Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 106 25 S ÁRNI GREGERSEN F yrr var tað ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum, sum gjørdi frágreiðingar um føroyska búskapin, men nú er tað danski Tjóðbankin sum tekur sær av hesum. Í seinastu frágreiðingini sigur bankin, at ferðin á føroyska búskapinum er høg, men tað sæst ikki í avlopinum á fíggjarlógini – hvørki í ár ella næsta ár. Tjóðbankin byggir sína frá­ greiðing á frágreiðingarnar frá føroyska Búskaparráðnum og ráðini, sum danski bankin kemur við, líkjast nógv teimum tilmælum, sum Búskaparráðið hevur givið politisku skipanini. Tjóðbankin heldur, at tað gong­ ur ov seint at tryggja langsiktaða haldførið í føroyska búskapinum. Hann vísir á, at vit framvegis hava eitt bygnaðarligt hall, sum vit eiga at fáa burtur nú vit hava so góðar búskaparligar tíðir. Eiga at tátta í fíggjarpolitikkin Tjóðbankin skrivar í nýggjastu frá­greiðingini, at eftir at inn­ tøkurnar seinastu árini hava verið serliga stórar við góðum prísi á laksi og á makreli og sild, so heldur hendan gongdin fram í 2016. Danski Tjóðbankin vísir á, at føroyska Búskaparráðið vísir á, at eftirspurningurin kemur bæði innlands og uttanlands frá. Stóru almennu íløgurnar ávirka nógv, og tá ið hetta verður nevnt, so nevnir Tjóðbankin eisini tær íløgur, sum tað almenna ger, men sum ikki eru á fíggjarlógini. Serliga í byggivinnuni er vand­in stórur fyri, at ferðin á búskapinum gerst ov høg. Tjóðbankin heldur at: • Bygnaðarliga hallið skal broytast til yvirskot skjótari enn ætlað • Haldførið í langsiktaða bú­ skapinum skal fáast í lag mú • Fíggjarætlanirnar hjá landið og kommunum skulu samskipast betur so samlaði almenni fíggjarpolitikkur kemur undir betri stýring. Størri framleiðsla Síðani tað er farið at ganga fram­ eftir við føroyuska búskapinum síðani 2013 er framleiðslan vaksin við 21 prosentum og Bú­ skaparráðið metir, at vøksturin verður størri enn undanfarnu árini her í 2016. Framleiðsluvøksturin í Føroyum hevur síðani fíggj- ar­kreppuna verið størri enn í Danmark og nú er brutto­tjóðar­ inntøkan deild út á hvønn ein- stakan borgara størri í Føroyum enn í Danmark. Men útreiðslurnar til íløgur eru eisini risastórar í Føroyum. Bara tunnlarnir millum Eysturoy og Streymoy og millum Streymoy og Sandoy 13 prosent av BNP yvir fimm ár. Í Danmark kostar fasta sam­ bandið um Femernsundið 2,7 prosent av danska BNP-num og tað verður toygt yvir 12 ár. Í Føroyum verður í politiska orðaskiftinum lagdur dentur á, at eins tórur partur av teimum íløgum, sum verða gjørdar, gjørd­ ar uttanfyri fíggjarlógina. Tað vil siga, at tað eru almennar ella kommunalar fyritøkur, sum gera íløgurnar. Í frágreiðingini frá Tjóð­ bankanum verður víst á, at uttan mun til hvar íløgurnar verða gjørdar, so eru tær við tilat seta uppaftur størri ferð á búskapin. Ov lítið yvirskot Tjóðbankin fýlst eisini á, at avlopið á fíggjarlógini hesi góðu árini er ov lítið. Bankin vísir á eitt yvirlit frá fíggjarmálaráðnum, sum vísir, at yvirskotið í ár er 9,0 milljónir og næsta ár 50 milljónir. Hetta heldur bankin er ov lítið, nú inntøkurnar hjá samfelagnum eru so stórar. Tí eigur politiski myndugleikin beinanvegin at fara undir at fáa bygnaðarliga hallið burtur og størri avlop á fíggjarlógini. Hetta er neyðugt at gera nú beinanvegin, skal haldføri fáast í búskapin uppá langt sikt. Leggjast kann afturat, at fleiri av ráðunum, sum Tjóðbankin kemujr við er B´sukaparráðið eisini komið við og málini eru tikin upp í politisku skipanini. Um stutta tíð verður uppskot til fíggjarlóg fyri næsta ár løgd fram og eftir politisku útmeldinginum, so verður útreiðsluvøksturin 1,8 prosent. Danski Tjóðbankin hevur gjøgnumgingið føroyska búskapin og gevur ráð um, hvønn fíggjarpolitikk føroyingar skulu reka Bygnaðarliga hallið burtur – strammari fíggjarpolitikk eingið til lands íløgum fyri at fáa alt tilfeingið til lands. Síðan verður kjak um, hvussu komið verður fram á leið við at gagn­nýta havtilfeingið í norð­ urlondum betur. Kunnað verður eisini um stuðulsmøguleikar frá Fiskivinnuroyndum. Annfinnur Olsen, sum umframt at vera reiðari, eisini er formaður í Føroya Reiðarafelag, fer at leggja fram, hvat teir higartil hava gjørt og hvørjar tankar vinnan hevur gjørt sær. Dýrt Fyri skipini er hetta neyvan nakað, sum fer at geva pening. – Tað kostar um seks milljónir, tað sum vit seta umborð á Akra­ berg, so tað tekur sína tíð til hetta fer at geva avlop, men vit halda, at vit eiga at fylgja rákinum, sum krevur at alt verður gagnnýtt, sigur Annfinn Olsen. Tað tekur einar fýra vikur til Akraberg er liðugur og kann fara at royna hesa nýggju skipanina. Tá ið hon so virkar, so fer trol­ arin at taka alt til lands og ikki blaka nakað útaftur av tí, sum er komið umborð. ARNIG@SOSIALURIN.FO Akraberg fær sett eina súrløguskipan umborð, so alt kann takast til lands Danskin Tjóðbankin hevur gjørt eina meting av føroyska búskapinum. er gjørt, so kann hetta brúkast í mjølframleiðsluni og eisini til fóður, sigur stjórin á Havsbrún. Ein norsk fyritøka, Hordafor, sum heldur til á Eiði kann eisini taka ímóti ensilasjuni frá Akraberg. Fyritøkan keypir vanliga avskurð og deyðan fisk frá føroysku ali­ fyritøkunum og sendir tað so til Noregs til víðari viðgerð. Akraberg ger júst nú klárt til at taka ímóti øllum av fiskinum, so onki verður blakað útaftur. Akraberg frystir vanliga fiskin heilan eftir at hann er kruvdur og avhøvdaður. Hinir trolararnir, sum fiska í Barentshavinum, skera fiskin til flak umborð. Tað vil siga, at avskurðurin verður nógv meira enn hjá Akraberg. Tí krevst nógv meira pláss um­ borð, um alt skal takast til lands. Hinir trolararnir í Barents­ havinum haava ikki ítøkiligar ætlanir um hvat skal gerast, men teir fylgja við hvat rákið er. Enniberg fiskar í løtuni kongafisk og teir taka avskornu høvdini við til lands. Høvdini eru fryst. Í dag er ein fundur, ahr verk­ ætlanin »Alt í land« leggur úrslit fram. ARNIG@SOSIALURIN.FO