Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 23 2012, tosað niðrandi um tey 47 prosent av amerikanarum, ið hann metti óansæð fóru at velja Barack Obama. Ein viðmerking, ið mong meta var løtan, tá hann tapti valið. Tað er tó kanska ein góð lýsing av, hvussu skeiklað valstríðið er í ár, at ta einu ferðina, at tað tykist at Hillary Clinton tosar frá hjartanum og ikki fylgir teimum væl tilrættarlagdu talunum frá sínum ráðgevum, so endar tað í roki. Tí meðan Hillary Clinton hevur rikið eitt, eftir amerikanskum málistokki, vanligt valstríð við persónligum álopum á Donald Trump, so hevur Donald Trump ferð eftir ferð nevnt uppskot, ið fara beinleiðis eftir fleiri minni­ lutabólkum í amerikanska sam­ felagnum, so sum muslimum og tilflytarum. Men tað er ein týðandi mun­ ur á álopunum hjá Donald Trump, og so viðmerkingini hjá Hillary Clinton um vikuskiftið. Donald Trump tosar vanliga um minnilutabólkar, ið fá identi- fisera seg við, meðan Hillary Clinton lýsti umleið 20 pro­sent av amerikanska fólkinum ella ein fimting av øllum veljarum. Tað vil siga ein stóran part av øllum republikanarunum og van­ ligum amerikanarum. Tað kann skaða hana í valstríðnum, tí mest sannlíkt verður spurningurin um hvørji fólk, hon meinti við, reistur, hvørja ferð fólk fáa møguleikan næstu átta vikurnar. Tá heilsan verður eitt politiskt mál Tað er torført at ímynda sær eitt løgtingsval, har eitt av evnunum, ið veljarar meta seg hava rætt at vita um, er heilsustøðan hjá Akseli V. Johannesen, Jørg­eni Niclasen, Bárði á Steig Niel­ sen ella einum av hinum floks­ formonnunum. Men í amerikanskum poli­ tikki verður nógv gjørt burtur­ úr heilsustøðuni hjá forsetaval­ evnunum, og nú er túrurin komin til Hillary Clinton. Seinastu vik­ urnar hevur nevniliga dúgliga verið gitt um heilsuna hjá for­ seta­valevninum. Talan hevur tó bara verið um gitingar, ið ikki hava fingið nakað serliga rúmd í viðurkendum miðlum. Hetta broyttist tó alt sunnudagin, tá Hillary Clinton mátti rýma frá einum minningarhaldi í New York fyri yvirgangsálopini 11. september 2001, tí hon, sambært hennara ráðgevum, var vorðin ov heit. Men stutt eftir hesa fráboðan vórðu tvey sjónband løgd út á netið, ið vístu, at Hillary Clinton var so mikið illa fyri, at hon ikki megnaði at standa á beinunum og mátti berast inn í bilin. Tveir tímar seinni var hon aftur á beinunum og varð avmyndað, tá hon kom úr íbúðini hjá dóttur sínari, har hon hevði hvílt seg. Tað var tó ov seint at steðga søguni. Heilsustøðan hjá Hillary Clinton var nú vorðin høvuðs­ søgan í øllum miðlum, og fleiri vóru farin at ivast í frágreiðingini, um at Hillary Clinton einans var vorðin ov heit. Okkurt var eisini um ivan, tí seinni á degnum boðaði Hillary Clinton frá, at hon fríggjadagin hevði verið hjá lækna, eftir at hon hevði hostað illa síðstu vikuna. Har hevði hon fingið at vita, at hon hevði lungnabruna og varð biðin um steðga við valstríðnum næstu fimm dagarnar. Eini boð, ið hon ikki fylgdi. Hóast Hillary Clinton helst skjótt verður frísk aftur, so hevur tilburðurin rakt hana meint. Hann undirbyggir nevni­ liga uppáhaldið hjá fleiri republi­ kanarum, at Hillary Clinton er óærlig. Heldur enn at upplýsa, hvat var galið, royndi Hillary Clinton og hennara fólk at dylja veruleikan fyri fjøl­miðlunum og veljarunum. Eftir nakrar mánaðir, har ivi áhaldandi hevur verið sáddur um, hvørt hon tosar satt viðvíkjandi hennara brúki av teldupostum, tá hon var uttanríkisráðharri, er eitt líknandi mál tað síðsta, ið Hillary Clinton hevði brúk fyri. Og so slett ikki, tá valstríðið er javnari enn væntað, nú einans tvær vikur eru til fyrsta kjakið millum valevnini. Eftir ætlan skuldi hendan vikan verið byrjanin upp á endaspurtin, ið skuldi staðfesta tryggu leiðsluna hjá Hillary Clinton, men í staðin hevur Hillary Clinton, við sínum viðmerkingunum fríggjadagin og hendingini sunnudagin, megna at veitt Donald Trump og hans­ ara stuðlum nokk av tilfari til at brúka, nú einans átta vikur eru eftir til valið. Eitt val, sum nú má sigast er ov tætt at meta um. HALLUR@SOSIALURIN.FO »Tveir minni hepnir tilburðir hetta vikuskiftið kunnu nevniliga fáa avgerandi týdning fyri vónirnar hjá henni at gerast forseti«