Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 24 ÁRNI GREGERSEN Í seinastuni hevur orðaskifti verið um, hvussu neyðugt tað er, at alt tilfeingi, sum føroysk skip veiða, verður gagnnýtt og ført til lands. Eitt av skipunum, sum er uppá forkant og ger nakað við málið er Akraberg. Akraberg er trolari, sum í mestan mun fiskar av føroysku kvotunum í Barentshavinum. – Ja, vit eru farnir undir at seta eina súrløguskipan í skipið, so vit kunnu føra alt til lands – eisini avskurðin av fiskinum, sum vit arbeiða umborð, sigur Annfinn Olsen, reiðari og stjóri í Framherja, sum eigur Akraberg. Akraberg avhøvdar og kryvur vanliga fiskin umborð. Eini 30 pro­s­ent av hesum er avskurður og vanligt hevur verið, at hetta verður tveitt fyri borð. Nú er so ætlanin at sleppa undan hesum og taka tað við til lands. – Tað verður gjørt soleiðis, at avskurðurin ella slógvið verður altið í tangar og síðan verður sýra sett til. Hetta verður so til ensilagu, sum síðani verður malin og tikin við til lands,s igur Annfinn Olsen. Hann sigur, at hetta verður gjørt í samstarvi við Havsbrún, sum í framtíðini fer at taka ímóti hesum og brúka tað í mjøl- og fóður­framleiðsluni. Fleiri møguleikar verða kann­ aðir fyri at finna eina góða loysn at fáa nyttu úr slógvinum. Alt til lands Seinastu árini hevur verið tosað um, hvussu neyðugt tað er, at alt sum vit fiska, verður gagnnýtt – og serliga tá ið talan er um kvotur, sum vit hava keypt frá øðrum. Norðurlendska Ráðharrraráðið hevur sett eina verkætlan í gongd, sum føroyskafiskimálaráðið um­ situr í neyvum samstarvi við Syn­ tesu. Hendan verkætlan verður alment løgd fram í dag á fundi í Havn, har úrslitini eisini verða kunn­gjørd. Verkætlanin var sett í verk í juni 2015 í sambandi við danska for­mansskapin í norðurlendska ráðharraráðnum, har føroyska fiski­málaráðið hevur ábyrgdina av evninum »havtilfeingi«. Endamálið við verkætlanini er at greina møguleikar og forðingar í mun til at gagnnýta alt tilfeingi úr fiskivinnuni í tøttum samstarvi við vinnuna. Á fundinum verða niðurstøður og úrslit frá verkætlanini lagdar fram, umframt at umboð fyri vinnuna greiða frá ætlanum og TÍÐINDI Í løtuni verður ein súrløguskipan sett umborð Akraberg, so skipið als onki fer at blaka útaftur – VIT VILJA HAVA ALT VIÐ TIL LAND Havsbrún er partur av at fáa alt tilf Fóður- og mjølverksmiðjan í Fuglafirði arbeiðir eisini fyri, at alt av fiskinum kemur til lands ÁRNI GREGERSEN – Vit halda, at tað er ein góð søga at fortelja, at alt av tí fiski vit veiða verður gagnnýtt. Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún, sigur, at Havsbrún hevur gjørt púra greitt, at verksmiðjan í Fuglafirði er sinnað at virka fyri, at tað sum føroysk skip veiða, alt verður gagnnýtt. – Fyrst og fremst tí vit halda, at tað er ein góð søga at fortelja, tá ið vit kunnu siga, at alt av fiskinum verður gagnnýtt og helst endar sum matvøra, sigur hann. Í løtuni arbeiðir Mest umborð á Akraberg og setir tangar í skipið. Hetta verður gjørt, so allur avskurðurin av fiskinum eisini kann takast til lands. Akraberg frystur fiskin umborð, men hann verður avhøvdaður og kruvdur. Tað er hendan avskurðin, sum skipið nú eisini skal hava við til lands. Skal virkast víðari Umborð verður slógvið malið og sýra verður koyrt í, so tað verður ensilasja. Hetta kann brúkast víðari til framleiðslu av mjøli, men sýran skal takast úr ensilasjuni áðrenn hon verður brúkt. – Hetta arbeiða vit við at finna eina loysn á, so sýran verður neutraliserað. Tá ið tað Annfinn Olsen, reiðari, sigur, at tað er neyðugt at fylgja við rákinum. Hann fer í dag alment at greiða frá skipanini. Odd Eliasen, stjóri, heldur, at tað er avgerandi, at vit hava eina góða søgu at fortelja um, at alt verður tikið til lands Havsbrún er sinnað at vera við til at menna eina skipan