANA
S
penningur er aftur í
amerikanska forseta
valstríðnum, eftir at
leiðslan hjá Hillary
Clinton, demokratiska forseta-
valevninum, er minkað niður í
nærum einki seinastu vikurnar.
Ikki bara hevur Donald Trump
megnað at minka um munin, men
tveir tilburðir um vikuskiftið
hava gjørt, at tað er vorðið mun-
andi verri at meta um, hvør vinn-
ur 8. november.
Í samandráttinum av velj-
arakanningum hjá Real Clear
Politics, lá Hillary Clinton 7,9
prosent framman fyri Donald
Trump, republikanska valevnið,
9. august og alt bendi á, at ameri
kanarar 8. november fóru at velja
Hillary Clinton til sín fyrsta
kvinnuliga forseta.
Fýra vikur seinni eru ávar
ingarlúðrarnir av álvara farnir at
ljóða í demokratiska flokkinum,
eftir at leiðslan hjá Hillary
Clinton er minkað niður í 1,8
prosent. Sostatt hevur Donald
Trump megnað at hála góð seks
prosent inn á Hillary Clinton, og
brádliga er tað ikki óhugsandi
longur, at ríkmaðurin úr New
York kann taka yvir eftir Barack
Obama, forseta.
Donald Trump hevur nevni-
liga prógvað, at hóast flestu fólk
ikki dáma hann, so skal hann ikki
undirmetast. Tá hann 16. juni
2015 í eini røðu í Trump Tower
kunngjørdi, at hann ynskti
at gerast forsetavalevnið hjá
republikanska flokkinum, vóru
tað fáir valserfrøðingar, ið mettu
at hann hevði nakran møguleika
yvirhøvur at vinna.
Men hini sekstan valevnini hjá
republikanarunum máttu lúta og
Donald Trump er í dag forseta
valevnið hjá republikanarunum.
Kortini vóru tey fá, ið fyri
nøkrum vikum síðan mettu,
at Donald Trump kundi koma
aftur, eftir at Hillary Clinton
hevði lagt seg greitt á odda í
kjalarvørrinum av landsstevnuni
hjá demokratiska flokkinum.
Tætt men tó
Hóast Donald Trump hevur
minkað nógv um munin seinastu
vikurnar, so hevur Hillary
Clinton framhaldandi eina greiða
leiðslu, har sum tað veruliga geld
ur, nevniliga í talinum av val
umboðum.
Til forsetavalið er tað nevni-
liga ikki soleiðis, at valevnið
við flest atkvøðum vinnur, sum
Al Gore mátti ásanna í 2000, tá
hann tapti móti George W. Bush,
hóast hann hevði fleiri atkvøður.
Tað er talið av valumboðum,
ið valevnini vinna, sum er av
gerandi. Valumboðini verða býtt
eftir hvussu valevnini klára seg í
teimum ymisku statunum.
Sambært yvirlitinum hjá Real
Clear Politics vísa veljarakann
ingarnar, at Hillary Clinton
hevur 55 fleiri umboð enn Donald
Trump. So hóast tað er munandi
nærri í prosentum millum
valevnini, so var tað eingin orsøk
hjá Hillary Clinton og hennara
fólki at stúra fríggjamorgun.
Líkindini fyri at Hillary Clinton
gjørdist næsti forseti í USA vóru
framhaldandi rímiliga stór.
Ilt verri
Men so kom vikuskiftið, ið illa
kann lýsast sum annað enn ein
long marra hjá Hillary Clinton.
Tveir minni hepnir tilburðir hetta
vikuskiftið kunnu nevniliga fáa
avgerandi týdning fyri vónirnar
hjá henni at gerast forseti.
Fyrri tilburðurin var fríggja
kvøldið, tá hon á einum fundi
við fíggjarligar stuðlar í New
York brúkti nøkur heldur óvanlig
lýsingarorð, tá hon tosaði um
stuðlarnar hjá Donald Trump.
– Sum heild, so kann man
bólka helmingina av Trump
viðhaldsfólkum í tað, ið eg kalli
kurvina við neyðarsligum. Ikki
satt? Tey eru rasistisk, sexistisk,
homofobisk, xenofobisk, islamo
fobisk – man kann halda fram.
Teir fjølmiðlar, ið vóru til
staðar, gjørdu skjótt av, og skjótt
vóru orðini hjá Hillary Clinton
at lesa og síggja í miðlum um
alt USA. Fólk frá øllum síðum
vóru skjót at fordøma ella
taka frástøðu frá lýsingini hjá
forsetavalevninum og Donald
Trump kravdi eina umbering
til sínar stuðlar. Hillary Clinton
mátti eisini taka í egnan barm,
og hóast talan ikki var um eina
beinleiðis umbering, so ásannaði
forsetavalevnið, at orðini nokk
vóru betri ósøgd.
Kann gera stóran skaða
Hvørja ávirkan orðini fáa fyri
sjálvt valstríðið, fer tíðin at
vísa, men viðmerkjarar hava
samanlíknað løtuna við tá
Mitt Romney, forsetavalevnið
fyri republikanska flokkin í